18. desember andaðist pápi 71 ára gamal. Hetta er ein dagur, sum í allari mínari tíð, verður ein dagur eg altíð komi at minnast.
Dagurin byrjaði so hugnaliga, tá pápi møtti til arbeiðis kl. 4.00 á morgni, sjálvt um hann ikki skuldi byrja fyrr enn kl. 5.00 á Landingarmiðstøð Føroya á Toftum. Eitt, ið sermerkti pápa, var at hann altíð var so stundisligur, til alt sum hann fekst við. Honum dámdi væl at møta tíðliga, so hann fekk gjørt kaffi til onnur komu til arbeiðis, fáa sær ein kaffimunn og slappa av, áðrenn hann fór í sving við dagsins gjerning. Soleiðis var eisini hendan morgun, eg var byrjaður á midnátt. So tá hann møtti, settu vit báðir okkum niður at fáa okkum ein kaffimunn og prátaðu. Evnið var gullbrúðleypið hjá honum og mammu, sum júst var farið afturum. Hann var so glaður, at tað var eydnast so væl, um sangin á morni frá sangkórinum, um allar røðurnar, um tann góða stemningin sum var í veitsluni og ikki minst tey mongu fólkini, ið gjørdu dagin so hugnaligan. At fimm av hansara systkjum við maka komu úr Danmark, gjørdi ikki dagin verri.
Pápi var føddur í 1935 og vaks upp í Danmark, eftir at verða liðugur at tjena vernapliktina í Livgarden, kom hann til Føroya 18. apríl 1957.
Komin til Føroya fór hann beinanvegin til skips við Kongshavn á saltfiskaveiðu. Hann hevði veri við fleiri skipum, m.a. Blikur, Nesbúgvan og Sporðinum úr Gøtu. Eg minnist serliga væl, tá hann fór við Sporðinum sum maskinmeistari. Hann segði ja til at koma ein túr, men hesin túrur bleiv drúgvur, 6-7 ár var hann við hesum skipi. Hann var altíð trúgvur móti teimum, hann starvaðist hjá og helt nógv av arbeiðsplássinum og fólkinum rundan um hann.
Eitt er vist, at er saknurin hjá mammu og okkum systkjum, so er hann ikki minni hjá tínum svigarbørnum og abbabørnum. Tey vóru so sera góð við teg og tú við tey. Familjan og tað at vera saman við tínum til føðingardagar, veitslur og annað, dámdi tær sera væl.
At tú hevði nógvar vinir og kendi nógv fólk, sóu vit tá tú bleiv borin til gravar úr Fríðrikskirkjuni. Hetta er nakað tú hevði verið glaður um, at so nógv góvu tær ans.
Vit, sum eftir sita, skilja bara ikki, hví tú skuldi verða tikin frá okkum so brádliga, uttan nakra sum helst ávaring ella sjúku.
Havi hugsað nógv, men fái ongantíð svarið; tað má verða tí, at í Himli manglaði júst ein persónur sum tú, glaður av lyndi, smílandi og góður við øll.
Vit inni á Heygum sakna teg sera nógv. Tú plagdi at koma at vitja og fáa tær ein kaffimunn. Nógv bleiv práta um leyst og fast – altíð var tað hugnaligt at fáa teg á vitjan. Nú føli eg hvussu tómligt tað er. Tú var altíð góður at heita á um hjálp og koma við góðum ráðum. Eg og tú stóðu hvør øðrum sera nær, so hetta hevur verið ein tung tíð, men minnini hava vit – tað kann eingin taka frá okkum.
At skriva minningarorð er sera torført. Tað rennur so nógv fram í huganum á mær. Vit báðir vóru saman við fleiri skipum. Tín partur hevur so ikki ligið eftir, tá tað kom til at arbeiða.
Til seinast fari eg at takka tær fyri alt, tú hevur verið fyri okkum øll, sum stóðu tær nær. Vónandi møtast vit aftur.
Hvíl í friði góði pápi.
Harry