Ofta kann tíðin skapa klárheit og geva linna. Tú hevur havt stundir at erfara og hugsa um tað, sum er farið, og skilur ofta betri støður, sum vóru. Soleiðis havi eg tað við Babba'sa deyða og ta sorg og tann saknur, sum støðst av hesum. Havi júst lisið brævið, eg skrivaði honum minni enn ein mánað, áðrenn hann seinnapartin 13. februar 2008 andaðist. Brævið var mín tøkk til hansara fyri at hava verið ein ómetaligur góður, kerligur og skiljandi pápi. Ein fyrimynd í familjulívi og arbeiði og frítið, sum hevur givið mær nógv meiri enn eg visti. Brævið lýsti minnini og upplivingarnar, vit hava havt sum pápi og dóttir og sum familja, og varð skrivað ta náttina, eg skilti, at Babba for ikki at hóra undan. Eg lá i andveðri og for at enda upp og settist við telduna næstu 4 tímarnar. Tað kendist gott at geva honum brævið dagin eftir, men eg var tó eisini bangin fyri, at brævið markeradi ta vónleysu støðuna og at hetta for at køva ta vón, sum Babba kanska hevði. Eg visti ikki, hvat var best at gera, og veit tað heldur ikki nú - og soleiðis eru støðurnar so mangar í lívinum, har tú má velja millum 'tvinnar kostir'.
Eg vildi forsvorið, at ein so lítil og friðarligur maður sum Babba við síni fráveru kundi skapa eitt so ovurstórt vakuum, sum nærum lammadi okkum eftirfylgjandi. Eg mátti vita betri, tí hansara kærleiki til okkum og nærmastu familjuna var ein av hansara sterkastu drivmegum. At vit skuldu hava tað trygt og gott sum børn, og sum vaksin hava bestu møguleikar fyri at skapa okkum góð lív. Og eg vil siga, at vit hava fingið teir bestu møguleikarnar, sum vit kundu. Mamma og Babba livdu nærum 50 ár saman og vit eygleiddu tey í øllum lívsins støðum. Vit lærdu, at lívsins facettir eru nógvar - summar eru vakrar, góðar og stuttligar og aðrar eru keðiligar, pínufullar ella ræðandi og at vit mugu fyrihalda okkum til tær allar. Tvey ráð hava fylgt mær fra Mammu og Babba: at tú kann tað, tú vil og at onkuntíð skalt tú lata tíðina arbeiða fyri teg, so koma loysnir av sær sjálvum. At vaksa upp við, at man kann hvat man vil, er eitt privilegium, sum eg eri sera takksom fyri. Mamma og Babba hava altíð stuðlað og eggjað okkum til at gera tað, vit vilja, og ikki verið kørg við rós og viðurkenning, tá vit hava klárað okkum væl. Tey hava í verki víst, at avmarkingar eru í huganum og ikki í veruleikanum og hava dugað so sera væl at skapt tað lív, sum tey ynsktu sær. Tey hava tikið tjansir og torað at satsað og hava ikki ligið undir fyri ótta - fyri, um tað nú gekk ella hvat onnur hildu. Afturfyri at tora, fær tú frælsi. Hetta er ein gáva at hava eygleitt og verið partur av og nakað, eg sjálv royni at liva eftir. Eitt triðja ráð, sum Babba kundi taka til er: Ilt er at føla mein í annan mans bein. Tú veit ikki altíð, hvat fólk dragast við og tí skal tú vera varin at gera tær eina meining og at døma. Hetta royni eg at hugsa um og at møta fólki við innliving, men onkuntíð gleppur tað og tá hugsi eg ofta um, hvat Babba hevði hildið um tað. Og soleiðis er hann enn til staðar.
Babba var verkfrøðingur og gekk høgt uppí sítt arbeiði. Hann arbeiddi bæði uttanlands og í Føroyum, her hann hevur teknað og staðið fyri gerðina av nógvum av olju- og gasstangunum kring landið, og fekst eisini við rørarbeiði hjá SEV og tangum hjá Havsbrún og kuldagoymsluna í Fuglafirði. At hann var væl lýddur og dugnaligur havi eg altíð havt inntrykk av og eftir hansara deyða hevur tað verið ein stórur uggi, at samstarvsfelagar og onnur hava fortalt okkurt um Babba'sa arbeiðslív og teirra samband við hann. Ein dagin eg hitti ein starvsfelaga hjá SEV, komu tárini spontant, tá hesin segði, hvussu keðiligt tað var, at Babba ikki var meiri, tí hann hevði so nógv, hann skuldi spyrja hann um og fortelja honum. Akkurat soleiðis hevði eg tað tá og havi tað enn.
Tankar fara til Babba hvønn dag og eg kann onkuntíð hava innara dialogar við hann um ymiskt. Hann hevði so góðan humor og vit flentu øgiliga nógv saman. Babba legði ikki so nógv í, hvat onnur halda, og lat ikki meiningar hjá øðrum forða sær. Hetta royni eg at hava í huga, tá okkurt kemur ov nær. Hann var forvitin og úthaldandi, tá hann skuldi loysa ein trupulleika og fann tí eisini útav tí mesta væl hjálptur av at hava bæði teori og praksis uppá pláss. Hann var róligur og tolin og gjørdist ógvuliga sjálvdan illur. Men tá hann so gjørdist illur, hevði hann okkara uppmerksomheit og vit lurtaðu eftir honum. Tó ikki soleiðis, at eg var bangin. Eg kenni ikki til at vera bangin fyri Babba - fyri mær var hann ein stabilur klettur av tryggleika og kærleika og tað eri eg inniliga takksom fyri.
Tey eldru børnini hjá okkum kenna Abban, tó at minnini kámast, men yngri sonurin minnist hann als ikki og tað eri eg kedd av - fyri hansara og Babba'sa skyld, tí Babba var ein framúrskarandi Abbi, sum elskaði abbabørnini yvir alt á jørd, og eg haldi, at tað var sera ringt hjá honum at skula fara frá teimum. Vit børn vóru øll komin 'uppá pláss' í lívinum og hann gleddist um hetta, og helt nógv av makum okkara. Babba var óróligur um at noyðast at fara frá Mammu og tað var skilligt, tí tey bæði vóru samantvinnað sum fá pør og høvdu eitt tætt og gott samband eftir at hava livað saman nærum tveir mannsaldrar. Tað var ikki bara lætt, men tey valdu hvønn annan og kærleikan sínamillum og til okkum børn, og tey eru týðandi fyrimynd hjá mær eisini í hesum. Í dag hevur Mamma bygt upp eitt 'nýtt liv', sum eisini er gott, men tað er als ikki tað sama. Hon fyllir 70 ár 31. januar 2014 <x-apple-data-detectors://4> og kann hyggja aftur á eitt langt, spennandi og áhugavert lív, sum verður hátíðarhildið sum um Babba enn var her - við festivitas. Og hóast hann fer at mangla við borðið undir liðuni á Mammu og á dansigólvinum, so verður hann við í okkara tonkum og práti.
Tað er við takksemi og sorgbliíni, at eg minnist Babba og hansara lív og avrik. Tá hann fekk diagnosuna segði hann sum tað fyrsta við okkum, at hann hevði havt eitt gott lív, og at tað var ok. Tað dugi eg væl at skilja og tað var ómetaliga gott, at Babba hevði yvirskot til at hugsa soleiðis, men eg vildi so illa, at hansara lív skuldi enda. Í fleiri ár hugsaði eg, at Babba var ikki liðugur at liva, tí hann tímdi tað so væl, men í einari prædiku hoyrdi eg prestin siga, at lívið er frá vit verða fødd til vit doyggja og tað má eg bara avfinna meg við. Og eg avfinni meg við, at saknurin ikki minkar við árunum, men broytist merkiliga.
Við hesum orðum vil eg takka fyri tað, sum var og er, og lýsa frið yvir minnið um Babba.
-----
Annika