NSÍ, sum hevði runnið aftaná at kalla allan dystin, megnaði at leggja seg á odda 4-3 tveir minuttir fyri leiklok við máli frá Johann Gaardbo. Mong mundu halda, at hetta fór at gerast avgerandi málið, men [...] eitt frálíkt comeback og legði seg á odda 4-3, áðrenn HB aftur vendi øllum á høvdið og at enda vann 6-4. Hugaligt var at síggja gott fótbóltsspæl við nógvum góðum nærdystum, har tann ímillum U17-landsliðs [...] tað næstan ótrúligt, at bólturin ikki vildi inn – HB rakti stongina tvær ferðir og tvørtræið tvær ferðir í fyrra hálvleiki. Tað var tó ikki fyrr enn í evstu løtu í fyrra hálvleiki, at Hilmar Leon Jakobsen
liggur á øðrum plássi í løtuni, eftir at hava vunnið seks av teimum sjey seinastu dystunum. Teir taka leiðina til Hull City, sum hava víst seg at vera torførir at sigra á. Hull hava spælt fimm javnleikir [...] dystum. Fá mundu tó væntað, at Leicester fóru at gera tær stóru skreytirnar í Premier League hetta kappingarárið. West Brom hava spælt tveir 2-2 javnleikir á rað, men vóna at koma á sigurskós aftur seinnapartin [...] triðji í trimum dystum og tann fjórði í teimum seinastu fimm dystunum. West Ham fara at vitja Stoke, sum enn royna at finna stevið í ár. Í Liverpool fær Roberto Martinez vitjan av fyrrverandi liði sínum
sambandi við, at tað eru 10 ár síðani at Tjarnargarður læt upp: Góðu búfólk og avvarðandi, leiðsla og starvsfólk á Tjarnargarði, býráðslimir, góða samkoma Eg kann ikki annað enn staðfesta, at “Tíðin rennur [...] koma. Tjarnargarður verður teirra nýggja heim, tá tey ikki longur megna at klára seg í egnum húsi, og tí er tað umráðandi, at tey kenna seg heima her. Tjarnargarður er eitt væl innrættað og heimligt [...] leiðsla og starvsfólk sín avgerandi lut í, tøkk fái tit fyri tað. Her er møguleiki fyri at gera ymiskt handaligt ítriv, at gera fysiskar venjingar, og her eru eisini nøkur húsdjór og ein deiligur urtagarður
sum eru har, hevur Læknavaktin nú nógv betri møguleikar at gera neyðugar kanningar og royndir og at fáa úrslitini skjótt. Tá eru fortreytirnar fyri at seta røttu diagnosuna munandi betri enn fyrr. [...] eg kenni einki til málið. Hetta er fyrstu ferð, at eg hoyri um tað, sigur Turid Arge, tá blaðið vendir sær til aðalstjóran. Hon hevur tí ringt við at úttala seg um ítøkiliga málið, hóast hon harmast um [...] einstaka læknanum, ið er á vakt. - Enn veit eg tó ov lítið um málið, til at eg kann gera stórvegis viðmerkingar til tað. Men eg fari at kunna meg um, hvat er farið fram, lovar Turid Arge. Aðalstjórin sigur
slapp sjálvur at gera av, um eg gjørdi ein stóran málning, ella brúkti veggjaplássið á annan hátt, og mítt hugskot var beinanvegin at gera tríggjar málningar, sigur Øssur Mohr. Eftir at hava gjørt nakrar [...] teir fylla nógv í atelierinum, so tað kann verða eitt sindur trupult at ganga burtur frá teimum, og tí havi eg ynskt at fingið eina viku at arbeiða við teimum á staðnum, har teir skulu hanga, sigur Øssur Mohr [...] verkini koma at taka seg út. - Hetta hevur verið ein sera spennandi uppgáva, og verkið hevur fylt nógv í huganum seinastu tíðina. Nú tað nærkast, at málningarnir skulu avdúkast, eri eg spentur at síggja endaliga
juli 2003, veit Sosialurin at siga um ein dramatiskan dag hjá Kári P. Højgaard, landsstýrismanni, sum tá var løgtingsmaður. Umframt starvið sum politikari, so dámar hon væl at rógva út við Høgaleiti, sum [...] hending hjá løgtingsmanninum, men nú alt spældi væl av, er tað ikki sørt, at hann er argaður við óhappinum. Sosialurin skrivar, at tangin, hann sigldi á, hevur longu fingið navnið Posttangin, og tey spyrja [...] frá. Og nú alt gekk væl kortini, dugir dugur Kári eisini sjálvur at síggja tað stuttliga í tí og hann svarar aftur í sama tónalagi, at hann er eisini onkuntíð sovnaður í tinginum, men tað hevur ikki havt
fyri, at búskapurin hevur tað hampuliga gott, men tað almenna roynir tó framvegis at halda eftir í útreiðslunum, og tað merkist á summum økjum. Búskapurin er eisini merktur av, at fólk royna at spara upp [...] skjótt – helst skjótari, enn tað plagdi at gera – og nýfunna eydnan í mindfulness og at liva nú’ið er góð við hvørt – serliga í løtum, tá ið vit einki frægari hava at gera. 2012 bjóðaði okkum mangt og hvat [...] nógvar hendingar at fylgja við í. Summar søgur seta veruligan dám á flest allar fjølmiðlarnar í longri tíð, meðan aðrar søgur koma og fara við størri ferð. Internetið hevur gjørt, at tíðindi ferðast skjótari
bólk vísti á, at Rafael Bentiez eina ferð hevði sagt ymiskt minni gott um Chelsea. Hetta mást tú ikki gera, tí Chelsea áskoðarar gloyma ikki, var boðskapurin. Tað skal so líka sigast, at hetta var í tíðini [...] við støðuna í felagnum, so stoð tað heldur »Roman out« á skeltinum. At gera arbeiðsumstøðurnar hjá Rafael Benitez verri, er nakað sum at skjóta seg sjálvan í fótin. Rafael Benitez hevur ikki altíð tikið [...] steypakappingina. Hann kundi ikki gera tað betri. Eg haldi, at hann hevur enn eina ferð tikið ein ógløgga avgerð. Rafael Benitez hevur ongan møguleika at vinna í Chelsea. Viðhaldsfólkini vilja ikki vita av honum
ferð Bogi Hammer sigur, at hetta er helst seianstu ferð, at hann luttekur í altjóða kapping. Hann er í sínum lívsformi og ynskir at enda móti heimselituni í styrki. - Eg vænti, at hetta verður mín seinasta [...] hæddar og vigar 190 kilo. So tað er avgjørt ikki uttan orsøk, at Hafþór Júlíus "Thor" Björnsson er favorittur at vinna kappingina. - Eg vænti, at hann verður heimsinssterkasti maður innan stutta tíð, sigur [...] Í kvøld fara seks norðuratlansrisar at stríðast um heitið sum sterkastur í norðuratlantshavinum. Tað er føroya sterkasti maður, Bogi Hammer, sum bæði skipar fyri kappingini og skal luttaka vegna Føroyar
løgmaður borið í tingið. Størsta broytingin er, at landsstýrisfólk ikki longur sleppa at vinna sær fulla eftirløn eftir átta árum, sum onnur fólk skulu brúka 37 ár at upptjena sær. Sambært uppskotinum fáa la [...] ldi. Onnur broyting er, at ferðaendurgjaldið verður tikið av, og at landsstýrisfólk í staðin fáa skattafrían ráðharrabil uttan førara. Uppskotið hjá løgmanni kann lesast VIÐ AT TRÝSTA HER Tað er ógvuliga [...] Jákup Mikkelsen, formaður Fólkafloksins á tingið, hevur boðað frá, at Fólkaflokkurin ikki tekur undir við uppskotinum – og harvið er greitt, at talan ikki er um eitt samgongumál. Sambært uppgerð hjá Sosialinum