Sunnudagin var Rafael Benitez alment bjóðaður vælkomin til Chelsea, tá London felagið tók ímóti Manchester City. Roman Abramovich, sum eigur Chelsea, hevði fyrr í vikuni sent Roberto Di Matteo heim, tí úrslitini ikki eru nóg góð.
Tað má so verða eftir mei mánað, tá hann stóð á odda fyri einum liðið, sum vann bæði FA Cup og ikki minst Champions League.
Hetta er ikki fyrstu ferð, at oljuríki russin hevur koyrt ein fólkakæran venjara frá. Hann hevur sent menn sum Carlo Ancelotti og José Mourinho heim, hóast áskoðararnir als ikki eru samdir.
Mikunáttina gjørdi hann tað so aftur. Roberto Di Matteo fekk boð um, at hann kundi pakka saman.
Í hansara stað er komin tann umstríddi spaniólin, Rafael Benitez. Fyrrverandi Liverpool venjarin er illa lýddur í stórum pøtrum av fótbóltsheiminum. Sjálvt í Liverpool vóru meiningarnar ymiskar, hóast hann vann bæði Champions League, FA Cup, silvur í Premier League, og hevur tjent allar pengarnar inn aftur, sum hann hevur brúkt upp á leikarar.
Longu áðrenn hann var settur vístu Chelsea viðhaldsfólk hvat tey halda um hann. Eitt umboð fyri ein fjeppara bólk vísti á, at Rafael Bentiez eina ferð hevði sagt ymiskt minni gott um Chelsea. Hetta mást tú ikki gera, tí Chelsea áskoðarar gloyma ikki, var boðskapurin. Tað skal so líka sigast, at hetta var í tíðini, tá José Mourinho tveitti við svadum eftir øllum øðrum feløgunum. Tað var nú løgið, at Chelsea áskoðarar nú skulu verða so fíntfølandi.
Sunnudagin varð Rafael Benitez so fyrst ferð á bonkinum, tá Chelsea og Manchester City spældu málleysan javnleik.
Tá spaniólin kom inn á vøllin ýldi meginparturin av áskoðarunum eftir honum. »Rafa out« stóð á skeltum, og tað var ongin ivi um, at maðurin ikki er vælkomin á Stamford Bridge.
Men spurningurin er, um Chelsea viðhaldsfólkini ikki hvat misskilt okkurt. Hvør er tað nú, sum hevur sent José Mourinho, Carlo Ancelotti og Roberto Di Matteo til hús? Hvør er tað, sum hevur sett Rafael Benitez í starv sum venjari?
Vóru Chelsea viðhaldsfólkini veruliga so ónøgd við støðuna í felagnum, so stoð tað heldur »Roman out« á skeltinum.
At gera arbeiðsumstøðurnar hjá Rafael Benitez verri, er nakað sum at skjóta seg sjálvan í fótin. Rafael Benitez hevur ikki altíð tikið tær gløggastu loysnirnar. Millum annað tá hann tók við sum venjari hjá Inter. Italska liðið hevði akkurát vunnið Champions League, italska meistaraheitið og steypakappingina. Hann kundi ikki gera tað betri.
Eg haldi, at hann hevur enn eina ferð tikið ein ógløgga avgerð. Rafael Benitez hevur ongan møguleika at vinna í Chelsea. Viðhaldsfólkini vilja ikki vita av honum, Hópurin er settur saman av fleiri venjarum, sum hava sitið í miðal í eitt ár, og fjølmiðlarnir sita nú spentir og bíða eftir at spaniólin skal traðka skeift.
»Rafa out« skuldi heldur verið »Roman out«, men tað skal ikki ein methøgt IQ til fyri at skilja hví tey ikki gera tað. Pengar!










