U16-dreingirnir hjá HB vunnu framúr góða steypafinalu

HB gjørdist steypavinnari hjá U16-dreingjum og kunnu nú fegnast um Blaðberasteypið. Hetta gjørdist greitt í góðveðrinum á Tórsvølli seinnapartin, tá ið teir eftir eina frálíka hendigaríka steypafinalu vunnu 6-4 eftir longda leiktíð ímóti NSÍ. HB hevði eina trygga 3-1-leiðslu, men NSÍ gjørdi eitt frálíkt comeback og legði seg á odda 4-3, áðrenn HB aftur vendi øllum á høvdið og at enda vann 6-4.


Hugaligt var at síggja gott fótbóltsspæl við nógvum góðum nærdystum, har tann ímillum U17-landsliðsprofilarnar – sum báðir fyri stuttum hava royndarvant við FCK – Bartal Wardum og Meinhard E. Olsen, skaraði framúr.


Jákup Thomsen legði HB á odda í 23. minutti, men bara fimm minuttir seinni javnaði Meinhard E. Olsen til 1-1 við flottum frísparksmáli. HB hevði bóltin nógv meiri enn NSÍ í fyrra hálvleiki, og til tíðir var tað næstan ótrúligt, at bólturin ikki vildi inn – HB rakti stongina tvær ferðir og tvørtræið tvær ferðir í fyrra hálvleiki. Tað var tó ikki fyrr enn í evstu løtu í fyrra hálvleiki, at Hilmar Leon Jakobsen legði HB á odda 2-1. Hetta gjørdist eisini hálvleiksstøðan.


Seinni hálvleikur var átta minuttir gamal, tá ið Bartal Wardum økti til 3-1 til HB. NSÍ gav seg tó ikki og fimm minuttir seinni minkaði innskifti Bárður Mikkelsen til 3-2. HB hevði flestu møguleikarnar, men NSÍ smæddist ikki burtur og royndi seg eisini fram eftir vøllinum. Hetta gav úrslit í 63. minutti, tá ið Jákup Mortensen var hægstur á frísparksinnleggi og stútaði bóltin í netið til 3-3.


Seinastu løtuna brast fyri bæði borð. NSÍ, sum hevði runnið aftaná at kalla allan dystin, megnaði at leggja seg á odda 4-3 tveir minuttir fyri leiklok við máli frá Johann Gaardbo. Mong mundu halda, at hetta fór at gerast avgerandi málið, men í tíðini, sum dómarin hevði lagt afturat, tryggjaði Jákup Thomsen HB longda leiktíð við at javna til 4-4.


Í longdu leiktíðini kundi dysturin somuleiðis farið báðar vegir, tó at tað var HB, sum skapti flestu vandastøður og eisini fekk gagn av hesum. Tað var Teit Jacobsen, sum varð sendur leysur, og ikki sveik álitið. Hetta var í 87. minutti, at hann skoraði til 5-4. Tveir minuttir seinni var tað HB-liðskiparin, Bartal Wardum, sum við einum dundri av einum langskoti økti um leiðsluna til 6-4 til HB.


Eftir síðuskiftið var tað HB, sum hevði tamarhald á støðuni og eisini var um reppið at Jákup Thomsen fekk útint sítt hattrikk, men tvørtræið forðaði hesum. 6-4 til HB gjørdist úrslitið av hesi frálíku steypafinaluni, sum vendist á høvdið heilar tvær ferðir.



HB – NSÍ 4-4 (2-1)– HB vann 6-4 eftir longda leiktíð.

1-0: Jákup Thomsen, 23.

1-1: Meinhard E. Olsen, 28.

2-1: Hilmar Leon Jakobsen, 40+.

3-1: Bartal Wardum, 48.

3-2: Bárður Mikkelsen, 53.

3-3: Jákup Mortensen, 63.

3-4: Johann Gaardbo, 78.

4-4: Jákup Thomsen, 80+.

5-4: Teit Jacobsen, 87.

6-4: Bartal Wardum, 89.