Fyrsti dysturin í dag verður í Newcastle, har Liverpool kemur á vitjan.
Liðini bæði hava spælt nógvar undirhaldandi dystir sínámillum fyrr, og felags fyri bæði er, at tey hava fingið eina heldur misjavna byrjan upp á kappingarárið.
Eftir eina vánaliga byrjan, er gongd komin á hjá Newcastle, ið hava vunnið sær sjey stig í trimum teimum seinastu dystunum, umframt at teir í vikuni vunnu á Manchester City á útivølli. Seinasta vikuskifti vunnu teir á Tottenham í London, so tað verður eitt lið fullt av sjálvsálitið, ið tekur ímóti Liverpool.
Liverpool hava fingið eina ójavna byrjan upp á kappingarárið, men liggja allíkavæl á einum 7. plássi, einans trý stig aftanfyri Manchester City á 3. plássi.
Chelsea taka ímóti Queens Park Rangers. Liðið hjá José Mourinho er ósigrað higartil í kappingarárinum og hevur longu vunnið sær eina munandi leiðslu í Premier Leaugue. Queens Park Rangers hava, sum væntað, fingið eina harða byrjan, men vunnu seinast móti Aston Villa.
Arsenal er eitt annað lið, sum enn ikki hevur víst satt stórspæl og liggja undan vikuskiftinum á 5. plássi. Flestu munnu vænta trý trygg stig á heimavølli í dag, tí liðið á hinari hálvuni er Burnley, ið enn ongan sigur hava vunnið í Premier Leauge í ár, og einans hava fýra stig av 27 møguligum.
Southampton, ið undan kappingarbyrjan mistu bæði venjara og fleiri av størstu nøvnunum frá seinasta kappingarári, hava fingið eina avbera góða byrjan hetta kappingarárið. Liðið hjá Ronald Koeman liggur á øðrum plássi í løtuni, eftir at hava vunnið seks av teimum sjey seinastu dystunum. Teir taka leiðina til Hull City, sum hava víst seg at vera torførir at sigra á. Hull hava spælt fimm javnleikir higartil í ár.
West Ham eru eisini í einum góðum stima í løtuni. Sigurin á Manchester City seinasta vikuskifti var hin triðji í trimum dystum og tann fjórði í teimum seinastu fimm dystunum. West Ham fara at vitja Stoke, sum enn royna at finna stevið í ár.
Í Liverpool fær Roberto Martinez vitjan av fyrrverandi liði sínum, Swansea. Everton hava havt eina tunga byrjan upp á kappingarárið, men hava tó vunnið teir báðar seinastu dystirnar. Swansea vóru í Liverpool so seint sum mikudagin, tá teir vóru um reppið at sigra á Liverpool. Seinastu tíggju minuttirnar mistu teir tó alt á gólvið.
Seinasti dysturin í Premier League í dag er millum Leicester og West Brom. Sìðani minniliga 5-3 sigurin á Manchester United, hava Leicester einans fingið eitt stig úr fýra dystum. Fá mundu tó væntað, at Leicester fóru at gera tær stóru skreytirnar í Premier League hetta kappingarárið. West Brom hava spælt tveir 2-2 javnleikir á rað, men vóna at koma á sigurskós aftur seinnapartin.
Millum aðrar merkisverdar dystir í dag er toppuppgerðin í Týsklandi millum Bayern Munchen og Borussia Dortmund. Real Madrid, Atletico Madrid og Barcelona spæla eisini í dag, fleiri dystir eru í fronsku kappingini, umframt at Juventus, Inter og Roma seta hol á 10. umfar í italsku kappingini.