Dømið við Herman Olsen reisir spurningin, um tað er rættast at læknalig meting av einum sjúkklingi á Sandi verður gjørd umvegis telefonina, hjá miðsavnaðu læknavaktini á Landssjúkrahúsinum, hóast ein lækni er á samdøgursvakt í Sandoynni. Kommunulæknin, sum hevði vakt á Sandi lagnunáttina 29. desember, varð ongantíð boðsendur til Herman Olsen. Sum skipanin er í dag, so er tað læknavaktin, ið avgreiðir allar fyrispurningar til kommunulæknan, uttan fyri vanliga arbeiðstíð.
Læknavaktin, ið sum nevnt heldur til á Landssjúkrahúsinum, hevur tríggjar møguleikar, tá fólk ringja 1870. Læknavaktin kann ráðgeva umvegis telefonina, senda ein kommunulækna í nærøkinum á vitjan, ella biðja sjúklingin koma inn á Landssjúkrahúsið til kanningar.
Í døminum við Herman Olsen var bara fyrsti møguleikin brúktur. Góðar fýra tímar eftir boðini frá læknavaktini andaðist Herman Olsen.
Hóast avleiðingin harvið gjørdist tann ringast hugsandi, so er enn eingin frágreiðing komin inn á borðið á stjórakontórinum í Heilsumálaráðnum, sum hevur evstu ábyrgdina.
- Nei, eg kenni einki til málið. Hetta er fyrstu ferð, at eg hoyri um tað, sigur Turid Arge, tá blaðið vendir sær til aðalstjóran.
Hon hevur tí ringt við at úttala seg um ítøkiliga málið, hóast hon harmast um støðuna, tá blaðið greiðir henni frá søguni um Herman Olsen.
Sambært aðalstjóranum kann málið býtast í tvey. Eitt er skipanin við læknavaktini, soleiðis sum hon er sett saman í dag. Hitt er tann læknaliga metingin hjá tí einstaka læknanum, ið er á vakt.
- Enn veit eg tó ov lítið um málið, til at eg kann gera stórvegis viðmerkingar til tað. Men eg fari at kunna meg um, hvat er farið fram, lovar Turid Arge.
Aðalstjórin sigur seg tí enn ikki kunna svara uppá, hvørt skipanin við læknavaktini virkar nóg væl.
- Men vísir tað seg, at galið er við skipanini, so mugu vit hyggja eftir tí, sigur Turid Arge.
Hin parturin er sum nevnt tann læknaliga metingin hjá einstaka læknanum á vakt.
- Læknin hevur jú ábyrgd av øllum sínum avgerðum, tað eru greiðar reglur um tað, staðfestir Turid Arge.
Sambært lóggávuni á økinum hava sjúklingar og nærmastu avvarandi rætt til at kæra, um tey meta seg hava fingið ónøktandi sjúkugreining, ónøktandi viðgerð ella ónøktandi ráðgeving og vegleiðing. Kærur av hesum slag verða latnar Petientombuddet, sum leggur tær fyri Sundhedsvæsenets Disciplinærnævn at taka støðu til.
FAKTA - Heilsumálaráðið um læknavaktina:
Telefonnummarið hjá Læknavaktini er 1870. Telefonin svarar altíð. Tað er tí ein stór ábót í mun til gomlu skipanina, tá borgarin stundum mátti ringja fleiri ymisk nummur og ofta ikki fekk svar beinanvegin. Læknavaktin kann ráðgeva umvegis telefonina, senda ein kommunulækna í nærøkinum á vitjan, ella biðja sjúklingin koma inn til kanningar.
Endamálið við Læknavaktini er at fáa eina skipan, sum bæði veitir borgarunum eina betri trygd fyri læknahjálp og gevur kommunulæknunum eina betri skipan.
Læknavaktin heldur til á Landssjúkrahúsinum. Við teimum hentleikum og tænastum, sum eru har, hevur Læknavaktin nú nógv betri møguleikar at gera neyðugar kanningar og royndir og at fáa úrslitini skjótt. Tá eru fortreytirnar fyri at seta røttu diagnosuna munandi betri enn fyrr.









