Vit eru nú bert tímar frá enn einum ársskifti. Enn eitt kalendaraár er farið afturum – hesaferð kallaðu vit tað 2012 – og fyri framman bíðar eitt nýtt og avbjóðandi ár – lat okkum bara kalla tað 2013. Tíðin gongur skjótt, serliga sum tíðin gongur, og 365 dagar fara skjótt aftur um bak, uttan av vit veruliga varnast tað. Men vit liva, sum tíðin leggur upp til. Tað skal ganga skjótt – helst skjótari, enn tað plagdi at gera – og nýfunna eydnan í mindfulness og at liva nú’ið er góð við hvørt – serliga í løtum, tá ið vit einki frægari hava at gera.
2012 bjóðaði okkum mangt og hvat. Vit høvdu persónligar upplivingar, sum vit ikki hava havt áður, og sum samfelag høvdu vit eisini nýggjar upplivingar. Í øllum førum vóru tey tingini, sum hendu undanfarin ár, nýggj í hesum árinum. Seinastu árini hava verið merkt av búskaparliga truplum tíðum nógvastaðni. Hóast gongdin hevur verið heldur frægari í fleiri londum, enn hon var undanfarin ár, hava fleiri lond og fólk tað sera trupult búskaparliga. Í suðureuropa merkja tey veruliga niðurgongdina, og vit, sum hava handilsviðurskifti við hesi lond, kenna eisini sviðan av niðurgongdini. Her heima hevur vaksandi laksaútflutningurin og økti makrelfiskiskapurin syrgt fyri, at búskapurin hevur tað hampuliga gott, men tað almenna roynir tó framvegis at halda eftir í útreiðslunum, og tað merkist á summum økjum. Búskapurin er eisini merktur av, at fólk royna at spara upp ella gjalda skuld niður, heldur enn at brúka meira pengar.
Á politiska leikvøllinum hevur stríðið verið hart í ár. Samgongan hevur framt fleiri týðandi broytingar í samfelagnum, og ágangurin frá andstøðu, fakfeløgum og øðrum hevur verið stórur. Samgongan hevur tó í stóran mun staðið saman og hevur gjøgnumført sínar ætlanir, hóast summar av teimum hava verið umstríddar. Í november var kommunuval, og tað hevði við sær broytingar í fleiri av stóru kommununum. Í størstu kommununi var valið søguligt, tí ein flokkur vann fyri fyrstu ferð nakrantíð meirilutan einsamallur.
Hjá fjølmiðlunum hava tað aftur í 2012 verið nógvar hendingar at fylgja við í. Summar søgur seta veruligan dám á flest allar fjølmiðlarnar í longri tíð, meðan aðrar søgur koma og fara við størri ferð. Internetið hevur gjørt, at tíðindi ferðast skjótari enn áður, og tað hevur givið prentaðu bløðunum ein annan leiklut, enn tey høvdu fyri bara 10 árum síðani.
Sosialurin hevur í 2012 roynt at givið sínum lesarum eina fjølbroytta mynd av tí, sum fyriferst í føroyska samfelagnum. Sosialurin er partur av samtakinum, sum eisini umfatar tíðindapartin á Portalinum, Rás2 og Miðlahúsið. Hetta gevur møguleikar at framleiða ymiskt tilfar til ymiskar miðlar og brúka tær styrkir, sum teir ymsu miðlarnir hava. Í hesum serblaði – tí seinasta í hesum árinum – varpa vit ljós á nakað av tí, sum Sosialurin hevur latið sínum lesarum í ár. Hetta er á ongan hátt ein fullfíggjað mynd av árinum, ið fór, men nakrar úrvaldar greinar, sum hava verið í Sosialinum farna árið.
Vit takka við hesum fyri 2012 og ynskja øllum eitt gott 2013!
Sosialurin