Eingin ivi er um, at Helgi W. Olsen var tann fimleikarin, sum føroyingar høvdu størstu vónirnar til undan oyggjaleikunum. Ikki minst í ringunum, har talan tær báðar seinastu ferðirnar hevur verið um gull. Men [...] av bisceps, og tað hevur argað nakað síðani. Tí hava eg nú tikið avgerð um, at eg ikki fari út í tær tyngstu kappingarnar. Altso ringarnar. Hinvegin eri eg framvegis við á barruni, gólvinum og hestinum [...] góðtaka. - Tað kanst tú ætla. Tað eru serliga tey tungu elementini í ringunum, sum hava verið mín styrki, og tað eru eisini hesi, sum eg havi satsað nógv mest uppá. Í ringunum veit eg, at eg var favorittur
hugsað um at onkur átti at gjørt okkurt við hetta økið. Men longur er so hugsanin ikki komin, og tí hava fólk bara vónað og vónað at onkur fór at taka sær um reiggj einaferð í tíðini. Og mín sann um hetta [...] Jórun er ein av eldsálunum í nevndini, og hon tosaði mangan um hetta sama: Tað vantaði onkur, sum kundi taka sær av økinum. - Eg veit ikki, tú. Men hon fekk so tosað meg til at gera okkurt við hetta økið [...] Fríðkan Miðvágur: - Ja, hann Jens Kristian - hann mást tú tosa við. Fara bara oman til vøllin, so sært tú alt tað, sum hann longu hevur fingið í lag! Nøkurlunda soleiðis ljóðaði áheitanin vit fingu frá
journalistar og bløð og talar at, um hon heldur, eitt mál hava verið ov illa handfarið. Og hon aftar seg ikki við at ringja til norska forsetisráðharran, Kjell Magne Bondevik, um tað skal vera. Tað gjørdi hon [...] ivaðist ongantíð í at fara, men viðgongur, at hon kendi seg øgiliga fremmanda í nýggja umhvørvinum. - Eg veit ikki, hvat eg hevði ímyndað mær, men bygdin vísti seg at liggja á eini rættiliga avbyrgdari oyggj [...] mest til at sita á bókasavninum ella ganga til konsertir og tílíkt. - Eg haldi tey hildu meg vera nakað snobbuta. Vit búðu har í 11 ár, men húsmóður gjørdist eg ongantíð og verði tað heldur ikki, sigur
num inn gjøgnum høvuðsdyrnar. Veit hann, hvat fundurin fer at snúgva seg um?! - Nei, sigur viðkomandi. Tað havi eg ikki ánilsi um. - Vilt tú hava tað at vita, so kanst tú bara spyrja í resepsjónini. Tey [...] fundar, tí tey tey skulu kunnast um eitthvørt helst eitt álvarsmál, tá øll teirra verða boðin til ein slíkan fund og eina slíka tíð. Tað er ikki líkt til, at nakað teirra veit, hvat evnið er á fundinum ella [...] til fulnar veit, hvat nú skal henda, hóast tey neyvan kunnu hava verið ókunn um støðuna og tíðindini, sum hava gingið hesa seinastu vikuna. Okkurt er kortini í væntu. Spurningurin er so bara, um tað er gott
tey síðani hava tosað við onnur um Andor og tað, tey vóru úti fyri. - Eg veit ikki, um eg hevði dugað at tosað við nakran av teimum, um ikki tey høvdu sæð hann, sigur Poula. Hesar fýra dagarnar komu nógv [...] frágreiðing um, hvussu alt fór at ganga fyri seg. Jarðarmóðirin segði, at tey vildu bíða eitt sindur fyri at vita, um føðingin fór at fara í gongd av sær sjálvum, tí Poula hevði nógvar verkir um hetta mundið [...] í íbúðina við ongum barni. Tey høvdu tó ikki gjørt nakað tilreiðar, áðrenn hon fór út til jarðarmóðurina týsdagin frammanundan, so tað lætti nakað um hjá teimum. - Men ta fyrstu tíðina mátti eg venda mær
høvuðselement í dansinum: Tú fortelur aldrin, at tú fer at dansa, tað skal verða eitt yvirraskilisi og dansurin lærir børn at kenna ræðslu, og at reagera uppá hesa. Sum Makka segði, um tú "frysti" og ikki reageraði [...] líknandi festivalur gjørdur um Malta, og hetta økti munandi um ferðafólkatalið í tíðini aftaná. Fríggjakvøldið var festivalurin settur alment. Uml. 500 fólk vóru boðin til fyrilestur um Grønland, ið grønlendski [...] framførdu. Hetta var sera áhugavert, tí sjálvt um tær báðar, tann 15-ára gamla Tinka og eg veit ikki hvussu gamla Anna, framførdu trummudans, so minti tað meg um føroyskan dans, á tann hátt at tær líkasum
tónleikari mást tú duga at siga stopp, tá tú metir, at tú ikki kanst umboða tað, tú gert. Tað merkir ikki, at tú skal vera ómøguligur og ongantíð kunna gera nøkur kompromis, tí so tú kemur tú jú ongan veg [...] talan eisini hevur verið um mótgongd í stórbýnum. - Tónleikaheimurin er ein harður og náðileysur heimur, og nógvir vandar liggja og lúra. Kappingin millum øll talentini er hørð, og tú kanst sera lætt verða [...] vera hart ikki at hava álit á fólkunum kring teg og teimum, tú samstarvar við, staðfestir Sigrið. Spurd, hvat hon ítøkiliga meinar, tá hon tosar um mótgongd og vónbrot, fer hon at greiða frá, at hon fyri stuttum
mást tú menna tína egnu hondskrift sum málari, um tínar myndir skulu fáa eitt listarligt haldvirði. Tað er tað, eg allatíðina arbeiði uppá, men tað krevur, at tú torir at líta á teg sjálvan Lítir tú á teg [...] støðugur íblástur hjá Hanna. Men alt hetta kjakið um stíl hevur ikki serliga stóran týdning fyri Hanna. - Tað er eitt sindur av eini oyðimarkargongd, um tú heldur teg skula skapa tín egna stíl, tí alt er [...] Harragud, tað er bara ein málningur, og eg eri ikki nakað heimsnavn við øllum mínum umdømi uppá spæl. At mála er ein gongd, og mínir fyrstu málningar eru dømi um, hvar eg var staddur í míni listarligu gongd tá
tekst eftir ein annan. -Visti tú, at abbi tín undir Fjalli var pedofil, tá omma tín var blivin senil, hoyrist blásandi úr hátalurunum. Á grøna graslíkinum á spæliplássinum veit ein partur av áhoyrarunum ikki [...] num. Á spæliplássinum eru kortini kontrastir, sum vilja nakað. Meðan stórur partur av áskoðarafjøldini syngur við lagnum hjá Páll Finnur Páll um abban, sum sker ein misnýttan smádrong sundur, og fleygar [...] num, sum eru so fegin um speisku og stuttligu tekstirnar hjá Páll Finnur Páll. Ymsastaðni á spæliplássinum renna foreldrur runt og halda fyri oyrini á børnunum, meðan tekstir um blottarar og pedofilar
heldur orð Jan, hvat dámar tær við Heðini? -Ja, skalt tú siga nakað positivt um Heðin Mortensen, kanst tú siga, at hann er ótrúliga energiskur. Er tað nakað, tær ikki dámar við honum? -Ja, tað er tað sjálvsagt [...] er rættiliga ljótur. Heðin, hugsar tú nakrantíð aftur avgerðina tú tókst eftir býráðsvalið 9. november? -Sjálvandi hugsi eg um tað, men tað er ikki nakað, eg hugsi um hvønn dag. Skal eg vera heilt erligur [...] fyrsta loysnin í samráðingum, men tú skalt ongantíð siga ongantíð. Tá tú gert eina samgongu, so er tað sum eitt hjúnarlag. Tú ert ikki giftur við einum persóni, sum tú slettis ikki hevur álit á, og tí vil