Pedofilar og hoppiborgir

Fríggjakvøld kl. 21.15

-Eitt, tvey trý, sting inn í. Fýra, fimm longur inn.
Annar sangarin í Páll Finnur Páll, Páll Oddur Rubeksen, sær veruliga út til at taka sær av løttum á pallinum á spæliplássinum, meðan hann spýtir út ein fúlan tekst eftir ein annan.
-Visti tú, at abbi tín undir Fjalli var pedofil, tá omma tín var blivin senil, hoyrist blásandi úr hátalurunum.
Á grøna graslíkinum á spæliplássinum veit ein partur av áhoyrarunum ikki, hvussu tey skulu fyrihalda seg til tekstirnar hjá Pálli Finni Páll. Summi flenna í kíki, meðan onnur gerast meira álvarsom, sum framførslan gongur.
-Teir hava sgu ongar hemningar what so ever, hoyri eg onkran siga aftanfyri meg.
-Tað er feitt, at onkur torir at syngja um sovorið, tí alt hatta er fullkomiliga tabu í Føroyum, hóast øll vita, at hatta fer fram, hoyri eg onkran annan siga.
Sparkandi, stuttligu og speiski tónleikurin hjá Páll Finnur Páll er aftur ein dundrandi succes. Fremst framvið pallin er ein stórur fjepparaskari, sum hoppar og syngur við alla framførsluna hjá havnarbólkinum.
Á spæliplássinum eru kortini kontrastir, sum vilja nakað. Meðan stórur partur av áskoðarafjøldini syngur við lagnum hjá Páll Finnur Páll um abban, sum sker ein misnýttan smádrong sundur, og fleygar sær eftir líkinum, reiggja ósek smábørn á spæliplássinum og hugna sær á litføgru hoppiborgini.
Tað eru ikki øll á spæliplássinum, sum eru so fegin um speisku og stuttligu tekstirnar hjá Páll Finnur Páll. Ymsastaðni á spæliplássinum renna foreldrur runt og halda fyri oyrini á børnunum, meðan tekstir um blottarar og pedofilar blása úr hátalarunum.
Vælumtóktu framførslurnar hjá Páll Finni Páll í ár og í fjør eiga at geva havnarbólkinum pláss á G! Festivalinum komandi ár, og tá kundi verið skilagott at latið teir spælt seinni á kvøldi, so smábørn sleppa undan at hoyra um pedofilar og blottarar, meðan tey hugna sær á spæliplássinum.
.páll