tykist hesin als ikki at taka atlit at hvørki prosess-skrivi hjá Maskinmeistarafelagnum ella vitnisfrágreiðing hjá formanninum. - Viðgerðin hjá Fasta Gerðarrætti sær út til at hava verið ógvuliga óprofessionell [...] arbeiða henda dagin. Soleiðis sigur Arnfinn Bech, formaður í Maskinmeistarafelagnum, um úrskurðin, sum Fasti Gerðarrættur hevur gjørt í málinum um fyrsta heimferðadag hjá navigatørum og skiparum. Fasti [...] Fasti Gerðarrættur hevur gjørt av, at fyrsti heimferðadagurin ikki skal telja sum arbeiðsdagur og tískil heldur ikki skal verða afturløntur við einum frídegi. Tað var Føroya Skipara- og Navigatørfelag, sum
sjálvandi roynt at selt fiskin hjá onkrum fiskavirki, ella teir fóru inn á Toftir ella Kaldbak við fiskinum. Men, sum Regin sigur tað: - Hetta er eitt sindur uttanhanda. - Hjá mær er ikki altíð talan um tær [...] flak eisini, sigur Regin. Hann tekur so tað flakið, hann ikki selir við sær til hús, tí sum hann sigur familjan er stór. - Eg kenni serliga nógv fólk, tá eg havi skorið nógv flak!, sigur hann við einum [...] kanska ivaleysa tíðliga kortini, sigur Regin, sum var aftur á Havnini um 4-tíðina seinnapartin. Sum nevnt so harðnar streymurin nú meiri og meiri, men tað hevur so borið til hjá Regini at royna báðu megin
nakrantíð havi upplivað, sigur Tummas Pauli Juul. Síðani tey eru komin aftur í íbúðina, hava tey skundað sær at boða sínum nærmastu heima í Føroyum frá, at tað veit væl við hjá teimum, og nú vita øll har [...] og teirra børn eru saman við systir Tummas Paula og familju hennara stødd mitt í rokinum í Nice í Suður-Fraklandi, har yvirgangsálop bleiv framt í kvøld. Ein lastbilur koyrdi mitt inn í eina mannamúgvu [...] hent beint har, sum vit júst høvdu gingið, greiðir Tummas Pauli Juul frá í telefonini úr Nice. Hann sigur, at fólk runnu í allar ættir, og tað fyrsta, sum eg hugsaði, var bara at samla øll míni, og so fóru
sigi tykkum.: Tann dagin vóru tað mangir íslendingar ið feldu eitt tár, sigur Eyþór Eðvarðsson. - Eg havi somu kenslur nú, sigur hann. Íslendingarnir hava sett sær fyri at rógva teinin úr Kristianssand [...] Tað síðsta samdøgurið róðu vit sum svakir, men tað var rørandi at stíga fótin á land í Porkeri. Tað sigur Eyþór Eðvarðsson, ein av íslendsku rógvarunum á árabátinum Áuður, sum tók land í Porkeri eftir at [...] samdøgur um at rógva til Føroya. - Vit høvdu eisini eina harða ferð til Føroya, tí 100 fjórðingar suður úr Føroyum brotnaði róðrið, so vit fingu ikki stýrt. Vit riggaðu kjølin til, men elvdi bara til, at
kann forklára tað so, at í hasum skrivinum er millum annað víst á, hvar áleið mørkini hjá Javnaðarflokkinum ganga, sigur Aksel V. Johannsen. Spurdur um, hvørt tey mørkini bróta nógv frá tí, sum landsstýrið [...] støða skuldu takast til fiskivinnunýskipanina í kvøld, tí í morgin fer løgmaður av landinum. Løgmaður sigur, at hann hevur havt ynski um at fáa tað liðugt í kvøld, og fyri so vítt eisini í gjár, men at tað [...] samgongan tingast enn, og roynt verður at tosa seg til sættis innan samgonguna. Tá ið samgongan fór suður á Seglloftið týsdagin, var tað við seks punktum á skránni, sum skuldu viðgerðast. Trý teirra fann
sum kom til Føroya sum fyrsti trúboðarin hjá donsku Indre Mission. Í dag er kornið vaksið til eitt træ, sum himmalsins fuglar reiðrast í. Vagn Foldbo er í dag aðalskrivari hjá Heimamissiónini, sum hevur [...] Nesvík varð vígt. Hetta húsið hevur havt stóran týdning fyri abreiðið hjá Heimamisssiónini og er í dag høvuðsstøð hjá rørsluni, sigur Vagn Foldbo. Frá byrjan varð húsið als ikki gjørt sum ein fyrisiting [...] tilboð tey vilja hava. Vit hava mestsum alt at bjóða, sigur aðalskrivarin. Tað eru øgiliga nógv fólk við í tiltøkunum hjá Heimamsisiónini í dag, sigur hann. ?Vit hava barnaabeiði ymsastaðni kring landið
Mánakvøldið byrjar sendingin Chili Klaus hertekur Norðurlond á TV2 Fri. Fyrsti parturin lýsir ferðina hjá Chili Klaus til Føroya, og við sær hevði hann hálvføroyska skemtaran Jacob Haugaard. Upptøkurnar [...] í Suðuroy, sigur Jacob Haugaard, sum her heima er kendur sum hálvur føroyingur. - Tit hava fantastiskt veður her í Føroyum, men eg skilji á lagnum, at tað kann broytast eftir eini løtu, sigur Chili Klaus [...] eitt hornorkestur og kór undirhildu á trappuni. - Nú rendu vit okkum beint í vígsluna av trappuni, sigur Jacob Haugaard, sum ikki ivast í, at trappan verður væl móttikin. Teir báðir eru í Føroyum í samband
fólkinum, hann misbrýtur seg ímóti, men eisini móti meginregluni hjá ALS, ið sigur, at øll, sum kunnu fáa arbeiði, skulu til arbeiðis. So sigur hann víðari, at »alt skal skal vera har tað er best. Smyril siglir [...] alment, er farið á Tvøroyri, so sigur tað seg sjálvt, hvar best er at alt liggur. Hann sigur í sama andadrátti, at smáplássini doyggja út kortini. Hatta er ein fín hugsan hjá einum politikara at hava, serliga [...] og at vit ikki hava somu treytir sum restin av landinum, ella er tað makt, hann er úti eftir? Hann sigur bart út: »vit kunnu gera nakað við støðuna, men vit gera einki fyrr enn tit lúka hesi krøv«. Hetta
Mánamorgun varð næstformaðurin hjá Argja Bóltfelag, Andrass Drangastein gestur í morgunsendingini hjá Rás2. Har segði Andrass Drangastein, at hann stuðlar sjónarmiðunum hjá Tór-Ingari Akselsen, at eingin [...] ”3. Hálvleikur” hjá Rás2 sunnukvøldið bar Tór-Ingar uppá mál, at tað hevði verið hóskandi og best, at dómarar frá Eysturoynni og Norðoyggjum høvdu dømt teir seinastu fimm dystirnar hjá ávikavist AB, VB/Sumba [...] Andrass fult samdur við Tór-Ingari. Øll mugu gera sítt Lassin Isaksen, dómaraleiðari hjá Fótbóltsambandi Føroya sigur í stuttari viðmerking, at hann hevur bert 50 dómarar og hjálpardómarar at rutta við
at koma aftur ferð eftir ferð, sigur fryntliga finska gentan. Tá var hon eina viku í Føroyum og búði hjá eini føroyskari skúlagentu. Hendan gentan kom so seinni á vitja hjá sær í Helsinki. Hvussu var og [...] at eg skuldi trívast so væl her, at eg fór at koma aftur ferð eftir ferð, sigur finska Karoliina Jantunen, sum starvast hjá Mariu Poulsen Búnýti. Karoliina Jantunen kom til Føroya fyrstu ferð sum 16 ára [...] vári 2014, sum partur av Nordpluss-átakinum hjá Norðurlandaráðnum, sum letur skúlanæmingar sleppa at vitja onnur norðurlond í eina viku. Karoliina Jantunen sigur, at henni stóð í boðið at koma til Føroya