- Eg hevði ongan varhuga av, at eg skuldi trívast so væl her, at eg fór at koma aftur ferð eftir ferð, sigur finska Karoliina Jantunen, sum starvast hjá Mariu Poulsen Búnýti.
Karoliina Jantunen kom til Føroya fyrstu ferð sum 16 ára gomul, men hevur síðani havt ilt við at sleppa landinum aftur. Nú er hon her á fjórða sinni, og tó at hon fer avstað aftur í apríl, væntar hon at vera aftur í Føroyum longu í summar.
18 ára gamla Karoliina Jantunen hevur seinastu tríggjar mánaðirnar arbeitt sum kassafólk í Mariu Poulsen Búnýti. Hon er úr Helsinki, Finlandi, mamman er svii og pápin finni.
Fyrstu ferð hon kom til Føroya var á vári 2014, sum partur av Nordpluss-átakinum hjá Norðurlandaráðnum, sum letur skúlanæmingar sleppa at vitja onnur norðurlond í eina viku. Karoliina Jantunen sigur, at henni stóð í boðið at koma til Føroya, Íslands ella Noregs.
- Eg hugsaði sum so, at hetta var mín einasti møguleiki at vitja Føroyar. Eg hevði ongan varhuga av, at eg skuldi trívast so væl her, at eg fór at koma aftur ferð eftir ferð, sigur fryntliga finska gentan.
Tá var hon eina viku í Føroyum og búði hjá eini føroyskari skúlagentu. Hendan gentan kom so seinni á vitja hjá sær í Helsinki. Hvussu var og ikki, Karoliinu Jantunen dámdi so væl í Føroyum, at hon valdi at koma aftur um heystið. Hesa ferð arbeiddi hon eitt skifti í Hon og Hann og síðani hjá Mariu Poulsen Búnýti. Hon fekk tá greið boð, tá leiðin lá aftur til Finlands tíðliga á várið, at hon mátti koma aftur í summarferiu, og hon so gjørdi.
- Øll søgdu, at eg mátti uppliva føroyska summarið og G! festivalin, so eg kom aftur í fjør summar. Tað var ein fantastisk uppliving, sigur hon.
Nú er hon so í Føroyum á fjórða sinni. Hon tekur eina yrkisfakliga útbúgving innan handil og fyrisiting, og er nú starvslesandi í Føroyum. Hon hevur starvast hjá Mariu Poulsen Búnýti síðani novembur og fer aftur til Helsinki í apríl. Karoliina Jantunen greiðir frá, at hon upprunaliga ætlaði sær í starvsvenjing í Spania, men skilti sum frá leið, at tað fór at vera torført, tí hon dugir ikki spanskt.
- Eg tosi heldur ikki føroyskt, men av tí at mamma mín er svii og eg tosi svenskt heima, so fellur tað mær lættari at skilja føroyska málið. Nú skilji eg næstan alt, sum fólk siga við meg, men eg tosi lítið. Eg royni at siga smá ting, sum tølini og so framvegis, men eg dugi ikki meiri enn tað, sigur Karoliina Jantunen, sum nú als ikki angrar, at hon kom til hendanvegin heldur enn suður í sólina.
- Tað er næstan synd at siga tað, men eg sakni ikki familjuna ella Finland, hóast eg ikki havi verið í Finlandi í skjótt eitt hálvt ár. Onkuntíð er okkurt, eg kundi hugsað mær, sum onkran serligan mat, men av tí at eg alla tíðina havi góð fólk rundan um meg, leingist mær ikki stórvegis aftur til Finlands, sigur Karoliina Jantunen.
Í mai verður hon liðug við útbúgvingina, og hvat ger hon so?
- Eg vænti, at eg komi aftur til Føroya, sigur hon við einum smíli. Her er nevniliga onkur drongur, sum dregur hana aftur hendanvegin.