Tað var í nátt, at løgreglan í Klaksvík hevði trupulleikar av útlendskum sjómonnum. Í fyrstu atløgu varð løgreglan boðsend tí ein sjómaður leikaði í inni á einum skeinkistaði, har hann breyt ein rút. Løgreglan [...] hevði verið í lag við tveir landsmenn og skipsfelagar, og hesir báðir høvdu verið eina rundferð í Klaksvík, har teir høvdu stolið súkklur, sum teir ætlaðu at taka við sær umborð. Tá ið løgreglan tók teir [...] seldar á uppboðssølu, sigur vakthavandi á løgreglustøðini í Havn. Tó væntar løgreglan, at fólk í Klaksvík fara at gera vart við seg, um tey mangla eina súkklu.
ymsan hátt, ókeypis hevur verið á koyra í fýra dagar, skipað varð fyri »Opið Hús« í býráðshúsinum í Klaksvík í gjár, har ymiskt leskiligt var at fáa, tónleikur, fyrilestrar, framsýningar og til bar at síggja [...] havt ymisk tilboð og leingi opið. Væl av fólki nýtti høvið at støkka inn á gólvið í býráðshúsinum í Klaksvík og eisini at vera við til mongu fyrilestrarnar í býráðshøllini: Kl. 12.00 Jóhanna á Tjaldrafløtti [...] ídnaðarøkinum á Strond – heimsins størsta alistøð. Kl. 16.00 Ósbjørn Jacobsen, arkitektur – Miðbýurin í Klaksvík. Millum áhugaverdu fyrilestrarnar, spældi Pætur við Keldu lættan tónleik á flyglið í býráðshøllini
Árliga Klaksvíks kappingin í fótbólti er á skránni í dag. Fyrri dysturin er klokkan 13, tá ið heimaliðið fær vitjan av bronsuvinnarunum í Víkingi, og seinni dysturin verður klokkan 15.30, tá ið meistararnir [...] runum í NSÍ. Tað hevur kavað síðani heilt tíðliga í morgun, og tað er fitt av kava niðurkomin í Klaksvík, har fótbóltsvøllurin væl og virðiliga var kavaklæddur, tá ið teir um níggju tíðina fóru at rudda [...] Líkindini verða neyvan av teimum bestu, men tað verður mett, at tað verður møguleiki at spæla fótbólt í Klaksvík seinnapartin.
Líkt er til, at Klaksvík fær ein seinasta møguleika at varðveita vinarbýarsamstarvið við Wick í Skotlandi, tí skotarnir tóku onga støðu til samstarvið, tá teir høvdu fund í gjárkvøldið. Ráðslimirnir í [...] taka støðu til ynskið hjá ráðsliminum fyri Wick, Gail Ross, um at slíta vinarbýarsamstarvið við Klaksvík. Gail Ross kom í fjør við eini áheitan um at slíta vinarbýarsamstarvið, eftir at fleiri borgarar [...] Føroyar og nevndi Scrabster, har fleiri føroysk fiskifør vitja. Jógvan Skorheim, borgarstjóri í Klaksvík, fegnast um, at eingin avgerð í gjárkvøldið varð tikin um at slíta vinarbýarsamstarvið. Hann heldur
um í dag, og ein dystur verður í Klaksvík. Í bestu kvinnudeildini, Hvonn deildini, eru tveir dystir: Kyndil og VB spæla í høllini á Hálsi klokkan 14.30, og í Klaksvík spæla Stjørnan og VÍF klokkan 15.00 [...] stig, VÍF hevur 11 stig, KÍF og Kyndil hava 8 stig, StÍF hevur 7 stig, Neistin hevur 4 stig og Team Klaksvík 0 stig. VÍF, Kyndil og StÍF hava spælt 8 dystir, og hini liðini hava spælt 7 dystir.
Meistarastevna fyri ung hevur verið í Klaksvík um vikuskiftið. Ægir og Svimjisamband Føroya skipaðu fyri stevnuni, sum varð hildin í Klaksvíkar svimjihøll. Eyðsæð er, at vit í Føroyum hava nógvar dugnaligar [...] svimjarar, men tó eru onkrir í skara fram úr. Sára R. Nysted er ein teirra. Á meistarastevnuni í Klaksvík vann hon ikki færri enn 18 gullheiðursmerki og eitt silvurheiðursmerki. Alisa Vestergaard og Rói [...] seks bronsuheiðursmerki. Tilsamans vunnu 69 svimjarar tey 336 heiðursmerkini, sum kappast var um í Klaksvík. Øll úrslitini eru at lesa á heimasíðuni svimjing.com
leggja aftrat, at Sjónám í Klaksvík er tað, sum áður var Klaksvíkar Sjómansskúli og Trygdarmiðstøðin. Stovnurin myndar sjóvinnuútbúgvingarøkið undir leiðslu av Tekniska skúla í Klaksvík, har Rúni Heinesen er [...] Á Sjónámi í Klaksvík eru tey fegin um nýggju heimasíðuna, sum stovnurin nú hevur fingið. - Vit hava leingi havt ynski um dagføringar á økinum. Vit meta, at tað er av stórum týdningi at hava eina nútíð
Í juni mánaði í ár, varð táverandi prestur í Klaksvík, Magnus Brahé Jørgensen, innkallaður til fund við biskup, viðvíkjandi tignini í prestastarvinum. Tríggir trupulleikar vóru nevndir, bústaðarviðurskiftini [...] kiftini, tænastubýtið millum prestarnar, og drykkjuskapur. Les eisini Rok um prest í Klaksvík Les eisini Eg veit ikki hvat alt rokið snýr seg um Málið hevur tikið drúgva tíð at avgreiða. Magnus Brahé Jørgensen [...] skeið í 2015. Við Kringvarp Føroya sigur Jógvan Fríðriksson, biskupur, at starvið sum prestur í Klaksvík væntandi verður lýst leystí næstum. Endalig avgerð um hetta verður tikin um jólini.
StÍF, H71 og Team Klaksvík øll standa við tveimum stigum, tá seinasti dysturin er spældur, so strandingarnir hava alt at spæla fyri, tá teir í seinasta umfarinum taka móti Team Klaksvík. Kyndil-StÍF 23-20 [...] hevur nú fýra stig, men heilt vísir í víðari luttøku eru teir tó framvegis ikki. Bæði H71 og Team Klaksvík kunnu eisini røkka fýra stigum, men undir øllum umstøðum eru tað teir grønu, sum hava allar trumfirnar
Nú allir skúlarnir byrja aftur eftir summarsteðgin, kann Tekniski skúli í Klaksvík bjóða enn fleiri høli til enn fleiri næmingar. HF-skeiðið, sum síðani 1974 hevur hildið til í gomlu handilshølunum hjá [...] fyri. Stjóri á Tekniska skúla er Rúni Heinesen. Tað hevur verið hildið, at umstøðurnar hjá HF í Klaksvík ikki hava verið tær bestu, tó at trivnaðurin hevur verið góður, bæði millum næmingar og lærarar [...] samans byrjaðu í gjár eini 250 hugaðir næmingar og 40 lærarar undir somu lon á Tekniska skúla í Klaksvík uppi við Borðoyarvík.