Leygardagin og sunnudagin fer Føroya Symfoniorkestur at hava konsertir í Christianskirkjuni í Klaksvík, í Vesturkirkjuni í Havn og í Gøtu kirkju.
Framført verður verkið Stabat Mater ? verk fyri tvær kvinnurøddir og strúkarar ? av Pegolesi. Solistar vera Daisy Johannesen og Elsa Súsanna Dalsgarð.
Harafturat verður Brandenburgkonsert nr. 3 hjá Johan Sebastian Bach eisini framførd.
Konsertin í Klaksvík verður leygardagin klokkan 16. Í Gøtu kirkju sunnudagin klokkan 15 og í Vesturkirkjuni kl. 19.30.
ek










