Fleiri stórar byggiverkætlanir hava verið í gongd seinastu árini í Klaksvík. Sambært borgarstjóranum, Jógvani Skorheim, verða fleiri av teimum lidnar í ár.
– Útlitini síggja spennandi út. Tað fer at henda nógv, og tað eru fleiri stórar verkætlanir, sum verða lidnar í ár. Millum hesar teljast fyrsta byggistig av skúlanum á Skútatrøð, Bláa Skýlið við fótbóltsvøllin í Djúpumýru og eisini nýggja rennibreytin á Másheyggi, sum skjótt verður liðug og tikin í brúk. Umframt umstøður til frælsan ítrótt fer hon at fevna um ein fótbóltsvøll, sigur hann.
Miðbýðurin í Klaksvík eru nógv broyttur seinastu árini, og serliga er tað Biskopstorgið - við sínum 30 íbúðum og samlaðu búvídd á 2700 fermetrar - ið nú myndar miðbýðin í Klaksvík. Ætlanin í 2020 er eisini, at stórur partur av miðbýnum skal verða liðugur – tað umfatar at fáa steinlagt túnið, gera veg og hugna um umhvørvið. Eisini skal kanalin millum Føroya Bjór og miðbýin gerast liðug. Umframt hetta skal ídnaðarøkið undir Hamri við Borðoyavík, sum fevnir um fleiri grundøkir til vinnufyritøkur, eisini fáast liðugt, greiðir hann frá.
##med2##
Mangla grundstykki
Borgarstjórin í Klaksvík ásannar, at fleiri íbúgvar í kommununi leita eftir bústaði, og tað er ein avbjóðing at fáa nokk av grundstykkjum til vega, fyri at nøkta tørvin. Hann nevnir komandi grannalagið undir Fossum í Klaksvík, har útstykking er í gongd til 91 grundstykkir – 44 til sethús og 47 til raðhús og roknað verður við, at fyrstu grundstykkini longu vera klár at útluta í juni 2020.
Eisini er ein av avbjóðingunum stóri eftirspurningurin eftir dagstovnaplássum. Peningur er settur av á fíggjarætlanini til nýggjan dagstovn, og ætlanin er, at tað arbeiði fer í gongd í ár.
– Barnatalið er vaksið so skjótt seinastu árini. Vit hava funnið ymiskar loysnir til ansingartilboð, men teir flestu barnagarðarnir í Klaksvík eru umbygd sethus. Nú ynskja vit at gera ein barnagarð, sum er bygdur til endamálið, so umstøður vera so optimalar sum gjørligt bæði fyri børn og starvsfólk. Nýggi dagsstovnurin verður staðsettur á Helnabrekku, har hann verður ein partur av nýggja og vaksandi býlinginum, sum eitt nú fevnir um vegirnar Undir Grashjalla, Millum Hjalla og Oman Valrætt. Býráðið hevur sett fimm milliónir krónur av til verkætlanina, soleiðis at byrjast kann upp á byggingina í 2020, sigur Jógvan Skorheim.
Ein onnur stór avbjóðing í kommunui eru klagur frá borgarum í Ánunum, sum ikki fáa heimafrið vegna larm frá skipum, sum liggja við kai hjá Klaksvíkar Havn. Tað er einki markvirði fyri, hvussu nógv skipini kunnu larma, ella hvussu leingi tey kunnu liggja við egnum ljósmotorum við kai.
Jógvan Skorheim, borgarstjóri í Klaksvíkar kommuni, ásannar, at hetta er ein risastór avbjóðing, sum kommunan enn ikki hevur fingið loyst.
– Eg vóni, at landsstýrimaðurin skjótast til ber fer at gera tilmæli ella kunngerð um júst hetta við markvirði fyri, hvussu nógv skip kunnu larma. Tað er umráðandi, at landsstýrismaðurin ger tað, so kommunurnar við hesi avbjóðingini verða javnstillaðar, sigur hann og greiðir frá, at tað ikki er haldgott við ójavnari kappining millum kommunur, ið ynskja at fáa skip á kai. Tí mugu krøvini fyri, hvussu nógv skip kunnu larma ásetast, sigur hann.
##med3##
Familja og vinna í fokus
Eisini er peningur settur av til spæliland í Klaksvík, hvørs endamál er, at góðir og spennandi karmar verða um heilsufremjandi og mennandi spæl og rørslu hjá børnum í tryggum umhvørvi. Býráðið er samt um eina íløgujáttan til hesa verkætlan, sum arbeitt verður víðari við at fremja. Tilboðini eru innkomin, og tey skulu viðgerast á fysta býráðsfundinum í ár.
– Hetta er eitt nýtt og spennandi tilboð, sum ikki er aðrastaðni í landinum. Spælilandið verður á leið 1200 fermetrar tætt við ítróttardepilin, sigur hann.
Vinnuøkið fær hægstu raðfesting í fíggjarætlan Klaksvíkar kommunu fyri 2020, har ætlan býráðsins er at gera uppaftur meir fyri at betra um karmarnar hjá vinnuni í kommununi.
– Vit arbeiða við at gera størri vinnuøki í Norðhavnini, har onkur spennandi verkætlan stendur fyri framman. Vit fáa ikki sagt meir júst nú, men vit eru í dialog við vinnulívið í økinum, sigur hann.
Vónar eitt gott val
Seinni í ár verður býráðsval, og borgarstjórin vónar, at hann framhaldandi sleppur at føra Klaksvík fram á leið.
– Eg vóni at sleppa at styrkja Klaksvíkina meir í kapping, men eisini sum eitt spennandi bústaðarval har børn kunnu vaksa upp undir góðum og tryggum karmum. Fortreytirnar eru tó eitt sterkt vinnulív, og eru fortreytirnar góðar, so verður trivnaðurin eisini betri. Klaksvík sær meir út sum ein býur í dag enn nakrantíð fyrr, sigur borgarstjórin í kommununi.













