Fríggjadagin kom Næraberg til Klaksvíkar, tí ein spælmotorur var farin.
Næraberg fór út beint fyri nýggjárið, og ætlanin var ikki at koma heim júst nú. Men óhappið við spælinum gjørdi tað neyðugt at leggja leiðina heim.
Næraberg lá í Klaksvík um vikuskiftið, og báðir spælmotorarnir vórðu skiftir.
Næraberg legði veiðina, sum hann hevur fingið síðani nýggjárið, upp í Klaksvík, meðan hann varð umvældur. Hann landaði 330 tons av surimi og 195 tons av mjøli.