Ella er tað ov møtimikið at fara í gongd við ein frískúla? Eg veit tað ikki, men eg vóni, at um enn ein privatskúli verður settur á stovn, at hetta so verður hetta gjørt við tí fyri eyga at bjóða eitt pedagogiskt [...] verða vardir. Men hetta er ikki heilt rætt. Er áhugi fyri privatskúlum so eru foreldur og lærarar vælkomnir at seta hetta í gongd. Í mars 2002 samtykti løgtingi lóg um frískúlar. Í góð fýra ár hevur møguleiki [...] sláa kalt vatn í blóðið og um at seta ein arbeiðsbólk boðar ikki frá skúlapolitiskum broytingum. Men er heldur eitt boð uppá, at landsstýrismaðurin ikki veit, og ikki var til reiðar at taka ímóit einum so
higartil er ein sløk hálv millión smolt sett út, og næstu tíðina fer stívliga ein hálv millión út aftrat. - Hetta verður á leið tað sama, sum vit settu út seinast, og gongur alt væl, vænta vit, at hetta fer at [...] vísir á, at tey fyrstu árini lógu ringarnir ytri á vágni, og tað vísti seg, at tá uppgangur var, riggaði hetta ikki so væl, tí fiskurin gjørdist strongdur. Í byrjanini av tíðini á Sandsvág hendu eisini [...] morgunin eftir.c - Tað tekur mær umleið 35 til 40 minuttir at koyra av skrivstovuni á Strondum og suður til Sands og kanska brúka bilarnir, sum koyra, tá fiskur verður tikin, í umleið ein tíma ella so hvønn vegin
og Portugal hesu ferð er annars at siga, at talan var um eitt fótbóltsupplivilsi av teimum heilt stóru. Frammanunand var nógv skrivað um, at hetta var ein dystur millum Zidane og Figo, men teir báðir vóru [...] , skrivaði ein blaðmaður í danska Tipsblaðnum, at slík kvøld trýr man uppá, at ein fótbóltsgudur veruliga er til. Nú skal eg ikki siga, um hetta er rætt ella skeivt, men um so er, kann ein allarhelst staðfesta [...] bæði fyrstu brotsspørkini vórðu misnýtt, og tá Totti, eins og Panenka gjørdi tað í 1976, lobbaði sítt brotsspark í málið, var líkt til, at Holland var úti. Van der Saar bjargaði tó næsta skotinum frá Maldini
pápan. Men hann var kanska ikki eins góðu “kapitalistur” sum hann var rithøvundur og alt annað, hann var. Fyritøkan varð fyrst umskipað til eitt partafelag, men í 1953 fór hon á húsagang. Tá var eisini kreppa [...] Heim afturkomin var tað vanligt, at hann hevði eitt stórt uppboð ella auktión, sum Tom Nicolaisen var vanur at standa fyri. Auktiónir hjá Tom var partur av undirhaldinum tá í tíðini. Tom var sera hittinorðaður [...] árar. Tað varð sagt, at hesin flutningur var góð inntøka hjá teimum, sum høvdu jaktirnar. Teir kundu fáa eini 50 oyru fyri hvørt kolli, jaktirnar fluttu í land. Tí var tað umráðandi at verða fyrstur og fáa
kann annað sigast enn, at tað hetta kvøldið var talan um tveir sannførandi hálvfinalistar. Tær struku avstað við tilsamans 75 % av samlaðu atkvøðunum. Feitur sangur Guðrun var sjálv vælnøgd við, hvussu tað [...] Imagine hjá John Lennon var heilt serlig og mundi fara inn undir húðina á flestu áhoyrarunum. Spurd um, hví júst tað var Imagine, sum hon valdi, svaraði Guðrun púra avgjørd: - Imagine er ein feitur sangur við [...] vunnið. Hetta viðgongur hon og sigur í sama andadrátti, at støðið á kappingini var nógv hægri hesuferð. - Eg væntaði onki. Ikki soleiðis at skilja, at eg ikki hevði vónina, men øll vóru so góð í kvøld
fingið ein nýggjan stuttsøguhøvund, sum ikki smæddist burtur ímillum teir frægu. Eg var limur í nevndini í Mentunargrunni Studentafelagsins og skuldi formliga góðkenna uppskot til útgávur, og tað var als [...] ikki sjáldsamt, at vit havnaðu tílíkum. Her var kortini eingin ivi. "Dóttir av Proteus" var nýbrot í føroyskum bókmentum, bæði innihaldsliga og málsliga. Tað var ikki vanligt, at søgur snúðu seg um gerandisdagin [...] flestar, og tær vóru tekin um, at ein broyting var ávegis í føroyskum skaldskapi. Síðani tá hevur Hanus latið bók eftir bók frá sær: trý stuttsøgusøvn, tvey greinasøvn, ein sjónleik, stórverkið um J.H.O.
sigur borgarstjórin. Ein av stóru verkætlanunum, sum bygdaráðið nú er í holt við, er, at ein nýggjur musikkskúli við tíðini skal gerast ein mentanardepil í Sørvági. Hetta er ein rættiliga stór verkætlan [...] valskeiðinum. Eitt av tí fyrsta vit fóru undir, var ein nýggj egningarmiðstøð, sum veruliga er eitt prýði á keiini. Eitt annað, vit skjótt fingu gjørt, var at fáa keypt nýggjan brandbil, nakað, sum leingi [...] barnagarðurin. - Men hann var júst farin í gongd, tá hetta bygdaráðið tók yvir, so tað eru vit, sum hava umsitið byggingina. Eitt annað av tí fyrsta vit gjørdu, tá vit tóku við, var at leggja nýtt graslíki
líða, Ein ósædd hond mær stundum opnar tá Tær dyr til landið fríða. Og sum á gloppi standa hinar dyr, Og dýrdin útum lýsir, Gerst vissa sæl tað, veika hjarta spyr, Hvør ivi, sinnið hýsir. Edvin var nummar [...] samsystkin. Sámal Jóhannes (Sammajóannes) var giftur 3 ferðir: Fyrsta konan var Jacobina Joensen úr Havn. Tey fingu 2 børn: Betty (1906) Octavia (1908) Onnur konan var Lisa Joensen úr Skopun. Tey fingu 9 børn: [...] nakran. Heimið hjá teimum á Selheyggi var eitt fyrimyndarligt heim, har kærleiki, nøgdsemi og gudsótti vóru sjónlig. Tað fyrsta, tú legði merki til, tá tú komst á gátt, var tann vælsignaði friður, sum valdaði
í hópinum. - Eg eri sjálv blivin ein væl betri spælari av at hava roynt meg uttan fyri Føroyar. Sálarliga hevur tað eisini styrkt meg nógv, tí tá eg kom til Sundby, var eg tann nýggi spælarin, sum bleiv [...] vælsamansjóðaðum hópi. Eingin spælari kom yvir og tók í hondina á mær, tá eg møtti til fyrstu venjingina. Eg kendi meg tí ikki serliga vælkomna. Tað var hart, men tað hevði samstundis við sær, at eg til hvørja [...] hjá henni er í næstbestu donsku deildini, men Lív kundi spælt á hægri stigi, um tað lá fyri. Í fjør var hon við til at spæla FC Nordsjælland upp í bestu deildina. Felagið ynskti, at hon helt fram, og onnur
m, fegin yvir ein góðan døgurða, og lati hugflogið falda seg út. Nær feldi tú seinast eitt tár? Seinastu ferð, eg pilkaði leyk! Nær smakkaði tú tær seinast á? Í gjárkvøldið. Eg havi ein gest pt, og vit [...] síðani 2000. Tá eg kom hendan vegin í 1974, var tað sum lektari á setrinum, men í 1980 flutti eg yvir á savnið, tí vit høvdu í fleiri ár ongi lesandi. Tað var ikki populert at lesa heima tá. Eg havi so [...] vit fingu okkum eitt glas av einum góðum whisky Hvat var seinasta ynskið, sum tú fekst uppfylt? Tað minnist eg ikki beint nú! Hvar arbeiðir tú? Eg havi sitið sum stjóri á Náttúrugripasavninum síðani 1995