Turbo Hanus ? Ein hvirla fyllir 60

Tá ið tú hittir Hanus á gøtuni í Havn ella tey seinnu árini í Keypmannahavn, so er tað kanska ikki akkurát turbo og ferð, tú hugsar um.

Maðurin er um somu tíð fyrikomandi, smílandi og hugsunarsamur, og hóast tú næstan beinanvegin merkir, at hann er miðvísur og ikki sørt andbráður, so er tað ikki kensluna av skundi, tú heftir á hann. Men skund hevur hann havt, og eg misteinki hann fyri, at tá ið vit onnur ikki síggja, so rennur hann og arbeiðir annars allan sólarringin runt. Hvussu kann hann annars hava havt stundir til alt, hann hevur avrikað tey seinasta tíggju árini? Eg spyrji bara!
Tað fyrsta eg sjálvur minnist til avrik hjá Hanusi eru týðingarnir í savninum "Drekin og aðrar søgur", sum kom út í 1969, meðan eg gekk í studentaskúla. Høvundarnir í úrvalinum eru: Ray, Bradbury, Graham Greene, W. Somerset Maugham og H.G. Wells - allir høvundar, sum eg frammanundan las við størstu fragd á enskum ella í danskari týðing. Men nú vóru teir fluttir yvir í føroyskt og ikki eitt stirvið bókmentamál, men eitt livandi føroyskt merkt av ramligum og liðiligum bygdarmáli. Hetta var stuttleiki at lesa, og tú varnaðist - kanska fyri fyrstu ferð av álvara - at alt kann sigast á føroyskum, at tað ikki altíð er neyðugt at lesa eina bók í danskari týðing, um tú ikki hevur tamarhald á upprunamálinum.
Seinni, á eini várveitslu í Århus í 1975 minnist meg rætt, kom eg á tal við Hanus, sum nettupp hevði givið eitt savn av Ray Bradbury út, og hann gav mær savnið. Eg minnist enn, hvussu tað dagin eftir, tá ið eg lá á sofuni og las hesar søgur, sum eg frammundan kendi væl, men ikki á føroyskum, hvussu ein ylur ferð eftir ferð fór upp eftir bakinum, tí málið um somu tíð var beinrakið og sjálvsagt. Og tað er ikki hvørs mansføri her hjá okkum, har mangur roynir at brongla skriftmálið sum mest við antin at taka beint úr íslendskum ella við at smíða sjálvur. Hanus hevði kjølfestuna frá uppvøkstrinum úti í Skúvoy, og tað er hon, sum leiðir hann á beina leið.
Fá ár seinni sat eg seint eitt kvøldi við handritinum til "Dóttir av Proteus" og fyri hvørja søgu eg las, bleiv eg meiri og meiri vísur í, at Føroyar høvdu fingið ein nýggjan stuttsøguhøvund, sum ikki smæddist burtur ímillum teir frægu. Eg var limur í nevndini í Mentunargrunni Studentafelagsins og skuldi formliga góðkenna uppskot til útgávur, og tað var als ikki sjáldsamt, at vit havnaðu tílíkum. Her var kortini eingin ivi. "Dóttir av Proteus" var nýbrot í føroyskum bókmentum, bæði innihaldsliga og málsliga. Tað var ikki vanligt, at søgur snúðu seg um gerandisdagin hjá tilkomnum ungdómi, trilvandi sum í blindum eftir einari framtíð.
"Hellan" leggur fyri sum ein vakur prologur frá barnaárum á útoyggj. Men blaðsíðan er ikki hálvgingin, tá ið lesarin fær varhugan av, at bygdin ikki er tann bera friðsæla, at undir tí hugnaliga yvirflatanum liggja aðrar kreftir og lúra. Hellan, fjart frá bygdini umboðar afturfyri lukkudreymarnar. Spillan í søguni eru tey vaksnu, og mótsetningurin í søguni er júst ímillum tann reina barna-heimin fjart frá bygdini og so ta tvitnu verðina heima í túninum.
Í "Undir tínum veingjabreiði" eru vit aftur í tí at síggja til hugnaligu bygdini, har okkurt kortini ikki ruggar rætt. Søgan er ein beisk lýsing frá barnaárunum í lítlari bygd, har jagstran og stigmatisering av tí, sum er annarleiðis, er gerandiskostur. Ivi og tvørrandi sjálvsálit verða sádd í barnaárunum og gerast seinni ein høvuðsmeinbogi í lívinum hjá tí unga.
Í søguni "Tann bláa kannan" eru vit eitt heitt vár í stórbýnum, har frásøgumaðurin roynir at finna fram til, hvat tað er, hann vil. Hann hevur ilt við at velja og taka støðu, sjálvt tá ið møguleikarnir verða latnir honum upp í hendi. Ivin frá barnaárunum vitjar aftur, og hann trýr ikki rættiliga upp á møguleikan, tá ið hann er har.
Sami standurin verður vístur í tittulsøguni "Dóttir av Proteus", sum fer fram í ølklubbaumhvørvi eitt summar í Havn. Huginum at tríva eftir lívinum bilar einki, men onkursvegna dugir høvuðspersónurin hetta ikki. Tá ið hann endiliga raknar við er ov seint.
"Gerontiskt millumspæl" hevur ein dám av Rikardi Long yvir sær, og hann hevði Hanus longu tikist so dyggiliga við í sambandi við útgávu av ritverkinum hjá tí sama. Inngangurin í savninum "Kveikt og kannað" er framúr og ger greiði fyri málhugsanini hjá bæði Rikardi og Hanusi. "Gerontiskt millumspæl" er um ikki at duga sær hógv, at vera so sjúkur eftir verðini, at tú doyrt av tí.
Í "Tann nýggi maðurin" verður ein smádrongur illa argaður av arbeiðsfelaganum hjá frásøgumanninum, til hesin steðgar honum. Og hann minnist, hvussu argingarmaðurin sjálvur í sínum lagi bleiv argaður, tá ið hann gekk í skúla. Hvør skumpar undir tann næsta, og tað verður altíð traðkað niðureftir, á tann veikara.
Hetta vóru søgurnar, sum eg sat og las út á náttina, og eg føldi ein fløva, at sovorðið eisini bleiv skrivað á føroyskum. Søgurnar vóru væl meiri intellektuellar enn føroyskar søgur flestar, og tær vóru tekin um, at ein broyting var ávegis í føroyskum skaldskapi.
Síðani tá hevur Hanus latið bók eftir bók frá sær: trý stuttsøgusøvn, tvey greinasøvn, ein sjónleik, stórverkið um J.H.O. Djurhuus, og hann er nú ávegis við ritgerð um Hans Andreas Djurhuus. Aftrat hesum hevur hann skrivað um Hjalmar Söderberg, umsett sjónleikin "Glataðu spælimenninir" eftir William Heinesen og latið Graham Greene, James Joyce, William Shakespeare og Edgar Allan Poe í føroyskan ham. Hann hevur verið formaður í Rithøvundafelagnum og annars í mong ár umboða felagið í ymiskum norðurlendskum nevndum, har hann hevur gjørt dygdararbeiði føroyskari bókaútgávu til frama. Hann skrivar og heldur fyrilestrar ikki bara í Norðurlondum, men eisini í Onglandi, Týsklandi, Estlandi og ivaleyst aðrastaðni við.
Jú, eg haldi, at vit við røttum kunnu seta turbo framman fyri fornavninum. Annars merkir "turbo" á latíni "hvirla", so hví ikki "Hvirl-Hanus"?

Jógvan Isaksen