Annita á Fríðriksmørk
Sjálv tók eg initiativ til pisakanningina, tá ið eg sat sum landsstýriskvinna í MMR á heystið 2003. Var vorðin so troytt av øllum OECD kanningunum, sum fjølmiðlarnir bóru fram fyri okkum.Vit fingu jú bara at vita, hvussu nøkur av Norðurlondunum lógu í mun til onnur lond úti í heimi. Men fingu ongantíð at vita, hvar í Føroyar lógu í mun til hesi, tí vit vóru ikki við í kanningunum. Høvdu kanska lyndi til at halda, at Føroyar mundu liggja onkustaðni ímillum hini Norðurlondini.
Vit gittu bara.
Men nú hava vit tað so svart uppá hvítt. Og tey, sum hildu, at tað skuldu bara ganga 9 ár, til Føroyar taldu millum heimsins bestu lond, fáa nú at vita, at tey sum tá verða 24 ár, í dag verða mett javnt millum Mexico og Brasilia hvørs høvuðstrupulleikar er analfabetisma, gøtubørn og fátækradømi.
Nei, so galið kann tað ikki verða, hugsar onkur! Og rætt er tað. Pisakanningin sigur ikki alt um okkara ungdóm. Og langt frá tí.
Hon sigur t.d. onki um tað blómandi mentanarlívið, sum hesin sami umgdómur er við til at skapa nú
meira enn nakrantíð. Og hvør veit, um ikki júst hesin skapandi førleikin hjá okkara ungu er kveiktur í fólkaskúlanum.
Hon sigur nógv um manglandi disiplin, men sigur so onki um, hví t.d. Mearsk er so altráur eftir hesum ódisiplineraða ungdóminum.
Nei, pisakanningin sigur ikki alt, men hon sigur nógv. Hon sigur m.a. at fimm tey fremstu londini í kanningini eru Finnland, Korea, Canada, Japan og Írland. Fimm lond, sum seinastu árini hava klára seg væl vinnuliga, og sum fyri tíðina eru búskaparligir motorvegir. Í hesum londum klára 15 ára gamlir næmingar seg eisini nógv best í pisakanningum. Her kundi sæð út til at vinnulig og búskaparlig menning og fólkaskúlaúrslit ganga hond í hond.
Um vit so útfrá hesi niðurstøðu kunnu siga, at føroyski fólkaskúlin eisini er eitt modell av tí samfelag, hann er partur av, veit eg ikki. Men spyr um krøv og um disiplin í føroyska samfelagnum annars; á føroysku arbeiðsplássunum, í føroysku heiminum. Í føroyska parlamentinum. Kanska eru hesi krøv og disiplin ikki altíð so langt frá tí, sum kanningin sigur um krøv og um disiplin í fólkaskúlanum.
Øll eru vit nokk samd um, at okkurt má gerast, og at tað ikki bara er tann eini faktorurin, sum er orsøkin til vánaliga úrslitið. Úttalilsini frá mentamálaráðharranum um at sláa kalt vatn í blóðið og um at seta ein arbeiðsbólk boðar ikki frá skúlapolitiskum broytingum. Men er heldur eitt boð uppá, at landsstýrismaðurin ikki veit, og ikki var til reiðar at taka ímóit einum so skelkandi úrslitið. Kanska er tað aftur her talan um manglandi disiplin og manglandi krøv til kontantar avgerðir. Hetta við arbeiðsbólkum er eftir hondini vorðið eitt haft um beinini á politiksa myndugleikanum. Og sum verður brúkt fyri at sleppa undan at taka støðu, og fyri at sleppa undan at vísa á politiskar visjónir. Eg vildi veruliga ynskt, at fjølmiðlarnir kravdu, at landsstýrismaðurin kom við einum boði uppá broytingar ella reform. Men í staðin kemur ein av hansara partapolitisku partamonnum og sigur í samrøðu í dimmu 15.mai, at ein loysn á trupulleikanum er at fáa frískúlar á stovn, so almenni fólkaskúlin fær kapping. Og hann sigur samstundis, at Føroya Lærarafelag er við til at forða fyri hesum frískúlum. Avleiðingin av hesum, sigur hann verða, at teir bestu lærararnir ikki sleppa at skara framúr, meðan teir minni góðu verða vardir.
Men hetta er ikki heilt rætt. Er áhugi fyri privatskúlum so eru foreldur og lærarar vælkomnir at seta hetta í gongd. Í mars 2002 samtykti løgtingi lóg um frískúlar. Í góð fýra ár hevur møguleiki sostatt verið fyri at seta á stovn frískúlar fyri næmingar frá 1 til 9 flokk enntá við almennum stuðli, sum svarar til 85% av læraralønunum.
(Lógin er nr 46, er frá mars 2002, og liggur inni á heimasíðu løgtingsins www.logting.fo.)
Men ongin sjónligur áhugi hevur verið fyri hesum møguleika enn. Hví ikki. Eru vit nøgd við verandi støðu? Ella eru vit líkaglað? Ella er tað ov møtimikið at fara í gongd við ein frískúla?
Eg veit tað ikki, men eg vóni, at um enn ein privatskúli verður settur á stovn, at hetta so verður hetta gjørt við tí fyri eyga at bjóða eitt pedagogiskt ella fakligt tilboð, sum er alternativ til fólkaskúlan.
Føroyski fólkaskúlin má styrkjast og teljast millum teir góðu fólkaskúlarnar í heiminum, tað eru vit samd um. Men tað verður ringt at krevja at krøv, disiplin og atmosphera annars skal verða annaðleiðis í fólkaskúlanum enn tað er í samfelagnum annars. So tað er ikki bara fólkaskúlin, sum hevur fingið nakað at hugsa um.