Syngjandi í hálvfinaluna

Við sínari egnu heilt serligu tulking av vakra John Lennon lagnum Imagine, lat Guðrun Sólja Jacobsen fríggjakvøldið ongan iva vera um, at hon framvegis er Stjørna í eitt kvøld

Stjørna í eitt kvøld

Århus:
? Jeg vidste det!?
Hesi orð segði managarin hjá Guðruni, John Christoffersen, og leyp upp úr sofuni í forhøllini í DR, tá Natasja Crone fríggjakvøldið almannakunngjørdi, at Guðrun Sólja Jacobsen hevði vunnið fjórða innleiðandi umfarið av Stjørna í eitt kvøld við nærum helvtini av atkvøðunum.
Fáar minuttir framman undan megnaði hann tó ikki at fjala sínar nervar fyri, hvussu leikur mundi fara at ganga. Hetta uttan iva tí, at tað vóru fleiri, sum søgdu, at Guðrun helst ikki fór at vinna, tí sangurin var ov stillur. Ja, onkur segði enntá keðiligur. John Christoffersen spurdi fleiri av fólkunum í høllini, hvør tey væntaðu fór at vinna. Fleiri gittu Katrine Pinholdt Hall, sum rokkaði á pallinum við kenda ABBA lagnum Gimme Gimme Gimme.
Men tað vóru heili 44 % av hyggjarunum ikki samd við teimum í. Guðrun fór so syngjandi í hálvfinaluna, og frøin var stór. Bæði á henni og teimum, ið sótu í salinum og heppaðu upp á hana. Nummar tvey í innleiðandi umfarinum gjørdist Lene Matthiesen við 31 % av atkvøðunum. So ikki kann annað sigast enn, at tað hetta kvøldið var talan um tveir sannførandi hálvfinalistar. Tær struku avstað við tilsamans 75 % av samlaðu atkvøðunum.

Feitur sangur
Guðrun var sjálv vælnøgd við, hvussu tað gekk hjá henni undir sjálvari framførsluni. Hon segði, at prøvarnir dagarnar frammanundan eisini høvdu gingið væl, og tað var hon sera glað fyri. Oyrasnigilin hjá Guðruni órógvaði hana tó eitt sindur undir sjálvari framførsluni, men tað sigur hon bara var tí, at hann strammaði ov nógv ta einu løtuna. Tað bilti tó ikki, og nervaði sanniliga ikki hennara framførslu.
Guðrun dylir ikki fyri, at tað var nakað heilt annað at vinna hesuferð.
- Tað er als ikki á sama hátt. Ikki so nógvar innilæstar gleðiskenslur, sum bara ikki sleppa út. Sjálvandi eri eg glað, men tað er ikki tað sama sum fyrstu ferð, segði Guðrun.
Hennara tulking av Imagine hjá John Lennon var heilt serlig og mundi fara inn undir húðina á flestu áhoyrarunum. Spurd um, hví júst tað var Imagine, sum hon valdi, svaraði Guðrun púra avgjørd:
- Imagine er ein feitur sangur við einum deiligum boðskapi.
Guðrun hevur ikki gjørt av, hvør sangurin til hálvfinaluna skal vera, men um hon kemur í sjálva finaluna, so verður tað tann sami sangurin sum til hálvfinaluna.
Imagine er nevniliga á fløguni, sum júst er komin út, so hann kann hon ikki syngja til finaluna, um hon sleppur víðari.

Væntaði onki
Guðrun sá annars út til at vera eitt sindur bilsin av, at hon vann. Tá hon hoyrdi sítt navn verða nevnt, talaði andlitsbráið hjá henni fyri, at hon ikki hevði væntað at vunnið.
Hetta viðgongur hon og sigur í sama andadrátti, at støðið á kappingini var nógv hægri hesuferð.
- Eg væntaði onki. Ikki soleiðis at skilja, at eg ikki hevði vónina, men øll vóru so góð í kvøld, og tá eg nú havi vunnið einaferð fyrr, so er tað ikki so lætt at endurtaka tað, segði stjørnan beint sum hon kom til afterparty á Train.
Tá Guðrun var liðug at syngja á pallinum og upptøkutólini vóru sløkt, tók tað drúgva tíð at fáa hana niður av pallinum. Ikki tí at hon ikki vildi sjálv, men øll vildu heilsa upp á hana. Hon skrivaði eisini fleiri autografar, og myndafólk flokkaðust rundan um hana.
Tá sást, at hóast hon hevur ment seg nógv, og at onnur fløgan hjá henni er útkomin, so hevur Guðrun framvegis ilt við at venja seg við at vera í ljóskastaranum.
? Gudrun, kig nu her. Kig nu op? Soleiðis blivu myndafólkini við at rópa á hana. Og við sínum sjarmerandi skeiva smíli royndi hon sítt besta, meðan hon helt fast í eitt blómutyssi og eina tekning, sum hon hevði fingið frá einari smágentu.

Broytt stíl
Flestu, sum sóu Guðruna hetta kvøldið í DR, løgdu til merkis, at hon hevði broytt stíl. Purluta hárið hekk púra slætt niður á herarnar, og samansetingin av klæðunum gjørdu, at hon riggaði avbera væl. Jaqueline Friis-Mikkelsen hevði tað eisini á orðið, at tað var deiligt at síggja, at Guðrun hevði broytt sín stíl, soleiðis at heildarmyndin av henni nú var uppaftur betri enn til ta fyrru kappingina. Rósandi orðini frá dómarunum øllum vóru heldur ikki at taka feil av. Tey vóru øll djúpt rørd av sanginum hjá Guðruni.
Sjálv sigur Guðrun ikki tað stóra um sína stílbroyting.
- Eg havi altið havt slætt hár. Til ta seinastu kappingina hevði eg permanentað hárið, og tá vildu tey hava purlurnar at síggjast, so hetta, sum eg nú havi, er tað, sum eg altíð havi havt. Annars haldi eg ikki sjálv, at eg havi gjørt so øgiliga nógv fyri at broyta stíl, segði Guðrun Sólja Jacobsen, sum nú hevur úr at gera.
- Ikki ov nógv at gera kortini, segði hon brosandi, áðrenn hon mátti fara, tí hon skuldi á pallin í Train at syngja vinnarasangin enn einaferð.