hálvleiki gekk tað eitt sindur betur hjá svium við at fáa spælið hjá sær at koyra. Tá ið tíggju minuttir vóru leiktir av seinna hálvleiki, var tað eisini nær við, at Svøríki legði seg á odda. Álopsparið, Larsson [...] vóru eftir at leika, skeyt Arsenal-leikarin, Frederik Ljungberg eitt gott skot, ið brast í stongina. Men teir 120 minuttirnir fóru aftur um bak, uttan at tað eydnaðist nøkrum av liðunum at fáa mál, og [...] lan millum Svøríki og Holland leygarkvøldið gjørdist eitt vónbrot leikliga, og tað er lítið at siga til, at tað stóð á jøvnum 0-0 aftan á samfullar 120 minuttir. Hvørki hollendingar ella sviar komu til
Heina at vera við sunnudagin, tá føroyingar hitta Brønshøj í fjórða umfari í skakliguni. Allir aðrir mans eru tøkir. Við at Heini ikki er við, muga teir flestu eitt pláss upp eftir, sum merkir at mótstøðan [...] eru í ferð við at endurvinna DM. Liðið er hálvtfimta stig fremst og við tí manning teir hava, eitt nú stórmeistararnir Peter Heine Nielsen og Lars Schandorff, er helst eingin ivi um, at norðursælandska [...] verður enn sterkari. Tó eiga føroyingar ikki at falla í fátt, als ikki, tí liðið er í løtuni á øðrum plássi í donskari elitutelving og hetta eiga okkara menn at útstrála sunnudagin. Øll lóglig vápn skulu
staðfesting av, at HB á degnum átti so nógv betra liðið. Ein orsøk til ágangandi spælið var helst, at Milan Kulic hesa ferð varð settur á beinkin. Eingin ivi er um, at Kulic hevur evnini at vera ein tann [...] lagi tóktust gestirnir ikki at hava lisið serliga væl uppá lektiuna móti HB. Í ár hava B71 og GÍ vunnið útidyst á HB. Í báðum førum hevur mest eyðsýndi felagsnevnarin verið, at liðini hava hildið bakkarnar [...] hjá HB, sum í sínum lagi hevði fleiri møguleikar at økja. Tá teir so gjørdu tað, var tað við eitt sindur av hjálp frá Ronnie Samuelsen, sum var óheppin at beina innlegg frá Tór-Ingari Akselsen í egið net
frá 19. august 2005). Í hesi lóg stendur millum annað at ” § 2 stk. 1…. Dentur verður lagdur á, í umsitingini av hesi lóg, at varðveita tilfeingið og at troyta og gagnnýta hetta burðardygt á skilabesta hátt [...] blaka veiðu fyri borð”. Synd er at siga, at kallarnir, ið hava fingið (ókeypis) veiðiloyvi og álit at varða av tilfeinginum kring Føroyar, lýða hesa lóg. Umframt alt ráevnið, sum verður blakað í havið aftur [...] tess at tryggja besta samfelagsbúskaparliga íkastið frá fiskivinnuni, støðugar arbeiðs- og inntøkumøguleikar og møguleikar fyri vinnuligum virksemi um alt landið. § 10 Stk. 4. Tað er ikki loyvt at blaka
báðir á brúnna. Har vóru nógvar søgur fortaldar, men eg haldi, at eg fari at fortelja um hin tiltikna harutúrin. Henda morgunin, vit skuldu fara at skjóta harur, var eg heldur seinur. Eg var nýliga komin av [...] Men einki var at gera. Tá vit, sum avgjørt var frammanundan, møtast við Setursklett á Borðoyarnesi, royndi Jógvan at leysa skrallið aftur, men lítið hjálpti, tí ov lítið tilfar var at seyma í. Síðani [...] var ein kúllur millum hinar kúllarnar. Pápar okkara róðu út saman, so tað bleiv mong línan at rekja og fløkjan at greiða. Hetta hoyrdi við til lívið. Tíðin gekk, og vit fóru báðir til skips, og skjótt blivu
og so ræður tað um at sannføra eitt dómarapanel um, at tú ert besti sangarin, tá ið kendir sangir úr útheiminum skulu syngjast live. Stór hending Upprunin til Ársins Songrødd er at finna afturi í áttatiárunum [...] framvegis er áhugin fyri at vera við í hesi kapping sera stórur. Ungfólk eru við Tað eru serliga ungfólk ? ofta blaðung fólk ? sum eru við í kappingini, men tað kemur meira enn so fyri, at meira royndir sangarar [...] men har, hon hevur verið, hevur áhugin fyri at verða við verið stórur. 10 finalistar vóru við í finaluni farna vikuskiftið, og vinnarin fekk ikki bert heiðurin at kunna kalla seg Ársins Songrødd, men eisini
kortini so mikið øðrvísi tá, at tey sluppu ikki at framføra hann allastaðni, tá ið tey komu til Føroyar at ferðast við honum. Stjórin á Fiolteatret, Arne Skovhus, ráddi henni til at søkja inn á Statens Teaterskole [...] á sanatoriinum í Hoydølum. 17 ára gomul fór hon burtur, og kom ongantíð heimaftur at búgva. Ella kanska er tað so, at hon ongantíð rættiliga er farin burtur, tí í næstan øllum tí, sum hon hevur fingist [...] á pallin at syngja. Hetta var byrjanin til bólkin Harkaliðið, og pláturnar við kabarettsangum, sum eini tíð við fáum føroyskum útgávum hoyrdust allastaðni uttan í útvarpinum, sum ikki tordi at spæla alt
tjaldrið at hava fult reiður, og tað verður ikki so leingi, inntil tað enn eina ferð fer at bera til at telja æðuungarnar, sum flóta niður fyri lendingini saman við stoltu mammuni, ið roynir at verja síni [...] eitt skifti, og tá ið tað kom har til, at allir hinir handlarnir, sum høvdu verið í bygdini, høvdu latið aftur, fór hon at handla. Tá ið ein bygd er komin har til, at eingin skúli og eingin handil eru, er [...] arbeiðsdagurin ikki so langur, sum hann plagdi at vera, tá ið fjós og postur og bøur og hagi og aftur fjós skuldu passast hvønn einasta dag, og tað var neyðugt at fara yvir um Fjøll og niðan í Grønuna. Tá ið
tá ið Niels og Karl komu út til Sørvágs. Altíð vart tú klár at vera dadda og gleddi tú teg eisini nógv til at blíva omma aftur í januar, at tú ikki skuldi vera her og uppliva tað saman við okkum, droymdi [...] helt andakt yvir tær; "Hennara stríð er at enda komið". Eftir sita vit við ugganum av hesum orðum, tú mátti sleppa heim til títt hvíldarstað, tí títt stríð var at enda komið og nú hevur tú enduliga fingið [...] man tann vera, sum hevur borið so nógv sum tú og hóast tað megna at kempa og yvurvunnið so nógv og samstundis haft yvirskot og orku til at ugga og troysta okkum onnur. Saknurin er stórur eftur teg, og eitt
Ofta verður sagt, at Boston er tann minst amerikanski stórbýurin í USA, ella at Boston er tað tættasta tú kemur uppá Europa uttan at fara ta longu ferðina yvir Atlantshavið. Hetta hevur sína orsøk. Boston [...] ger eisini, at Boston, í nógv størri mun enn aðrir býir í USA, hevur eina fortíð við ríkari søgu. Amerikanski uppreisturin ímóti bretska yvirvaldinum byrjaði í Boston, og tað var eisini her, at amerikanska [...] bilar eftir vegnum um dagin. Í dag eru tað 200.000 bilar, ið dagliga royna at ferðast eftir vegnum, og hetta hevur við sær, at 10 tímar hvønn dag stendur alt í einum knúti. Títtleikin á ferðsluvanlukkum