Jógvan Joensen í Svínoy 80 ár

Á Krossmessu, mánadagin 3. mai, fylti Jógvan Joensen í Svínoy 80 ár.

Tey, sum frá 60 unum og til fyrst í níti árunum komu til Svínoyar munnu komast við mannin, sum var á støð og tók ímóti postbátinum, um tað so var á Eiðinum ella í Víkini og í logn, ella tá ið náttúran vísti seg frá einari heilt aðrari síðu.
Jógvan er svínoyingur, og hann hevur alla sína tíð búð í Svínoy. Foreldrini vóru bæði úr Svínoy - Anna og Jóannes, sum var bóndi í Heimistovu. Tey fingu sjey børn. Jógvan var elstur og góðar fýra mánaðir yvir níggju ár, tá ið yngsta systurin varð fødd. Anna doyði longu 23. oktober í 1944. Fyri Jóannes og børnini kom tað væl við, at systir hansara Jóhanna og systkinabarn hansara Frida - tær vóru báðar ógiftar - vóru í Heimistovu og tóku sær av bóndahúsinum og hjálptu honum við børnunum. Jóannes doyði 2. páskakvøld í 1960, sum var 18. apríl.
Jógvan kom til mans undir krígnum. Tá var nógvur útróður í Svínoy, og Jógvan var eisini nakrar túrar við trolara seinnu krígsárini. Tað var við Skálabergi, sum Mortan í Hvannasundi førdi. Nógvu tey fyrstu árini eftir kríggið var hann skipsmaður. Hann var við Streymoynni, sum Líggjas hjá Sørini førdi, við Barmi, sum Palli Bjartalíð førdi, Dragabergi, sum Jóannes hjá Dáva førdi og seinni eitt skifti við Sjúrðarbergi, sum Martin í Sundi førdi. Miðskeiðis í fimti árunum róði hann út í Klaksvík við Glottanum hjá Josiasi Matras.
Jógvan giftist 18. september í 1955 við Irenu. Hon var ættað av Kirkju - dóttur Sunnuvu og Zakarias á Deild og hevði lært til sjúkrasystir í Klaksvík. Tey bæði búsettust í Svínoy, og har vóru tey við til at mynda bygdina og bygdarlívið í eitt langt tíðarskeið. Jógvan var bóndi í Heimistovu og hevði ábyrgdina av Strandferðsluni, og Irena var sjúkrasystur. Hon var bygdarráðsformaður eitt skifti, og tá ið tað kom har til, at allir hinir handlarnir, sum høvdu verið í bygdini, høvdu latið aftur, fór hon at handla. Tá ið ein bygd er komin har til, at eingin skúli og eingin handil eru, er bygdin illa fyri, plagdi hon at taka til.
Irena og Jógvan eiga fýra børn. Jóannes býr í Norðdepli, Símun Gutti býr í Svínoy, Jóhanna býr í Hoyvík, og Súsanna býr í Jyllandi. Barnabørnini eru ellivu. Tað var ein stórur smeitur hjá Jógvani og familjuni, tá ið Irena gjørdist sjúk og andaðist 30. desember í 1992.
Føðingardagin helt Jógvan í Svínoy, har familjan var saman við honum. Nú kempu aldurin er náddur, er arbeiðsdagurin ikki so langur, sum hann plagdi at vera, tá ið fjós og postur og bøur og hagi og aftur fjós skuldu passast hvønn einasta dag, og tað var neyðugt at fara yvir um Fjøll og niðan í Grønuna.
Tá ið Jógvan var barn, og Hjalmar Hátún var lærari í Svínoy, vóru fleiri enn fjøruti skúlabørn, og tað var nógv fólk í hvørjum húsi. Nú er tað soleiðis, at tað um vetrarnar og úr gomlu Heimistovuhúsunum ikki sæst á nakað hús, sum tað er ljós í, og í skúlanum er myrkt.
Jógvani dámar kortini best at vera í Svínoy. Hann fylgir við í samfelagsviðurskiftum og eygleiðir náttúruna soleiðis, sum hann altíð hevur gjørt. Nú fer tjaldrið at hava fult reiður, og tað verður ikki so leingi, inntil tað enn eina ferð fer at bera til at telja æðuungarnar, sum flóta niður fyri lendingini saman við stoltu mammuni, ið roynir at verja síni. Og tá ið tann tíðin er farin, verður tað aftur heyst og vetur, og tá verður úr stovuvindeyganum illveðursdagar hugt eftir, hvussu langt niðan øgiligu óløgini skola, tá ið lágættaródnarveðrið stendur inn í Víkina.
Árið og skiftingarnar millum ljós og myrkur, stilli og lýkku og ódn og kulda eru sum lívið og lívsumstøðurnar. Jógvan veit um tað alt at siga. Nú gleðist hann um børn og svigerbørn og barnabørn, og vit ynskja honum hjartaliga tillukku og Harrans signing og nærveru, nú sólin er komin langt vestur á luftina.JH