Annika Hoydal 60

Annikurnar vóru fáar tá í tíðini, tá ið pápi hennara, Karsten, var bollakongur i Klaksvík og stýrdi hermetikkvirkinum har norðuri. Á húsanum á nýggju fløguni við barnasangum sæst hon ríða halakukk uppi á pápa sínum. Mamman, Marie Louise, hevur tikið myndina á Stongunum, men nýggja tøknin dugir so mangt, eisini at broyta tíð og stað.

Støðini hjá henni hava verið mong og ymisk. Hon vaks upp í Klaksvík, í býnum Manta við suðuramerikonsku Kyrrahavsstrondina, heima á Sandi, men mest í tí lítla reyða húsinum uppi á Hálsi. Har hevði pápin keypt trøðna hjá meiaristinum, tá ið tey fluttu til Havnar, so hann kundi hava seyð og neyt, sum hann hevði lært til, og vera nærri sínum barnadali og síggja ánna, hann yrkti um, og sum Annika helt hava fingið navn eftir honum ella kanska eftir abbanum Dánjali, ið var umsjónarmaður í nakrar mansaldrar á sanatoriinum í Hoydølum.

17 ára gomul fór hon burtur, og kom ongantíð heimaftur at búgva. Ella kanska er tað so, at hon ongantíð rættiliga er farin burtur, tí í næstan øllum tí, sum hon hevur fingist við, hevur heimlandið verið uppií, so ella so. Eftir lokið studensprógv í Keypmannahavn var hon við í studentakabarettum á ólavsøku og varð upp á avboð sett inn á pallin at syngja. Hetta var byrjanin til bólkin Harkaliðið, og pláturnar við kabarettsangum, sum eini tíð við fáum føroyskum útgávum hoyrdust allastaðni uttan í útvarpinum, sum ikki tordi at spæla alt, sum hon, Jógvan Telling, Kári Moutritsen og Jógvan Dahl funnu uppá at syngja.

Samstundis byrjaði sjónleikurin at taka seg upp, og í 1968 var hon við í sjónleikinum "Færinger frænder", sum Fiolteatret í Keypmannahavn spældi. Ein friðarligur hampaleikur eftir nútíðar máti, men kortini so mikið øðrvísi tá, at tey sluppu ikki at framføra hann allastaðni, tá ið tey komu til Føroyar at ferðast við honum.

Stjórin á Fiolteatret, Arne Skovhus, ráddi henni til at søkja inn á Statens Teaterskole, sum beint tá varð stovnaður. Hon stóð royndina og var á fyrsta sjónleikaraliðnum, sum fekk prógv haðani.

Hon hevur verið við í framførslum, filmum og sjónleikum niðri og gjørdist eitt kent navn í Danmark. Ikki so ofta hevur hon spælt sjónleik í Føroyum, men í 1976 hevði hon høvuðsleiklutin sum Annika í Dímun í leikinum hjá Jens Paula Heinesen, sum varð framførdur í sjónleikarhúsinum í Havn.

Meira og meira var tað kortini sangurin, sum hon legði seg eftir, og samstarvið við Ian McCalman og hansara kenda skotska bólk fekk stóra og góða móttøku og førdi millum annað til barnaplátuna, sum kom út í 1975 og er vorðin ein føroyskur klassikari. Við nýggju barnafløguni, sum kemur út á føðingardegnum, eru komnar 14 plátur, bond og fløgur. Sum tíðin er liðin hevur hon gjørt meira við at gera tónleik sjálv og seta løg til føroyskar upprunayrkingar. Egnar útgávur eru komnar við tekstum eftir Róa Patursson, Gunnar Hoydal og William Heinesen.

Annika hevur ferðast víða um lond og framført í øllum Norðurlondum. Hon setir sær sjálvari stór krøv og er neyðsemjusør. Hon vil, at tað skal vera í lagi, sum hon ger, og hon hevur øll árini lagt dent á at kunna velja sjálv og ikki lata sær alt lynda. Av tí sama hevur hon ongantíð bundið seg fast til ávís sjónleikarhús ella sjónleikarfeløg, sjálvt um tað hevur staðið henni í boði.

Íbúðin hjá henni og manninum Klavs Lockwood í Admiralgade mitt í Keypmannahavn er blivin ein miðstøð hjá vinum, landsmonnum og familju. Men altíð leitar hon aftur á klettarnar, og føðingardagin vildi hon vera her og onga aðra staðni.

Hevði tað borið til, skuldi tað havt verið í tí reyða húsinum uppi á Hálsi. Men tað stendur nú forfjónað undir bingjum og óruddi og stórum handilsbygningum. Hon minnist aftur á tær grønu fløturnar, og viðhvørt hevur hon hug at finnast at teimum, sum fingu hetta í lag.

Árini eru liðin. Nógv er hent, nógv er broytt, og nú eru Annikurnar nógvar. Men bara ein er sum hon.

gh