Fótbóltur
16.47 stóð á talvuni, tá Jákup á Borg hevði sent næsta bóltin í meskarnar handan René Tórgarð í EB/Streyma-málinum. Meira enn nakað, so var hetta ein kraftig undirstrikan frá einum sera uppsettum HB-liði, sum ikki hevði ráð til nakað annað enn ein sigur, skuldu teir gera sær nakra sum helst vón um, at teir aftur í ár skulu hava ein leiklut í oddinum av føroyskum fótbólti.
Byrjanin kundi kanska mint um næsta dystin millum liðini í fjør. Ta ferðina kom HB alt fyri eitt á odda 2-0, men tann dagin megnaði EB/Streymur kortini at fáa javnleikin til høldar. Tað megnaðu teir ikki hesaferð, og í veruleikanum var tað eisini hampuliga langt ífrá. Eisini hóast tað kundi sæð øðrvísi út, um stútarin hjá Egili á Bø stutt eftir 1-0 málið hevði rakt stólpan.
Gloymdu bakkarnar
Fyrst og fremst, so var úrslitið ein staðfesting av, at HB á degnum átti so nógv betra liðið. Ein orsøk til ágangandi spælið var helst, at Milan Kulic hesa ferð varð settur á beinkin. Eingin ivi er um, at Kulic hevur evnini at vera ein tann besti spælskiparin í landinum. Men á einum HB-liði, har nógvar og kvikar bóltflytingar altíð hava verið eyðkennið, gerst spæl hansara í nógvar mátar ein seinkandi liður.
Og í øðrum lagi tóktust gestirnir ikki at hava lisið serliga væl uppá lektiuna móti HB. Í ár hava B71 og GÍ vunnið útidyst á HB. Í báðum førum hevur mest eyðsýndi felagsnevnarin verið, at liðini hava hildið bakkarnar heima, so Jákup á Borg og aðrir ikki fáa ov gott pláss at renna á. Men tann parturin kiksaði fullkomuliga hjá EB/Streymi mánakvøldið.
Besta dømið um hetta var kanska 2-0 málið. Símun Eliasen hevði flutt seg langt niðan á vøllin, og tí nýttist HB bert eina langa sending, áðrenn Jákup varð sendir avstað. Tað bøtti ikki um støðuna, at Egil á Bø púrasta seldi seg sjálvan, tá hann skuldi tackla, og so var HB-liðskiparin púrasta leysur.
Men talan var so sanniliga um nógv onnur dømi um vánaligt bakk-spæl. Gert Hansen varð ferð eftir ferð yvirspældur við 1-2 sendingum høgt uppi á miðvøllinum. Í hinum borðinum mátti Símun í fleiri førum kapprenna við Jákup á Borg og Mortan úr Hørg, og tað spælir sjáldan væl av.
Størsti møguleikin varð misnýttur
EB/Streymur royndi at stríða seg aftur, og í løtum var nakað av ferð á dystinum. Móti endanum av hvørjum hálvleiki var Hans Pauli Samuelsen nær við, og einar tvær spentar støður vóru framman fyri HB-málið tíðliga í seinna hálvleiki.
Sum heild megnaðu teir tó ov lítið. Ikki minst tí teir saknaðu Sorin Anghel. Í øllum førum spældu teir, sum var rumenin framvegis í álopinum, og tað gagnaði ikki avloysaranum á plássinum.
Men fyri tað nógva runnu gestirnir seg troyttar í smáspælinum hjá HB, sum í sínum lagi hevði fleiri møguleikar at økja. Tá teir so gjørdu tað, var tað við eitt sindur av hjálp frá Ronnie Samuelsen, sum var óheppin at beina innlegg frá Tór-Ingari Akselsen í egið net.
Og so var leyst og liðugt. HB hevði onkran møguleika afturat. Ikki minst møguleikin hjá Jákupi á Borg, sum væl og virðiliga man eiga pláss uppiborið í onkrari fótbóltskavalkadu. Í tí støðuni høvdu meistararnir tó ráð at brenna, og tí mátti eisini hesin møguleikin takast við einum smíli. HB hevði vunnið seg aftur í meistaradystin, og tað var fyrst og fremst tað, sum var týdningarmikið.
Hjá EB/Streymi var talan um ein frammaná, men so heldur ikki meira. Enn er liðið á odda í landskappingini, og kunnu teir halda tí støðuni eini 18 umfør afturat, so er eitt tap í Gundadali væl eisini at liva við.