Eydnan var við Hollandi

Sviar vóru ómetaliga nær við at spæla seg í hálvfinaluna, men stongin og tvørstongin vóru í vegin, og tá ið avgerðast skuldi frá 11-metrum, vóru tað hollendingar, ið vóru stinnastir.

Fjórðingsfinalan millum Svøríki og Holland leygarkvøldið gjørdist eitt vónbrot leikliga, og tað er lítið at siga til, at tað stóð á jøvnum 0-0 aftan á samfullar 120 minuttir. Hvørki hollendingar ella sviar komu til veruligar málmøguleikar, og flestu vandastøðurnar í dystinum komu eftir deyðbóltar.

Holland byrjaði best
Tað vóru hollendsku favorittarnir, ið fingu bestu byrjanina upp á dystin. Arjen Robben og Clarence Seedorf høvdu nakrar naskar skotroyndir, ið svenski málverjin, Andreas Isakson, tó vardi fyri, og eitt skot hjá Ruud van Nistelrooy bleiv blokkerað av svensku verjuni.
Fyrsta veruliga svenska roydin upp á mál kom, tá ið Henrik Larsson skeyt eitt gott fríspark, ið tó fór framvið hollendska málinum. Hetta var einasta veruliga svenska royndin upp á mál í fyrra hálvleiki, meðan hollendingar høvdu nakrar. Millum annað hevði Philip Cocu eitt skot, sum Isakson tó fekk boksað út til hornaspark.
Einar tíggju minuttir fyri hálvleik fekk hollendski liðskiparin, Frank de Boer, ein skaða, og hann noyddist tí av vøllinum. Í hansara stað kom Wilfred Bouma úr PSV Eindhoven, ið taldist millum teir fyrstu ellivu hjá Hollandi, tá ið kappingin byrjaði.

Sviar komu fyri seg
Í seinna hálvleiki gekk tað eitt sindur betur hjá svium við at fáa spælið hjá sær at koyra. Tá ið tíggju minuttir vóru leiktir av seinna hálvleiki, var tað eisini nær við, at Svøríki legði seg á odda. Álopsparið, Larsson og Ibrahimovic, høvdu til tá verið nærum ósjónligir, men bráddliga skallaði Larsson tvørtur við hollendska málinum, og tá ið Jaap Stam ikki fekk ruddað burtur, beindi Ibrahimovic bóltin ímóti hollendska málinum, men á sjálvari málstrikuni fekk Philip Cocu sparkað bóltin av vandaleið.
Veruligt lív kom nú í dystin, og fleiri ferðir var heilt nær við, at annað lið fekk lagt seg á odda. Bæði Isaksson í svenska málinum og Van der Saar í hollendska málinum fingu roynt seg, men ongin fekk sett hol á, áðrenn teir 90 minuttirnir vóru leiktir. Tískil var neyðugt at leika umdyst.

Neyðars sviar
Í umdystinum hendi væl meiri, enn hvat tað hendi í vanligu leiktíðini. Svenski málverjin misti eitt langskot frá Arjen Robben á stongina, men innskifti Roy Makaay fekk ikki fatur á bóltinum, tá ið hann kom út frá aftur. Stutt eftir hetta noyddist Andreas Isaksson at vísa, hvør dugur er í honum, tá ið Clarence Seedorf hevði tvær naskar royndir.
Seinni í umdystinum vóru tað sviar, ið vóru líka við, og teir høvdu uppiborið betur. Henrik Larsson rakti tvørstongina úr góðari støðu, og tá ið bert nakrir heilt fáir minuttir vóru eftir at leika, skeyt Arsenal-leikarin, Frederik Ljungberg eitt gott skot, ið brast í stongina. Men teir 120 minuttirnir fóru aftur um bak, uttan at tað eydnaðist nøkrum av liðunum at fáa mál, og tí var neyðugt at fara undir brotssparkskapping.

Liðskiparin gjørdist syndarin
Bæði liðini skoraðu upp á fýra av sínum fyrstu fimm royndum. Svenski framherjin, Zlatan Ibrahimovic, ið til dagligt leikar í hollendska Ajax Amsterdam, misnýtti fyri sviar, og hjá Hollandi var tað liðskiparin, Philip Cocu, úr spanska FC Barcelona, ið var syndarin.
Tískil var neyðugt, at liðini skutu eitt brotsspark í part afturat, áðrenn ein vinnari kundi finnast. Svenski liðskiparin, Oluf Mellberg, skeyt fyrst fyri sviar, men Van der Saar bjargaði royndini hjá Aston Villa-verjuleikaranum. Hetta var fyrstu ferð, at Oluf Mellberg skeyt eitt brotsspark í dysti í vaksnamannafótbólti. Tí var tað upp til unga Arjen Robben at senda Holland í hálvfinaluna, og komandi Chelsea-leikarin sveik ikki álitið, men sendi bóltin í mál, og harvið vóru svensku EM-dreymarnir knústir.
Í hálvfinaluni skal Holland dystast við portugisisku vertirnar, og tað vóru óivað ein spennandi dystur við tveimum álopssinnaðum liðum.

Holland-Svøríki 0-0(0-0) 5-4 eftir brotssp.