á hægsta støði. Um tann møguleikin verður um tvey ár, ber hvørki til hjá mær ella nøkrum øðrum at siga nakað um. Hetta ljóðar so upplagt? - Kanska. Men spurningurin hjá mær er eisini, um eg yvirhøvur hevði [...] meg sjálvan, um eg skal binda meg til at spæla fótbólt fulla tíð ella ikki. Eg rokni framvegis við, at eg eigi tvey góð ár eftir á hægsta støði. Men spurningurin er, um eg skal taka av, um møguleiki verður [...] lægri støði enn í superliguni. Eg veit tað ikki, men tá ið tú hevur verið við í fremstu røð í tólv ár, so er tað ikki bara bara at flyta eina deild niður. Serliga ikki tá ið tú ert vorðin 33 ára gamalur, sigur
ongin ivi um, at Elsa sær rættiliga nógv meir, enn vit onnur, í hesum væl kenda og heimliga skapningi - Fuglaheimurin er so ótrúliga spennandi og fjøltáttaður. Hevur tú eyguni opin, leggur tú allatíðina [...] Men myndaveving er hvørki tað lættasta ella tað skjótasta handverkið, tú kanst fara í holt við. - Hetta er øgiliga putlut, og tú skalt vera rættiliga tolin. Men tá eg siti har við einum fjalli av tógvi [...] til sonin, sum búði niðri. Meðan eg sat og arbeiddi við myndini, kom eg at hugsa um, hvussu nógv dansiringurin minti um fuglar, sum sita á rókini og snara høvdinum og toyggja seg uppeftir og hyggja niður
superliguni. Í síðstu viku varð semja gjørd millum Køge og Herfølge um, at tey skulu samstarva um besta liðið í Køge kommunu. Um talan verður um samanlegging ella yvirbygning er ikki greitt enn. FCM vann 4-1 [...] gjørdist aktuelt at flyta longri út í heim at spæla, heldur Todi Jónsson, sum framvegis ikki veit nakað nýtt um, hvar hann fer at spæla eftir summarfrítíðina. Í gjár vóru FCK spælararnir til venjingar. Nú [...] eg við Hans Backe, at hann bara skuldi velja meg til sekstan manna hópin, um hann metti, at eg kundi vera við til at styrkja um møguleikan at fáa gott úrslit ímóti Herfølge. Eg ynskti ikki at vera sirkushestur
roynt at tikið av, nú tá hann kom. Og nógv hava tosað um, at tú nú situr væl og virðiliga á plássinum. Kennir tú tað eisini soleiðis sjálvur? - Tað veit eg ikki. Eg royni sum sagt at arbeiða fyri mínum kjansi [...] Í fjør var navnið á 17 ára gamla Einari Hansen neyvan nakað, sum fólk uttan fyri NSÍ bitu nakað serligt merki í. Alt í alt gjørdist talan bara um tríggjar upptraðkanir á besta liðnum hjá vespunum hetta [...] trínur á pallin, plagar tosið um fótbólt uttan fyri landoddarnar eisini at fáa ferð á. Og soleiðis tykist tað eisini vera við Einari. Sjálvur vil hann tó ikki siga nakað serligt um hetta. Heldur ikki tá tað
Jenis av Rana yvir av hvørjum øðrum til eitt prát um tónleikin hjá 200. Jenis og 200 kundu farið á turné saman Jenis, hvat heldur tú um 200? ? Eg trúgvi, at um teir sungu kærleikan til Jesus, so høvdu vit sikkurt [...] saman. Átrúnaður snýr seg um tað, sum tú hevur í tínum hjarta og ert sum menniskja, meðan politikkur snýr seg um við lóg at smíða eitt samfelag. Og ein tulking av demokrati handlar um at gera lívið so gott [...] óneyðugt. Kanska hava nokk so nógv fólk fingið eina idé um, at sangurin handlar um ein ávísan persón, men tá ið tú gert ein slíkan karikatur og fer langt út um mark og ger tað so langt úti, at eingin kann trúgva
Mamma hennara hevur illgruna um, at eitthvørt er á vási við dótrini, so hon heldur eitt vakið eygað við henni ? serliga um hon fer á wc-ið aftan á døgurða. Men Beinta veit sær ráð. Hon finnur eitt steyp [...] ferðir um dagin. - Eg kundi spýggja upp í tíggju ferðir um dagin. Magasýran skaddi emaljuna á tonnunum so mikið, at tá hon var hjá tannlækna einaferð í níggjunda flokki, spurdi tannlæknin hana, um hon ofta [...] áðrenn hon kom í pubertetin. Sum 14 ára gomul var hon byrjað at hugsa um, at hon fegin vildi klænka. - Eg hevði ikki etið nakað serligt í eina viku, men so fekk eg mær eitt súrepli. Eg megnaði ikki at
Mørkøre trýr, at um ein veljarakanning varð gjørd nú, so hevði Jógvan við Keldu fingið koyrilin frá veljaranum. - Men vit skulu minnast til, at Jógvan við Keldu hevur ikki gjørt nakað. Hatta var eitt úttalilsi [...] sessinum, og síðani varð løgtingsval útskrivað. Jóannes Eidesgaard veit, at fer hann eftir landsstýrismanni, sum flokkurin stendur saman um, so kann hann vænta, at hesin flokkur fer at brúka eitthvørt høvi [...] Vantandi politikkur á økinum At føroyingar eru óavkláraðir í spurninginum um eksklusiva og inklusiva nationalismu ber boð um, at føroyskir politikarar og politiskir flokkar ikki hava ein vældefineraðan
Eiler frítúr, men hann ætlar sær avstað aftur í næstum, men um tað verður sum skipari ella sum stýrimaður, veit hann ikki at siga. - Eg eri klárur, um eg skal royna meg sum skipara aftur, men eg havi heldur [...] At kalla allir føroyingar kennast við navnið Eiler Jacobsen, og beinan vegin hugsa tey flestu um rokskiparan og fiskiklógvina, sum í mong ár hevur havt stóran týdning fyri føroysku fiskivinnuna við bátum [...] Sámal, ið førir Krúnborgina, men tá ið Sámal herfyri skuldi hava ein frítúr, spurdi hann litlabeiggjan, um hann hevði hug at føra skipið næsta túr. - Eg ivaðist ikki, men segði ja beinanvegin. Eg havi allatíðina
Men eg eri ikki blivin hysterisk, tí nú veit eg so mikið um sjúkuna, at eg veit, hvat eg skal halda eyga við, sigur hon. Áðrenn alt hetta, visti Jannie onki um húðkrabba. Og eitt tað ringasta, tá hon sjálv [...] avgjørt, at hevur tú eitt móðurmerki, sum sær eitt sindur ivasamt út, skalt tú fara til lækna. Jú fyrr, jú størri er møguleikin fyri, at tað ikki er vorðið so tjúkt, at tað er vandamikið. Er nakað at ivast í [...] Jannie eisini boð um, at sjúkan ikki hevði breitt seg, hvørki har sum móðurmerkið var ella til onnur støð í kroppinum. Slutt við solarium Jannie hevur onga beinleiðis ábending fingið um orsøkina til, at
greið yvir, at honer ikki nakað eindømi, tí tað er í heilum, at vit frætta um, at fólk fáa ikki svar. ? Tað tykist eisini sum um at fólk ikki vera viðgjørd eins, tí tað tykist sum um at ítróttarfólk fáa nógv [...] og kanónum nakað burturi. Eg minnist eisini, at vit onkuntíð fóru útfyri dyr, tá ið vit hoyrdu eitt flogfar yvir høvdinum á okkum og vit spekuleraðu í um fogfarið var á veg at bumba, ella um tað hevði verið [...] eg havi fleiri tilboð um arbeiði. Natasha Vukotic í Hvalba er ein av mongum útlendingum í Føroyum, sum eru komin í klemmu. Tað er nú meiri enn eitt heilt ár síðani at hon søkti um at fáa arbeiðsloyvi í