Jannie fekk húðkrabba

Í oktobur síðsta ár fekk 24 ára gamla Jannie Dam Jacobsen staðfest móðurmerkjakrabba. Hon veit framvegis ikki, hvør orsøkin var, men eitt er vist: Jannie leggur seg aldrin í eitt solarium aftur


Fyri 24 ára gomlu róðurskvinnuna á Jarnbardi, Jannie Dam Jacobsen, er sjúka ikki nakað, ið fyllir tankarnar. Og sjálv útstrálar hon eisini fyrst av øllum okkurt frískt og sunt við sínum ljósa dæmi og smáu frøknum.
- Eg eri so avgjørt heldur ikki ein, sum allatíðina kanni meg sjálva og gangi til lækna í tíð og ótíð, sigur Jannie smílandi.
Tí var tað eisini mest sum av tilvild, at hon í oktober síðsta ár varnaðist, at eitt móðurmerki á lærinum sá eitt sindur løgið út og tískil fór til lækna.
Móðurmerkið vaks
- Eg havi altíð havt eitt lítið móðurmerki á ytru síðu á høgra læri, á stødd við eina frøknu. Eg veit faktiskt ikki, hví eg legði merki til tað, men knappliga sá eg, at tað var vorðið størri ? umleið á stødd við eina pupillu, sigur Jannie, sum tískil fór til lækna, mest fyri at vita, hvat tað kundi vera.
Læknin skar beinanvegin móðurmerkið burtur, so tað kundi verða kanna nærri. At talan kundi vera um húðkrabba, kom Jannie als ikki til hugs tá, men tvær vikur seinni vóru boðini greið: Móðurmerkið var illkvæmt, og Jannie skuldi leggjast undir skurð nakrar dagar seinni.
- Eg bleiv øgiliga kløkk, og fekk ein klump í hálsin. Eg dugdi stutt sagt ikki at ímynda mær, hví eg skuldi havt fingið húðkrabba. Eg havi ongantíð verið tann fyrsta at leggja meg út í sólina og solarium havi eg avgjørt ikki brúkt meir, enn aðrar gentur, heldur minni, sigur Jannie.
Sjálvt um boðini vóru skakandi, kom ongantíð panikkur í Jannie. Læknin var væl fyrireikaður og dugdi sera væl at greiða henni frá sjúkuni. Eisini legði hann beinanvegin áherðslu á, at í júst hennara føri vóru útlitini góð. Nakrar dagar seinni fekk Jannie eisini boð um, at sjúkan ikki hevði breitt seg, hvørki har sum móðurmerkið var ella til onnur støð í kroppinum.
Slutt við solarium
Jannie hevur onga beinleiðis ábending fingið um orsøkina til, at hon fekk húðkrabba. Ikka annað enn, at møguliga er hennara ljósa húð serliga viðbrekin, og at øll kunnu fáa sjúkuna. Hinvegin er ongin ivi um, at ov nógv sólarljós er orsøkin í allarflestu førum av húðkrabba. Og eitt tað fyrsta, læknin spurdi Jannie, var eisini, um hon ofta tók sól.
-Tað gjørdi eg sum sagt ikki, men nú kundi eg ikki funnið uppá at lagt meg í eitt solarinum. Mínar vinkonur fingu eisini ein hvøkk og eru eisini hildnar uppat at taka sól. Eins og tey flestu, haldi eg tað eisini vera pent at vera eitt sindur brúnur, men tað er also ikki vert at risikera heilsuna fyri. Vilt tú hava eitt sindur av farvu í andlitið, kanst tú brúka sjálvbrúnandi krem. Tað riggar fínt, sigur Jannie og leggur afturat, at eftir at hon fekk staðfest húðkrabba, fóru fleiri av hennara vinkonum til læknan at verða kannaðar.
- Míni ráð eru avgjørt, at hevur tú eitt móðurmerki, sum sær eitt sindur ivasamt út, skalt tú fara til lækna. Jú fyrr, jú størri er møguleikin fyri, at tað ikki er vorðið so tjúkt, at tað er vandamikið. Er nakað at ivast í, sker læknin tað burtur, og tú fært also ikki ilt. Ikki verri enn av eini sproytu hjá tannlækna, sigur Jannie.
Vónar at hjálpa øðrum
Jannie gongur nú til eftirkanning triðja hvønn mánað og hevur gjørt sær tað til ein vana at halda eyga við merkjum á húðini.
- Men eg eri ikki blivin hysterisk, tí nú veit eg so mikið um sjúkuna, at eg veit, hvat eg skal halda eyga við, sigur hon.
Áðrenn alt hetta, visti Jannie onki um húðkrabba. Og eitt tað ringasta, tá hon sjálv fekk staðfest sjúkuna, var næstan ongan at hava at tosa við, sum visti, hvat hetta snúði seg um. Hesa tíðina helt Jannie seg nógv til ein gamlan floksfelaga, ið hevði verið í eini líknandi støðu, og tað var ein sera kærkomin gáva, tá sjeikurin gav henni bókina Okkara Millum hjá Føroya Felag móti Krabbameini. Jannie las alla bókin beinanvegin, men søgan hjá eini kvinnu, sum hevði havt júst sama slag av húðkrabba, sum Jannie, hjálpti serliga nógv.
- Eg ringdi alt fyri eitt til hana, og sjálvt um eg als ikki kendi hana, hjálpti tað ótrúliga væl at tosa við ein, sum hevði roynt alt hetta á sínum egna kroppi, sigur Jannie og leggur afturat, at hetta eisini er orsøkin til, at hon sjálv nú fortelur sína søgu alment.
- Eg havi ikki fjalt út yvir, at eg havi havt húðkrabba. Hinvegin havi eg heldur ikki tímað at tosað so nógv um tað - kanska tí eg í øllum hesum ongantíð havi følt meg sjúka. Men eg havi ikki gloymt, hvussu stóran týdning tað hevði fyri meg at lesa um eina kvinnu, sum var í somu støðu. So tá  Krabbameinsfelagið spurdi, um eg vildi siga mína søgu, valdi eg at siga ja. Vónandi kann hon hjálpa onkrum á sama hátt, sigur Jannie Dam Jacobsen.