Else málar við tógvi

Else Gotved Jacobsen hevur eitt heilt serligt eyga fyri fuglum. Ikki minst fyri at endurskapa teir í sínum eyðkendu vovnu myndum. Íblásturin fær hon úr føroysku náttúruni, men hugskotið til sína fyrstu fuglamynd fekk Else eina heilt aðrastaðni frá


Ein lítil rest av bummullstógvi, eitt sindur av føroyskum broddi, ein endi av silki ? alt kann brúkast, tá Else Gotved Jacobsen setur seg við myndavevin. Og spakuliga verða tráðir og tógv og litir til eitt av hennara eyðkendu listaverkunum ? altíð við fuglinum sum myndevni.
Ì løtuni eru nakrar av fuglamyndunum hjá Else at síggja í listahandlinum Listir í Havn
Dýrgripir í óruddinum
- Jú, tú kanst siga, at eg máli við tógvi. Grundtilfarið spinni eg oftast sjálv úr føroyskari ull og liti tað við plantuliting. Restina finni eg alla møguliga staðni, kanska á botninum í einum útsølukassa, har eitt einsamalt noða liggur og rekst. Oftast enda gamlar restir, sum onkur í familjuni ætlar at koyra burtur, eisini á borðinum hjá mær, og eg taki meir enn fegin ímóti, smílist Else.
Soleiðis verður slíkt, sum ongin annar sær nakað virði í, ofta til dýrgripir í hondunum á Else. Kanska tørvaði fuglavongurin júst handan silvurtráðin fyri at fáa tað rætta glitrið. Og kanska var hasin endin akkurát passaliga knorlutur til hasa mosatúgvuna. Men møguliga skal okkurt heilt annað til, og tá aftrar Else seg ikki við at spinna heimalitaðan brodd saman við bummull fyri at raka júst tann rætta strukturin og litin.
Men onki er avgjørt frammanundan, tí Else brúkar ikki uppskrift og vevar ongantíð somu mynd umaftur. Hóast fuglurin altíð er í miðdeplinum, fangar myndin hann altíð í eini nýggjari rørslu, einum øðrum ljósi, í einum øðrvísi huglagi. Og hvørja ferð mugu teknikkur, tilfar og myndevni lagast eftir hvørjumøðrum. Onkuntíð renna tráðirnir upp og niður, onkuntíð tvørturum, alt eftir, hvat reint tekniskt letur seg gera. Men myndaveving er hvørki tað lættasta ella tað skjótasta handverkið, tú kanst fara í holt við.
- Hetta er øgiliga putlut, og tú skalt vera rættiliga tolin. Men tá eg siti har við einum fjalli av tógvi frammanfyri mær og fái hugskot til, hvussu tey kunnu brúkast, hvørvur tíðin bara. Eg havi onga hóming av, hvussu nógvir ymiskir litir fara í eina mynd, tí ofta eru tað tey allarminstu litbrigdini, sum gera munin.
Íblástur úr dansiringi
Áhugin hjá Else fyri fuglum er ikki bara av listarligum slag. Hon er limur í Føroya Fuglafrøðifelag og hevur eisini væl av meir fakligum innliti í fuglalív og atburð. Saman við tí listarliga eyganum er tað ongin ivi um, at Elsa sær rættiliga nógv meir, enn vit onnur, í hesum væl kenda og heimliga skapningi
- Fuglaheimurin er so ótrúliga spennandi og fjøltáttaður. Hevur tú eyguni opin, leggur tú allatíðina merki til okkurt nýtt. Eg gangi nógv úti í náttúruni, og eri eg so heppin at búgva beint í einum fuglahvíluplássi í Sandagerði. So íblásturin fái eg allatíðina og allastaðini púra ókeypis, sigur Else.
Else hevur búð í Føroyum í 40 ár, og hon ivast ikki í, at hugurin at brúka fuglar sum myndevni er komin av at síggja teir so tætt at í sínum rætta umhvørvið. Men so løgi tað ljóðar, kom íblásturin til hennara fyrstu fuglamynd eina heilt aðrastaðni frá.
- Eg skuldi veva eina mynd av føroyskum dansi til sonin, sum búði niðri. Meðan eg sat og arbeiddi við myndini, kom eg at hugsa um, hvussu nógv dansiringurin minti um fuglar, sum sita á rókini og snara høvdinum og toyggja seg uppeftir og hyggja niður aftur í eini støðugari rørslu. Soleiðis byrjaði tað, sigur Else, sum seinastu 20 árini hevur havt myndaveving sum sítt frítíðarítriv. Hóast myndirnar hjá Elsu eru at síggja rættiliga nógva staðni, hevur hon ongantíð gjørt nakað serligt fyri at selja tær, tí so hevði ítrivið líkts ov nóg einum arbeiði.
- Eg vil sleppa at hava stundir til at fáa nýggj hugskot og brúka ta tíðina, tað krevst at gera eina mynd lidna. Tað er tað, sum ger hetta so spennandi og hugnaligt samstundis, sigur Else og kemur í tankar um staran heima í havanum.
- Ein vakur stari er farin at reiðrast beint frammanfyri køksvindeyganum hjá mær. Hann kemur hvønn morgun, so eg havi góðar stundir at sita og eygleiða hann. Spennandi at vita, hvat hann hevst at, tá eg komi heim, sigur hon og sær heilt spent út. Og hvør veit, kanska verður trúfasti starin við á næstu myndini hjá Else Gotved Jacobesen.