merkir, at býráðið setir stykki av at verða tókt til eitt ávíst endamál eina ávísa tíð. Og á Býráðsfundi mikukvøldið samtykti býráðið at geva felagnum stykkið til taks í eitt hálvt ár fyribils. Men í tí liggur [...] sigur, at talan er um eitt felag við føroyskum og útlendskum pengum. Formaðurin í havnanevndini vil ikki siga, hvørjir føroyingarnir eru, sum eru uppií. Men felagið eitur Prepan, er okkum upplýst Torfinn
básar eru leiga-ir úr Íslandi og eru av bestu dygd, tí teir eru gjørdir til endamálið. At eggja framsýnarum til at gera sítt til at básarnir verða so vakrir sum gjørligt, verður skipað fyri kapping um [...] havt áhuga at verið við á framsýningini. Men tað merkir ikki, at ikki onnur eisini eru vælkomin. Og er onkur gloppin burturúr millum, ber væl til at seta seg í samband við TB. Formaður í fyrireikingarnevndini [...] dag , so at stevnan ikki bara fer at snúgva seg um sølu. Ætlanin er, at undirhaldið skal verða á høgum støði. Og m.a. verður arbeitt fyri at fáa eitt altjóða navn uttan úr heimi til Tvøroyrar at undirhalda
slíkan bil, tí talan er um ein serbygdan bil, og vit kunnu ikki bara fara út til Fordumboðið og keypa nýggjan rút til bilin, tí hann er sergjørdur til júst hendan bilin. Umframt at hava brotið annan stóra síðurútin [...] so illa inn á hin bilin, at hann ikki fer at koyra fyribils. ? Vit eru sera harmir um, at fólk finna upp á slíkt, sigur Elgeir Olsen, stjóri í felagnum. ? Tað er ikki uttan trupulleikar at umvæla slíkan [...] Tað var ikki tespilig sjón, ið møtti teimum, sum starvast hjá P/F Bilútleigan, tá teir komu í hølini hjá felagnum á Heygnum Mikla leygarmorgunin. Sum navnið sigur, leigar Bilútleigan bilar út. Men umframt
Hon er útbúgvin innan handil, giftist til Føroya og hevur búð her í 22 ár. Í dag hevur hon tvey vaksin børn og fæst mest við at umboða Tupperware. ? Tá eg kom til Føroya var tað in at vera danskari. Í [...] i er sjálvandi ein orsøk, men tá eg kom higar, var tað ein fordeilur at vera danksari. Tað er tað ikki í dag, sigur hon. ? Men, leggur hon afturat. ? Eg havi ongar trupulleikar í so máta, men trívist
í. Sosialurin frættir eisini, at okkurt vatnrør er brostið av hitanum, og hetta hevur ført til, at eldurin ikki varð so stórur. Umframt eldskaða hava húsini eisini fingið royk- og vatnskaða. [...] at fáa størri borðpláss, hava tey eina træplátu, sum tey plaga at leggja oman á komfýrin, tá hann ikki verður nýttur. Hendan træpláta hevur ligið oman á komfýrinum leygarnáttina. Dansifelagið var í húsunum [...] men tá hevur plátan á komfýrinum staðið á 1, verður sagt av politistøðini. Teir trettan tímarnar til fráboðanin um eldin kom klokkan 14:02 seinnapartin leygardagin, hevur komfýrurin hitað træplátunum
fyri hvønn dag, sum nú gongur, sær tað nú enn svartari út fyri næmingarnar, sum ikki kunnu verða vísir at fáa prógvið til tíðina seinast í juni mánaði. Lærararnir siga seg vera í lógligum verkfalli. Eilif [...] Nevndin í felagnum og landsstýrið sótu alla mánanáttina á fundi, og mánamorgunin varð komið til eina semju. Nevndin í Yrikislærarafelagnum treytaði sær tó, at semjan skuldi góðkennast av limunum. Við útvarpið
vera stórt spell, at teir ikki kunnu bjóða pakkar til eitt nú altjóða ráðstevnu, harí teir eisini kunnu bjóða gestunum rúsandi løg. Ætlanin er als ikki at brúka slíkt skonkiloyvi til at skonkja yvir diskin [...] fingið tiltøk av ymsum slag. Tí ein er noyddur til at bjóða tað, sum altjóða heimurin væntar sær. Sum er hevur Norðurlandahúsið bert loyvi til at skonkja til lukkað selskap. Stjórin í Norðurlandahúsinum [...] hevur verið umrøtt fyrr men ikki fyrr enn í 1997 varð so søkt. Tá svarið kom úr Tinganesi fyri nøkrum mánaðum síðani var tað eitt nei. Grundgevingin er tann, at tað eru ikki fleiri skonkiloyvi í Suðurstreymi
gamli drongurin vaksin? Og vit mugu ikki gloyma oljuna. UM olja kemur, mugu vit ansa okkum. Stórur vandi er fyri dálking av okkara umhvørvi. Og tað hava vit ikki ráð til. Tí náttúran er okkara alt og eitt [...] útvinna olju, tí vinningurin fer til Danmarkar, tað er heilt vist. Eftir orðaskiftinum at døma koma bert pengar upp til Føroya, einki fer niður til Danmarkar. Men danir mugu ikki gloyma, at eisini teir vinna [...] bankafrágreiðingini, men verðið ikki klókari. Eg veit ikki, hvør hevur skyldina. Men eg havi innantanna illgruna um, at føroyskir politikarar ikki hava so reint mjøl í posanum sum teir vilja vera við.
»Eru tað veruliga havnarfólk, ið eru so kensluleys, og ikki hava virðing fyri tí, ið farið er? Ber tað til, at nakar havnarmaður/kona kann fáa seg til at forkoma ella taka burtur av søguligu bygningunum, [...] at brúka økið til peningaligan vinning hjá einari fyritøku, ið eins væl kann liggja aðrastaðni enn inni í miðbýnum? Um so verður, at »Gamla Hospitalið« verður burturbeint og økið brúkt til vinnuligt endamál [...] katolikkarnir hildu til og høvdu teirra fyrstu kirkju. Við norðaru áarsíðu niðri í Rættará standa gomlu sethúsini hjá Østrøm. (Østrøm kenna vit øll frá sanginum »Her nógv er at gera« ella «til Havnar vit fara«)
løgfrøðiligu førleikar Johan Djurhuusar komu til sín rætt og gjørdu sítt gagn. Tað nívdi hann, tá politikkarar ikki vildu geva fyrisitingini tær umstøður, ið skuldu til fyri at kunna fylgja við í tí skjótt vaksandi [...] a, ið varð sett á stovn, eftir at heimastýrislógin var komin í gildi í 1948. Hetta merkti ikki, at Johan ikki hevði politiskan áhuga. Hann var av stinnum sambandsbergi brotin, men hann lat ongantíð sína [...] og tað setti sín dám á hann. Eftir lokið prógv arbeiddi hann í danska fíggjarmálaráðnum, til hann í 1947 kom til Føroya at starvast hjá Vinnulánsgrunninum, ein almennur grunnur, ið fíggjaði endurnýggjan