Gloymdu at sløkkja komfýrin

Seinnapartin leygardagin kom eldur í gomlu Hornahúsini í Havn

Leygardagin varð boðað frá eldi í gomlu Hornahúsunum í Hornabø í Havn.

Av politistøðini verður sagt, at eldur er íkomin av tí, at onkur hevur latið eina plátu á komfýrinum staðið frá.

Fyri at fáa størri borðpláss, hava tey eina træplátu, sum tey plaga at leggja oman á komfýrin, tá hann ikki verður nýttur. Hendan træpláta hevur ligið oman á komfýrinum leygarnáttina.

Dansifelagið var í húsunum fríggjakvøldið, og seinastu fólkini fóru avstað klokkan 01:00, men tá hevur plátan á komfýrinum staðið á 1, verður sagt av politistøðini.

Teir trettan tímarnar til fráboðanin um eldin kom klokkan 14:02 seinnapartin leygardagin, hevur komfýrurin hitað træplátunum so mikið, at eldur festi í.

Sosialurin frættir eisini, at okkurt vatnrør er brostið av hitanum, og hetta hevur ført til, at eldurin ikki varð so stórur.

Umframt eldskaða hava húsini eisini fingið royk- og vatnskaða.