Nevndin í felagnum og landsstýrið sótu alla mánanáttina á fundi, og mánamorgunin varð komið til eina semju. Nevndin í Yrikislærarafelagnum treytaði sær tó, at semjan skuldi góðkennast av limunum.
Við útvarpið segði Snorri Fjalsbak, formaður í Yrkisfelagnum, at landsstýrið als einki boð hevði upp á loysn, og eftir at hava sitið og togast í nógvar tímar, fór Yrkislærarafelagið »út um mark«, sum Snorri Fjalsbak málbar seg.
Semjan lóðaði upp á, at lærararnir skuldu fáa pengar fyri hvøn næming, oman fyri teir 24.
Ósemjan tykist nú aftur at standa í botni, og verkfallið er nú farið inn í fjórðu vikuna. Næmingarnir hava nú einans umleið 50 skúladagar eftir, og fleiri hava skula latið endaligar uppgávur inn - eitt nú skuldu 2. HF-næmingarnir nú skrivað sína endaligu annaðársuppgávu.
Snorri Fjalsbak segði við útvarpið, at fyri hvønn dag, sum nú gongur, sær tað nú enn svartari út fyri næmingarnar, sum ikki kunnu verða vísir at fáa prógvið til tíðina seinast í juni mánaði.
Lærararnir siga seg vera í lógligum verkfalli.
Eilif Samuelsen, landsstýrismaður, sigur, at lærarnir eru í ólógligum verkfalli.
Eitt eru partarnir tó samdir um: Tað er, at hin parturin nú eigur útspælið