Norðurlandahúsið fekk einki skonkiloyvi

Hóast ein samt stýrið heitti á landsstýrið um at lata Norðurlandahúsinum skonkiloyvi vendu myndugleikarnir bara bakið til. Svarið var eitt nei. Hetta heldur stjórin í Norðurlandahúsinum verða stórt spell, tí umheimurin, sum ger brúk av húsinum hevur ynski um slíkt

Tað er nú nakað síðani, at eitt samt stýrið fyri Norðurlandahúsið gjørdi av at søkja landsstýrið um skonkiloyvi. Hetta hevur verið umrøtt fyrr men ikki fyrr enn í 1997 varð so søkt. Tá svarið kom úr Tinganesi fyri nøkrum mánaðum síðani var tað eitt nei. Grundgevingin er tann, at tað eru ikki fleiri skonkiloyvi í Suðurstreymi.

Stjórin í Norðurlandahúsinum heldur tað vera løgið, at myndugleikarnir ikki kunnu bera so í bandi, at skonkiloyvi fæst til ein stovn sum Norðurlandahúsinum. Tí nettup hetta hús er karmur um so mong altjóða tiltøk. Og saman við slíkum tiltøkum hoyrir eitt skonkiloyvi. Tað halda bæði stjórin og ein samd nevnd. At slíkt skonkiloyvi ikki er ætlað at verða misbrúkt er Bengt Gøransson, nevndarlimur eitt dømi um. Hann hevur leingi sitið sum formaður í Norðurlendsku fráhaldsrørsluni og er eisini fyrrverandi mentamálráðharri í Svøríki.

Tá slíkir menn mæla til at fáa Norðurlandahúsinum eitt skonkiloyvi áttu myndugleikarnir at umhugsa seg, áðrenn teir bara vendu bakið til sigur stjórin í Norðurlandahúsinum.

Hann heldur tað vera stórt spell, at teir ikki kunnu bjóða pakkar til eitt nú altjóða ráðstevnu, harí teir eisini kunnu bjóða gestunum rúsandi løg. Ætlanin er als ikki at brúka slíkt skonkiloyvi til at skonkja yvir diskin, men heldur at kunna brúka hetta í sambandi við eitt ávís tiltøk. Við hesum hevði eisini verið lættari hjá húsinum at fingið tiltøk av ymsum slag. Tí ein er noyddur til at bjóða tað, sum altjóða heimurin væntar sær.

Sum er hevur Norðurlandahúsið bert loyvi til at skonkja til lukkað selskap. Stjórin í Norðurlandahúsinum sigur seg vera vónsviknan av, at landsstýrið ikki vil finna útvegir fyri at geva fleiri skonkiloyvi.