farmur verður koyrdur í land av Norrønu. Sagt verður á bryggjuni, at arbeiðarafelagið í Havn hevur givið loyvi til tað, sum fer fram, men Hans svarar avgjørdur, at tað er “tann køllsvarta lygn”. Verkfallið [...] mangan skemtiligur, og hann var umhugsin, tá mál vóru til viðgerðar í nevndini. At lurta dugdi hann væl, og hann leyp ikki framav, tá nýggj uppskot ella avbjóðingar komu á borðið. Tað, sum kundi tykjast yngri [...] vera fleiri leikir frammanfyri, tá hann hetta gjørdi. So hvørt sum hann spurdi til, kundi gerast eyðsýnt, at uppskot ella argumentatiónir ikki altíð vóru nóg væl gjøgnumhugsað kortini. Hesin arbeiðshátturin
viðmerkingar til okkurt, sum tú ikki var vanur at síggja, og sum tær antin dámdi ella ikki dámdi; tað kundi vera ein laðaður ella stoyptur garður ella eitt sjáldsamt húsasnið. Ja, abbi, nú hevur tú lagt gongustavin [...] var og tú varðaði av honum, hevði tú okkum við – á Homrunum og í Botni ella tá hann gekk innistikaður á Miðisbyrgi ella norðuri á Dalinum. Og ikki um at tala, tá tá tú fór at geva seyðinum, tú føddi inni [...] Ja, nú bleiv manntómt inni á Bakka, nú tú fór frá okkum, Kristoffur-abbin, sjálvan adventssunnudag í árinum, sum fór. 81 ár bleiv tú. Hóast høga aldurin var tú fúsur og ferðugur – líka inntil síðsta summar
vita, at tú var deyður, segði hann » tað var snedugt, eg trúði at hasin maðurin bleiv í minsta lagi 100 ár«. Nú ert tú komin til tann bústað, sum Jesus ger kláran til okkum, tann bústað sum tú hevur sungið [...] hvussu glaður tú ert at síggja Dánjal aftur. Líka mikið, hvussu gamal ella sjúkur tú vart, so steðgaði tað tær ikki at tæna Gudi. Møti var á sjúkrahúsinum, tú hoyrdi tey syngja og tú sang við, tú hevði onki [...] Nú ert tú ikki her hjá okkum meira, men í hjartanum hevur tú altíð ein bústað hjá okkum øllum. Tú ert farin til Harran, meðan vit sum sita eftir, sita við sorg, men eisini við gleði, tí tað var ikki nakað
við ommu. Tú mátti altið vita, hvar hon var, og hvat hon gjørdi, og tær dámdi best, um tú kundi vera saman við henni, har hon fór. Tá ið tú komst inn á gólvið hjá okkum á Glyvrum, segði tú altíð: “Eg vil [...] vil einki, eg fari inn aftur til ommu tína” og tað fyrsta tú gjørdi, tá ið tú komst heim, var at rópa: “Noomi, hvar ert tú?” Omma var tín tryggleiki á sama hátt, sum tú og omma vóru tryggleikin hjá mær og [...] eg nú, tí tú við tinum atburði lærdi meg at skilja tað. Tað kann verða, abbi, at fólk fara at gloyma, hvussu tú vart, ella gloyma tað tú segði, men eingin fer nakrantíð at gloyma, hvussu væl tú dugdi at
eisini. Torkil stakkalin, tú bleivst “enslaved” av tínari ræðuligu sjúku, tínum “minefield”, sum tú ikki kundi sleppa burturúr. Eg vóni tú hevur tað gott, har tú ert í dag og hevur verið síðani lagnudagin [...] flokki, meðan Tummas var oddamaður fyri Wham-bólkin, ella var tað Modern Talking? Eg haldi, at longu her sást, at Torkil var meira til rock-tónleik enn til tann meira reindyrkaða popp-tónleikin. Ikki nógv [...] sum áður sagt sera dugnaligur og í so máta hevur hann ríkað tónleikin hjá McHár, Malan Eyðunsdóttir o.ø. Ikki minst er Tróndur Bogason ein, sum Torkil hevur samstarvað nógv við í tonleikahøpi. Hóast Torkil
umsorgan hann hevur havt fyri mínum dreingjum, alla ta tíð teir hava spælt fótbólt, avheintað teir á veg til venjing, koyrt teir til dyst, tá teir vóru yngri. Eg veit, at Rúni eisini hevur verið nógv fyri [...] smádrongur. Eg kendi Rúna sum ein stillan og smædnan drong, men altíð við einum smíli, tá tú møtti honum, ella vart saman við honum. Eg hevði tað gleði, at arbeiða saman við Rúna í LÍF í fleiri ár. Eg [...] steðgaði ikki leingi, tí tað var okkurt hann skuldi. Tá eg spurdi hvat hann skuldi, svaraði hann »Eg skal í LÍF-húsið«. Mínir tankar leita til tykkara, Anna, Petur Jacob og systkini. Saknurin verður stórur
altíð vit vistu hvar tú var, ei altíð vit vistu hvat tú gjørdi har, um tú so var nær ella fjar. Ei altíð vit vistu nær tú kom heim, ei heldur um tað var við gleði og gleim. Ei altíð tú aktaði faðir og móðir [...] messudrongur longur. Hann fór á dekkið at hjálpa til, tí tað var tað hann hevði hug til, og sjómaður hevur hann verið síðan. Pauli fór niður at læra til maskinist og sigldi eina tíð við coustara, men so [...] skúla, tá Óli Horn ein dagin, á kaiini í Vági, meðan menn riggaðu skipini til, bað Paula koma við sum messudrongur við Skt. Jacques til Grønlands. Fyri Paula var tað einki ivamál, men foreldrini og fosturforeldrini
petti av mínum hjarta. Tungt er at hugsa um, at tú ikki er millum okkum longur. Má bert royna at hugsa, at tú hevur tað nógvar ferðir betur, har tú er nú, enn tú nakrantíð hevði tað her á foldum. Ja, Margar [...] og blakaðu við brosmum, ella sum tú kallaði tær, springbóltar, forbannaðir gummifiskar. Tá tú stóð blóðreyður í høvdinum við krivjingarpavnin umborð á Polarstjørnuni, tá var tú ikki blíður og tað hjálpti [...] teg. Tað kennist so óveruligt, at tú ikki er millum okkum longur. Dugi ikki rættiliga at skilja tað, at eg ongantíð aftur skal uppliva títt selskap í hesum lívi. Hvat skal eg skriva, hvussu nógv skal eg
tykkum, er at tit aftur ein dag skula møtast heima í himli. Sálm. 139 ø. 13-18 13. Tí at tú hevur nýru míni gjørt, hevur meg vovið í móðurlívi! 14. Eg tær lovi, tí á undurfullan hátt eg varð skaptur, undurfull [...] úr eyga fjelur, okkum føðir, okkum klæðir, gleðir, um so sorgin bagir. Hvat hann tekur, hvat hann gevur, faðirs hjartalag hann hevur, og hans vilji er hin sami: barnsins sanna gagn og frami Væl tær veri [...] altíð hevði hann eitt smíl um varrarnar tá ein møtti honum ella var saman við honum. Eisini hevði hann ofta onkra stuttliga viðmerking ella okkurt stuttligt at siga frá. Saknurin hjá okkum er stórur nú
mær og spurdi til tað ið eg lærdi, og so kom hann við sínum ískoyti. Serstakliga dámdi honum væl at geva mær støddfrøðiligar avbjóðingar, men stundir vóru meira enn so til eitt Olsen ella bæði tvey. Ein [...] vegir, meðan tey ið ikki sluppu við, runnu allan vegin aftaná traktorinum til súrhoyggjbrunnin. Hetta roksið av okkum børnum hevur óivað verið sera órógvandi fyri arbeiðið hjá abba, men ongantíð lat hann [...] neyðugt, varð avgjørt, at eg fór við babba út á Toftir um morgnarnar, tá ið hann fór við Ternuni til Havnar til arbeiðis. Og var tað tá himmalskt sum hálvvaksin genta at balla seg millum ommu og abba tíman