Torkil er ein av mínum elstu og bestu vinmonnum. Hann er hetta framvegis í mínum høvdi. Men satt er tað, at hann er deyður. “Only the good die young” siga bretar onkuntíð, og soleiðis eitur ein sangur hjá Iron Maiden, sum eg og Torkil hava lurta so nógv eftir og spælt so nógv á guitar.
“Eg og Torkil”, ja handan setningin kann eg brúka um sera nógv. Hóast Torkil ikki kom í okkara flokk í Kommunuskúlanum fyrr enn í 4. flokki, so náddi hann at hava sera stóra ávirkan á bæði meg og flokkin sum heild. Torkil við sínum ágrýtni, áhaldni, humor, góða smakki, góðu evnum innan mangt og hvat og sínum góðu persónligu eginleikum.
Í byrjanini, altso í 4. flokki, vóru vit samdir í, at Duran Duran var besti tónleikabólkur, og Torkil var onkursvegna oddamaður fyri ‘Duran Duran-bólkin’ í okkara flokki, meðan Tummas var oddamaður fyri Wham-bólkin, ella var tað Modern Talking? Eg haldi, at longu her sást, at Torkil var meira til rock-tónleik enn til tann meira reindyrkaða popp-tónleikin. Ikki nógv seinni hevði hann eina T-shirt, har tað stóð “Death Before Disco” á. Hesa T-shirt var hann sera glaður fyri, og eg helt hana eisini vera sera kula. Um hetta mundi vóru vit eisini farnir frá Duran Duran til nakað væl harðari rock. (Annars kann eg eisini nevna, men bara í klombrum, at vit báðir ta einu tíðina vóru sera upptiknir av break dance, sum faktiskt var tað fyrsta sum knýtti okkum saman.)
Hóast eg og Torkil altíð vóru bestu vinmenn, so vóru vit eisini stórir kappingarneytar, men ikki altíð so týðiliga. Tað byrjaði við break dance, har vit kappaðust, síðan vóru vit báðir góðir til rokning, har tað eisini var ein ávís kapping okkara millum, um hvør fekk bestan karakter. Tá spurnarkappingar vóru, vóru vit sera ivrigir at gita mest rætt. Báðir spældu vit borðtennis við Fram á B-liðinum, har vit skiftust um at vera bestir. (Altíð vóru Bergur, Martin, Jan og Tummas ov góðir til at lata meg og Torkil koma á A-liðið!) Eg fór at spæla guitar, og so fór Torkil eisini, og har var eisini nakað av kappingarelementi at byrja við, men eg mátti ásanna, at Torkil sera skjótt yvirhálaði meg í guitarspæli.
Guitarspælið er helst tað flest minnast Torkil fyri. Hetta dugdi hann eisini stak væl, hóast vit Panic’arar og aðrir fyrstu árini ofta ivaðust í, um hann fór at gerast veruliga góður, tí hann var so ógvusligur. Hann sleit altíð streingir, og var ikki júst meistarin, tá tað kom til “feeling”. Hann var í øllum hann gjørdi rættiliga ógvusligur. Væl gjørdur, ágrýtin, sera arbeiðssamur, men ofta nakað ivrigur. Hann vildi duga tær mest torføru og fantastisku guitarsolo’irnar, og hann lærdi seg tær – og dugdi tær, men til tíðir ikki við so góðum “feeling”. Hetta bleiv tó nógv betur við tíðini. Nú minnist eg best hansara guitarførleikar frá Panic-tíðini, og hann bleiv væl betur eftir tað. Hann bleiv faktiskt sum áður sagt sera dugnaligur og í so máta hevur hann ríkað tónleikin hjá McHár, Malan Eyðunsdóttir o.ø. Ikki minst er Tróndur Bogason ein, sum Torkil hevur samstarvað nógv við í tonleikahøpi.
Hóast Torkil mest spældi guitar og tónleik hjá øðrum, so vil eg líka minna á, at hann gjørdi 2 løg, tá vit spældu í Panic. Hesir kallaði hann “Minefield” og “Enslaved”, og teir vóru sera spennandi sangir, sum vóru íblástir av Metallica, Mega Deth, Annihilator o.ø. sum var nógv frammi innan tungmálm í byrjanini av 1990unum. Vit framførdu bæði løgini á konsertum, men helst eru tey hálvavegna gloymd. Sjálvur minnist eg best riff’ið í byrjanini av “Minefield”, sum var rættiliga feitt og minti um okkurt hjá Metallica, “Orion” ella “Seek and Destroy” t.d.
Nógv hevur hesin fantastiski vinur givið mær og øðrum. Vit hava sum sagt gjørt so nógv saman, at eg kundi skrivað bøkur um tað. Apropos tað, at hann var so ivrigur, so kann eg siga, at hann hevði lindi til at gerast fyrri ella fremri enn eg. Vit blivu pápar fyrstu ferð sama summar, í 2000. Men sjálvandi var hann fyrri. Ragnheiður var fødd í Juni, meðan Bjørk hjá mær var fødd í August. Hann var eisin fyrri útbúgvin enn eg, fyrr studentur, fór úr fólkaskúlanum áðrenn eg, var føddur áðrenn eg – ja og nú doyði hann eisini fyrr. Ofta hava vit tosað um religión og tað sum hartil hoyrir, har vit vóru á bylgjulongd hóast nokk so ósamdir. Spurningin um, havt hendir eftir deyðan fær hann so svar uppá áðrenn eg eisini.
Torkil stakkalin, tú bleivst “enslaved” av tínari ræðuligu sjúku, tínum “minefield”, sum tú ikki kundi sleppa burturúr. Eg vóni tú hevur tað gott, har tú ert í dag og hevur verið síðani lagnudagin 4. apríl. Eitt annað stórt menniskja doyði somuleiðis 4. apríl. Hesin var Martin Luther King, sum eins og tú Torkil var ein íblástur fyri øll. Í so máta kann tín deyðsdato sigast at vera hóskandi, men í minsta lagið eina hálva øld ov tíðliga.
Tað var váttandi og rørandi at síggja øll tey góðu fólkini, sum Torkil kendi til jarðarferðina. Veðrið var eisini við okkum og Torkili. Tað var ein sera virðilig løta, har Ragnheiður so fitt spældi so vakurt á klaverið, og Tróndur somuleiðis. Millum onnur løg spældi Tróndur “One” hjá Metallica. Tað ljóðaði avbera gott og rørdi meg í sálina. Tann sangurin minnir meg so nógv um Torkil, okkara Panic-tíð og teksturin í sanginum hevur fleiri setningar, sum eg kann ímynda mær hóska alt ov væl til Torkilsa seinastu tankar.
Vinaliga,
----
Gunnar, vinurin