kostar fleiri milliónir, sigur Bjarki Skúvadal í Vestmanna, men vil ikki siga nágreiniliga, hvør prísurin er. Báturin, sum nú er á veg, varð kontraktaður í Íslandi í december 2003, sigur hann. Tað hevur gingið [...] Hini grannalondini hjá okkum høvdu ikki slíkar avmarkingar. Men tað hjálpti okkum einki. Vit máttu lýða danska lóg. So vit fingu ikki tann bátin, vit ætlaðu okkum, tá vit ætlaðu tað, sigur hann. Tað er ikki [...] Hendan reglan er komin síðani. Talan er um ein trygdarreglu, danir hava sett orsakað av brunavanda, sigur hann. Men so varð skipasýnið yvirtikið, og vit fingu okkara egna skipaeftirlit. Saman við ti stovninum
Ikki heilt óvænta_ er ríkisfelagsskapurin snúningspunkti_ í valskránni hjá Sambandsflokkinum. Tr_ høvu_spunkt Súlurnar í valskránni hjá Sambandsflokkinum til Fólkatingsvali_ eru tríggjar í tali: Ríkisfel [...] berjist fyri ríkisfelagsskapinum. Í valskránni sigur Sambandsflokkurin, at flokkurin vil n_ta fólkatingssessin til at virka fyri, at N_skipanaruppskoti_ hjá flokkinum ver_ur sett í verk. -Danmark, Grønland [...] ali_ t_sdagin 8.februar. Listin yvir valevni er longu klárur, og hósmorgunin leg_i flokkurin-sum fyrsti flokkur- sína valskrá fram. Hóast stóri atkvø_uslúkurin frá seinasta fólkatingsvali, Lisbeth L. Petersen
Kann tað henda her hjá okkum? Hetta er ein spurningur, sum er blivin aktuellur, nú fólk hava sæð, hvussu óvantað og øðiligt nátúran kann taka seg upp ymsastaðni í verðini. Ein jarðskjálvti í havinum út [...] Sumatra koma tvær plátur saman. Men hvussu er í Norðuratlantshavi? Jú allan vegin frá norður til suður er ein riva millum tvær plátur, men tær umskarast ikki. Tær reka hvør í sína ætt, eystur og vestur [...] norðuri í Norskahavinum. Ja. Í morgin ella um 100 ár. Mike Disney, professari í Cardiff í Wales, sigur í Politiken (10.01.05), at ein alda, sum tann sum herjaði Bristol-fjørðin í 1607, kann koma hvønn
Tveir dystir vóru í meistaradeildini hjá kvinnum í flogbólti um vikuskiftið. Tey bæði oddaliðini, TB og Mjølnir, vóru bæði tvey á útivølli. Óvæntað trupult hjá TB Á pappírinum høvdu bæði Mjølnir og TB [...] lætt, men eitt er, hvussu tað sær út á pappírinum, og eitt annað er, hvat veruleikin sigur. Mjølnir var á vitjan hjá ÍF á Kambsdali, og her gjørdu føroyameistararnir úr Klaksvík sína skyldu og vunnu dystin [...] saktans kunnu verða við. Unga manningin hjá sørvingum gav TB harða mótstøðu frá fyrsta bólti, neyðugt var við fimm settum, áðrenn TB hevði tryggjað sær bæði stigini við suður aftur um Suðuroyarfjørð. Tvørakvinnur
minka. Soleiðis sigur einhvør liberal lærubók at tað skal vera. Men tað virkar ikki. Útflutningurin minkaði í november, tá tølini vóru tald upp. Ein onnur gáta er, hví útflutningsvørurnar hjá USA fyri ein [...] allar rekordir. Fyrsti flogtúrur veður nú í mars. Næsta er, at Airbus er farið undir at fyrireika framleiðslu av einum meðalstórum flogfari, sum skal kappast við Boing 737, sum er essið hjá Seattle-fabrikkini [...] kapping og samráðingum. Aðrar forkláringar uppá handilshallið hjá USA Ein onnur forkláring er, at ein stórur partur av samhandilshallinum hjá USA kemur av handli við asiatisk lond, eitt nú Kina. Og har hjálpir
ljós at vísa myndirnar á veggin. Tá so Fridtiof Wellejus í 1920 legði elektrisitet til í bakaríið hjá Frants Restorff, fekk Føroya Bio streym frá bakarínum, til Havnin fekk streym í 1922. Myndin vísir [...] 1936, tá Niels Juel Nielsen tók yvir, og rak hann til 1947, tá Sjónleikarhúsið Bio fekk biografloyvi hjá Føroya Bio. Tá Sjóvinnubankin í 1946 keypti økið til at byggja nýggjan banka á, blivu tey trý húsini [...] við og við tikin niður. Tvey vórðu setti upp úti á Rundingi (úti við Skipasmiðjuna), og eitt fór suður til Hvalbiar. Tá grundarsetinurin til tann nýggja bankan varð lagdur í 1951, vóru øll trý húsini burtur
Fríggjadagurin verður langur og strongdur hjá Guðruni Sólju Jacobsen. Tá luttekur hon í kappingini Stjørna eit kvøld hjá DR? endaliga kappingin í bestu senditíð. Mikukvøldið hevði hon bert verið til ein [...] eitt kvøld. - Vónin er altíð at vinna. Men ein má taka tað við løttum sinni, sigur Guðrun Sólja Jacobsen. Uppá fyrispurning sigur hon, at sjálvsagt vónar hon, at føroyingar fara at stuðla henni, eins og áður [...] stjørnum, sigur Guðrun. Fløga 7. februar - At eg syngi Imagine er jú eisini góður lýsingarmøguleiki fyri komandi fløguna, har lagið eisini er á. Men hetta er yvirhøvur eitt feitt lag, sigur Guðrun. Tann
kendur man hann kortini vera sum ein tann fyrsti og fremsti føroyingurin, sum hevur komponerað og sett út nýmótans tónleik fyri kór og orkestur. Tónleikurin hjá Paula, sum frá blaðungum av hevur spælt klaver [...] sambandi við Jacob Gade festivalin í Danmark í 2002. Verkini hjá Paula í Sandagerði eru framførd í Asia og Amerika og í Europa úr Norðurnoregi og suður til Grikkalands. Skúlaárið 1987-88 búði Pauli í Grikkalandi [...] havt við sær, at navnið á føðingardagsbarninum er vorðið kent langt út um landoddarnar. Foreldrini hjá Paula eru Elin og Ásmundur V. Johannesen. Pauli er elstur av trimum systkjum. Hini eru Anna og Sjúrður
nótaskip eisini á veg suður á hesar leiðir, eitt nú Krúnborg og Christian í Grótinum. Christian í Grótinum hevur verið ein túr á hestamakreli, men eftir hvat skilst, er hetta fyrsti túrurin hjá Krúnborg í ár. [...] og so hvørt, sum tað líður út á várið, tekur hann seg norður yvir. Góði fiskiskapurin kemur væl við hjá nótaskipunum, tí tað hevur sæð eitt sindur ivingarsamt út við svartkjaftinum í seinastuni. Seinastu
við. Men av tí at eg egni alt sjálvur, sleppi eg ikki avstað aftur beinanvegin, sigur hann. Mest útróður Seksæringurin hjá Benadiktusi hevur verið til útróður undir mongum ymiskum líkindum, síðani hann [...] hevur tað verið í seinastuni ? eini 100 pund uppá stampin, sigur Benadiktus. Hann veit um aðrar bátar, sum fiska rættiliga væl. Men, sum hann sigur: Fái eg 100 pund uppá stampin, so eri eg nøgdur við tað [...] tað er so eingin gullgruba. Tað er púra vist, sigur hann. Benadiktus klárar tó at svara hvørjum sítt, tí tað eru bara hann og konan í húsi. Ella sum hann sigur tað: - Børnini eru øll útflogin, so tað skal