Tveir dystir vóru í meistaradeildini hjá kvinnum í flogbólti um vikuskiftið. Tey bæði oddaliðini, TB og Mjølnir, vóru bæði tvey á útivølli.
Óvæntað trupult hjá TB
Á pappírinum høvdu bæði Mjølnir og TB lættar dystir, sum tær væntandi fóru at vinna lætt, men eitt er, hvussu tað sær út á pappírinum, og eitt annað er, hvat veruleikin sigur.
Mjølnir var á vitjan hjá ÍF á Kambsdali, og her gjørdu føroyameistararnir úr Klaksvík sína skyldu og vunnu dystin 3-1.
Fuglfjarðakvinnur góvu annars gestunum ein hvøkk, tá ið tær løgdu fyri við at vinna fyrsta settið greitt, 25-14, men so tók Mjølnir annað skinn um bak og vann trý tey næstu settini. Settúrslitini á Kambsdali vóru hesi 25-14, 21-25, 22-25 og 23-25.
TB var og vitjaði SÍ í Sørvági, og tað gjørdist ein nógv meiri spennandi dystur, enn nakar helst hevði væntað. SÍ hevur tað trupult sum uppflytarar í meistaradeildini, men sunnudagin prógvaðu tær yvir fyri TB, at tær saktans kunnu verða við. Unga manningin hjá sørvingum gav TB harða mótstøðu frá fyrsta bólti, neyðugt var við fimm settum, áðrenn TB hevði tryggjað sær bæði stigini við suður aftur um Suðuroyarfjørð.
Tvørakvinnur vunnu fyrsta settið tepurt 25-23, og síðani vann heimaliðið tvey tey næstu 25-22 og 25-20. Í fjórða settinum lat TB ongan iva verða um, at tær ætlaðu sær sigurin og vunnu 25-11. Tískil var neyðugt við javnbrótara, og hann vann TB sannførandi 15-6 og fekk harvið tryggja sær bæði stigini.
ÍF-Mjølnir 1-3 (25-14, 21-25, 22-25 og 23-25)
SÍ-TB 2-3 (23-25, 25-22, 25-20, 11-25 og 6-15)