og ikki av øðrum. Hetta er egoisman, tá hon er best. T.v.s. at hvør tryggjar seg sum frægast við einum ávísum prosenti av lønini. Tað hevur verið nevnt, at hvør lønmóttakari skal gjalda inn 10% av lønini [...] hevur bjóðað vinstravonginum av í pensjónsspurninginum. Teir borgarligu mæla nú til, at hvør sætar sær, og tí vilja teir hava eina fólkatrygging. Vit skulu sjálvi taka ábyrgd av egnum aldurdómi, verður sagt [...] heimaarbeiðandi mammur, tey arbeiðsleysu og tey brekaðu, har verður ein píningur av einari almennari pensjón. Alt í alt ein skipan, har tey fáu fáa ov nógv, og tey mongu ov lítið. Framhald Jóannes Eidesgaard
skipa fyri vitjanarferðum til nakrar av teimum verkætlanunum sum eru í gongd í Føroyum í løtuni og fáa frágreiðing um hesar, her dentur verður lagdur á leiðsluliga partin av verkætlanini. Endamál við hesum [...] er eisini at tílík tiltøk kunnu menna eitt kontaktnet millum limirnar, soleiðis at teir kunnu heysta av royndum hjá hvørjum øðrum og harvið mennast. Ætlanin er at hava fyrsta tiltakið áðrenn summarfrítíðina [...] millun annað inniheldur teldutøkar sjúklinga journalur v.m. Ætlanin er næstu árini at innføra hesa skipan í øllum heilsuverkinum. Tey, ið hava áhuga í at vera við á virkisvitjanin skulu boða frá á fvl@post
Rækjuflotin var meginpartin av ár 2000 skerdur í talið. Ein nýbygningur var í gerð, sum kom í okt. 2000, og eitt annað av størru skipunum var leiga út til Grønlands. Harumframt lá eitt av miðalstóru skipunum ið [...] ætla og gjørdi ymiskt arbeiði uppá skipið, sum kravd vóru av m.a. Skipaeftirlitinum, og var tí heldur ikki til fiskiskap meira enn góða helvt av árinum. Síðst í 2000 vóru tó øll skipini í vinnu, undantikið [...] við ørðum, hevur keypt. Hetta skip fer í vinnu fyrst í januar 2001. At tvey av stóru skipunum ikki vóru í vinnu stóran part av árinum sæst serliga aftur í minkaðu veiðunøgdini á Flemish Cap, sum er góð
privatu arbeiðsgevarunum, tá ið kvinnur fara í farloyvi. Smærri fyritøkur aftra seg av tí sama at seta ungar kvinnur í starv av ótta fyri at tær skulu gerast við barn. - Tað er órættvíst, at tað skal kosta kvinnuni [...] arbeiðsmarknaðinum javnbjóðis rættindi, tá ið tær fara í barnsburðarfarloyvi, hevur altíð verið eitt av hjartamálunum hjá Lisbeth L. Petersen, løgtingskvinnu fyri Sambandsflokkin. - Kvinnur á almenna og [...] barnsburðarfarloyvinum. Tað hevur gjørt, at politikarar og onnur hava sæð tað neyðuga í, at restin av kvinnunum á arbeiðsmarknaðninum fáa somu rættindi. - Undir kreppuni fyri nøkrum árum síðani sást týðiliga
segði beinleiðis, at tað er »flóvisligt« at verða uttanlands og vara av eini so gamlari skipan, har rættarstøðan hjá hesum børnum er so út av lagið vánalig. Nógvir pápar stríðast hvør í sínum lagi, men koma [...] og uppælingini av børnunum. Tí er tónin í lógini eisini, at mamman pr. defenitión er hon, ið dugur at taka sær børnunum. Pápin er hinvegin pr. defenitión ikki egnaður at hava ábyrgd av børnunum. Tá lógin [...] í flestu førum, mamman, sum hevur rætt til børnini. Børn, hvørs foreldur eru fráskild, eru bundin av, at foreldramyndugleikin ? um tað so er mamman ella pápin er líkamikið ? vil samarbeiða við hitt foreldri
ð, sum hevur staðið fyri útboðsumfari at finna rætta veitaran av eini THS-skipan, sum talgilda skipanin verður rópt. Sáttmáli Úrslitið av útboðsumfarinum var ein sáttmáli millum WM-data og Sam-Teld øðrumegin [...] digitaliseraða - heilsuskipan fyri føroyska heilsuverkið. Henda skipan skal vera við til at tryggja høga heilsufakliga góðsku, skynsama nýtslu av tilfeingi, og at gongdin hjá sjúklingunum í heilsuverkinum hongur [...] gera eina THS-skipan fyri alt heilsuverkið. Skipanin fevnir um sonevnd notat-modul, heilivág-modul, bíleggingar-og svar-modul, modul at skráseta tíð til sjúklingin og eitt modul til umsiting av sjúklingum
sum liggur eftir hjá skipunum og tað, sum manningin fær í sín part, farin av lagi. Hann vísti á, at hvørt húsarhald kennur sviðan av dýrkaðu oljuni, og soleiðis er eisini hjá fiskiskipaflotanum. - Greiningin [...] tað betri ? og so broytist aftur, sum tíðin gongur. Hann endurtók, at felagið ynskir eina og somu skipan fyri allar fiskiskipabólkarnar, har manningin luttekur í oljuútreiðslunum, tá bunkringarliturin á [...] krónur fyri liturin. Í dag liggur bunkringarprísurin um 4 krónur fyri liturin. - Fáa vit eina slíka skipan í lag, sleppa vit undan órógvi um hesi viðurskifti, tá oljuprísirnir broytast. Viberg Sørensen ásannaði
altso um at taka ábyrgd og avleiðingarnar av sínum gerðum. Hetta samsvarar júst við ætlaninar hjá landsstýrinum í sjálvstýrismálum. Vit mugu taka ábyrgdina av okkara landi og á tí grundarlagi gera eina [...] trupulleiki. Veruligur felagsskapur Hartil hevur Poul Nyrup Rasmussen eisini lagt dent á týdningin av felagsskapinum framyvir. Ikki endiliga tí, sum í dag verður rópt ríkisfelagsskapurin, men einum felagsskapi [...] Danmark. Føroyar verða skipaðar sum fullveldi ? t. e. at føroyingar hava fult vald og fulla ábyrgd av sínum landi og viðurskiftum. Og á tí grundarlagi kunnu vit gera ein veruligan felagsskap og samstarva
Fyri eini góðari viku síðani fóru miðnáms- og fólkaskúlarnir av bakkastokki kring landið, og leiðslur skúlans eru sostatt í holt við seinastu fyrireikingarnar at brynja seg til eitt nýtt ár. Rektarin á [...] er fastlagt frammanundan. Reglur og normar, sum í siðbundna samfelagnum í seinasta enda vórðu givin av Gudi, hava mist sín týdning og myndugleika, og tískil er talan um eina nýggja støðu í dag, eru fyrstu [...] lívshátt, sum ger seg galdandi. - Hetta rák ávirkar sjálvsagt skúlan bæði í arbeiðshátti, bygnaði og skipan, og tískil stendur leiðsla skúlans við eini nýggjari og eyka uppgávu at staðfesta nakrar fastar og
um, hvussu hesin bólkur av útlendingum skuldi viðgerast í samband við umsókn um arbeiðs- og uppihaldsloyvi. Tann semjan varð fingin í lag 30. september 2004, og var hetta ein av knútunum, sum komu í ljósmála [...] ljósmála, tá útlendingakjakið av álvara tók seg upp á heysti 2003. Ov høg minstukrøv Ivaleyst mundu flestu politikarar halda - og helst eisini vóna - at tann parturin av útlendingaøkinum var vorðin greiðari [...] kanska, men ikki smidligari. Og næstan ógjørlig at liva upp til. Somikið kontant eru boðini úr fleiri av feløgunum, sum vit hava tosað við um málið. Trupulleikin tykist púra greitt vera, at krøvini um inntøku