Fastan gerðarrætt?

Tað er áhugavert at fylgja við í kjakinum um ætlaðu broytingarnar í lóggávuni á arbeiðsmarknaðinum. Serliga tí at tú sjálvur einaferð hevur havt rættiliga nógv við slík mál at gera.

Tað minni áhugaverda er tó, at tað sær út til, at søgan endurtekur seg.
Landsstýrismaðurin í arbeiðsmarknaðarmálum tykist vera mest hugaður fyri, at avmarkingar skulu gerast í møguleikunum hjá arbeiðsfólki at skipa fyri tiltøkum. Gera arbeiðsfólk hetta ella hitt fyri at vinna sær rætt ella tryggja hendan rættin, so er eftir øllum at døma altíð okkurt galið (við arbeiðsfólkunum sjálvandi!), og ein Arbeiðsrættur má tí gera skjótt av og taka avgerð (døma tiltøkini ólóglig), so at arbeiðið og órætturin kann halda fram.
Veit landsstýrismaðurin ikki av, at soleiðis spæla vit ikki longur á arbeiðsmarknaðinum. Hvør tímir at finna seg í vánaligum arbeiðsumhvørvi, sjikanum, ongari ávirkan á egin arbeiðsviðurskifti o.s.fr.
Í dag tosa fólk saman, tey samráðast um tingini, vit hava álitisfólkaskipan, samstarvsnevndir, trygdarumboð, fakfeløg, arbeiðsgevarafeløg, sáttmálar, siðvenjur, ymsar avtalur, o.s.fr. umframt eitt lógarverk.
Trupulleikin er bara, at ávísir partar á arbeiðsmarknaðinum hava so óluksáliga ilt við at viðurkenna hesa omanfyri nevndu skipan. Her er tað eg sum ráði, og dermed basta! Men vald er ikki bara klandur og kúgan.
Eg haldi lítlan iva vera um, at vit hava brúk fyri gerðarrætti, antin valdum til høvið ella føstum, tað er líkamikið, til at loysa ósemjur í einum sáttmálaskeiði. Vit hava slíka skipan sum er, og hon kann møguliga víðkast, so hon virkar skjótari enn í dag. Men vit hava ikki brúk fyri einum Arbeiðsrætti, sum kann steðga og kriminalisera arbeiðssteðgi í sáttmálaskeiðnum. Er arbeiðssteðgur á einum arbeiðsplássi í sáttmálaskeiðnum, so er okkurt, sum ikki ruggar rætt, og tað eru hesi viðurskiftini, ein gerðarrættur eigur at taka støðu til.
Men harumframt vil eg siga, at vit hava eisini brúk fyri eini professionalisering av skipanunum á arbeiðsmarknaðinum, serliga av tí dagliga samskifti, sum feløgini á arbeiðsmarknaðinum hava sínámillum og mótvegis limum sínum. Spurningurin er bara, um tey, sum nú eru vald í leiðslurnar í hesum feløgum, eru búgvin ella hugað fyri at fáa til vega eitt annað arbeiðslag, sum m.a. kann minka um vandan fyri at verkfall ella verkbann er tað fyrsta vápnið, ein trívur eftir, tá ið sáttmálar eru farnir úr gildi.
Tvey sløg av trætum
Tá ið talan er um rættarviðurskifti á arbeiðsmarknaðinum, er tað týdningarmikið at skilja ímillum tvær støður: 1) tá ið sáttmáli er galdandi og 2) tá ið sáttmáli er uppsagdur og farin úr gildi.
Í sáttmálaskeiðnum ræður friðarskyldan, tvs. vit arbeiða eftir galdandi reglum og gera eftir boðum (um boðini ikki eru fullkomiliga tápulig!) o.s.fr. Tað vil so vera, at tá ið tveir partar skulu samstarva (á ójøvnum føti, tí at arbeiðsgevarin hevur meginpartin av leiðslu- og tulkingarrættinum), so kunnu trupulleikar viðhvørt taka seg upp. Tað allarmesta av slíkum trupulleikum eigur at kunna loysast á staðnum, men onkuntíð stendur fast, og tá er gott at hava onkran at heita á, sum kann loysa fløkjuna.
Gerðarrætturin eigur at vera tað seinasta ein velur at senda boð eftir (um talan ikki er um prinsipiellar spurningar, sum báðir partar vilja hava viðgjørdar). Fyrst eiga tær vanligu kanalirnar at verða troyttar, t.d. samráðing og møguliga óformlig seming. Men verður brúk fyri gerðarrættinum. so má tað vera greitt, at hann bara undantaksvís sjálvkravdur kann grípa inn, at hann viðger sjálvt málið og ikki bara tiltøkini, og at hann, sum nevnt omanfyri, eisini viðger tulkingar av sáttmálanum.
Er tað so at arbeiðsgevarin, tá ið tað hóvar honum, kann leggja sínar trupulleikar fyri ein gerðarrætt (les: Arbeiðsrætt), so verður hesin rættur ein hóttan, eitt arbeiðsgevaravápn, sum onki gott ger.
Í sambandi við omanfyri nevndu professionalisering er ikki óhugsandi, at partarnir á arbeiðsmarknaðinum sum frá líður ikki fara at ræðast gerðarrættin so illa, men fara at brúka hann skilagott.
So er spurningurin: hvat tá ið sáttmáli er farin úr gildið?
Har hava vit sum er frymilin: samráðing ? seming ? verkfall/verkbann. Hesin frymilin er galdandi í øllum framkomnum londum. Er tað so, at øll samráðingarumfør ár eftir ár enda í verkfalli ella verkbanni, so er okkurt galið í sjálvari skipanini.
Tað kunnu eisini vera samfelagslig ella politisk viðurskifti, sum føra til verkfall (t.d. at ávísir starvsbólkar fáa stóra lønarhækking, eitt nú tingmenn, at skattalætti verður veittur ávísum starvsbólkum o.s.fr. Tí so vilja hini sjálvandi hava tað sama).
Hetta vísir, at vit hava í hvussu er tríggjar partar í hesum spæli: politikarar (sum kunnu bera seg antin býttisliga ella skilagott at), arbeiðsgevarar og fakfeløg. Eg ivist onga løtu í, at tað ber til at loysa størri vandamál á arbeiðsmarknaðinum við trípartasamrøðum, og at hetta kann setast í verk saman við omanfyri nevndu professionalisering.
Men at taka heimildirnar frá nevndunum í verkafeløgunum at fara í verkfall og at leggja allan avgerðarrætt til semingsstovnin, tað er at háða arbeiðara- og verkafjøldina og fer bara at føra til, at talan sum oftast fer at vera um samráðingar upp á kvamsvís.
Jú, øll troyttast av longum verkføllum, men tað, sum fer at hjálpa uppá hesar trupulleikar á arbeiðsmarknaðinum, er fyrst og fremst eitt betri arbeiðslag, professionalisering, samstarv um ávís týðandi mál, álit og hegni.