Farodane fyrstir við internethandli við gjaldskort

Sum teir fyrstu í landinum bjóðar Farodane viðskiftafólki sínum at gjalda við FR-/VISA korti, tá tey bíleggja vørur beinleiðis av internetinum

Vit eru flest øll von við at nýta gjaldskortið til dagligu innkeypini, men at gera hetta gjøgnum internetið hevur eingin higartil kunnað bjóðað.

Fyritøkur í Føroyum eru so smátt farnar at bjóða partar av sínum vøruúrvali til keyps á internetinum, men hetta hevur higartil verið avgreitt við postkravi ella líknandi.

Á Farodane hava tey í eina tíð boðið vørur til keyps á internethandilsskipan teirra, »eKeyp« - ein skipan, sum Farodane í høvuðsheitum hava ment sjálvir, og sum kundarnir væntandi fara at fáa stóra gleði av, tá hon er liðugt ment. eKeyp er eins nógv ein sýnisgluggi, har kundin hevur møguleika at hyggja nærri at vøruúrvali og vørulýsingum, áðrenn hann tekur støðu til at keypa.

Higartil hava viðskiftafólk hjá Farodane eKeyp havt møguleika at velja ymsar gjaldshættir, t.d. flyting gjøgnum peningastovn ella postkrav. Men nú hevur Farodane so økt um hesar møguleikar við at bjóða viðskiftafólkunum at gjalda fyri vørurnar í eKeyp-skipanini við FR-korti.


Vanligt í útheiminum

Hóast Farodane eru fyrstir við hesi tænastu í Føroyum, hevur leingi staðið føroyingum í boði at bíleggja vørur úr øðrum londum gjøgnum internetið.

Tað er vorðið alt meiri vanligt í londunum kring okkum, at fyritøkur sýna fram vøruúrval sítt á heimasíðuni, og at fólk velja at keypa á internetinum og so at siga fáa vøruna koyrdar til dyrnar.

Sum internetið búnast vaksa krøvini bæði hjá fyritøkum og brúkarum. Tað er t. d ikki longur nóg mikið við eini »deyðari« heimasíðu. Vilt tú hava støðuga endurvitjan á heimasíðu tykkara, er neyðugt at bjóða kundanum nakað nýtt. Tað verður alt meira vanligt, at vit í staðin fyri at ringja ella koyra runt til ymsu handlarnar, sita heima í stovuni og »vitja« sýnisgluggarnar á netinum. Og her verður keyp við gjaldskorti á internetinum ein nátúrligur partur av gerandisdegnum, eins og tað longu er tað í londunum kring okkum.


Bjóða tænastuna út til handlar og fyritøkur

Farodane hevur ment sína gjaldskortskipan í meiri enn 1/2 ár. Tað er kravmikið at vera slóðbrótari á einum tílíkum marknaði, - so nýggjur og dynamiskur sum internethandilin er. Tað er nærum vónleyst hjá tí einstaka handlinum at fara í holtur við egnan gjaldsservara, m. a. tí krøvini til tøkni og trygd eru so stór. Og so kostar tað bæði tíð og pening. Tískil hevur Farodane frá byrjan sett sær fyri at bjóða tænastuna út til handlar og fyritøkur, sum ynskja at vera frammaliga á hesum øki, og gagnnýta teir møguleikar, sum internetið hevur við sær.


Tryggari enn tú trýrt

Tað vera sett sera strong trygdarkrøv, tá loyvi skal fáast at gera peningaflytingar yvir internetið - og serliga, um ein skal bjóða tænastuna út til onnur virki og fyritøkur.

Serliga er tað PBS (Pengeinstitutternes Betalings Service), ið krevur, at trygdin er sett í hásæti.

Tøknin, ið nýtt verður, nevnist »Secure Socket Layer (SSL)«, ið er vorðin vinnustandardur og verður mett at vera millum bestu forrit til tryggar peningaflytingar, tá hugsað verður um, at PIN-kotan ikki verður upplýst. Allar upplýsingar eru duldar (krypteraðar), tað verði seg kortnummar, navn ella bústaður. Sostatt kunnu upplýsingarnar ongantíð lesast, meðan tær ferðast yvir internetið. Ongin hevur atgongd til hesar upplýsingar - heldur ikki Farodane.


Nýggj internetdeild

Sum liður í setninginum at verða professionellur heildarútvegari av kunningartøkni, bjóðar Farodane nú eisini menning av internetloysnum - frá vanligari heimasíðugerð til meira víðfevndar handilsloysnir. Í hesum sambandi hevur Farodane seinasta árið arbeitt við at grunda eina internetdeild, har fyribils 4 fólk starvast: 2 forritarar, grafikari og projektleiðari.

Sum teir fyrstu í landinum bjóðar Farodane viðskiftafólki sínum at gjalda við FR-/VISA korti, tá tey bíleggja vørur beinleiðis av internetinum.