FaroExpo: Ein partur verður almennur

Nakrar av fyritøkunum á FaroExpo fara at hava framsýningarbásar í fimleikarhøllini, har almenningurin hevur ókeypis atgongd.

Nýggja fimleikarhøllin, sum er bygd aftrat verandi ítróttarhøll í Runavík, gevur bestu karmar um vinnustevnuna FaroExpo, eins og Løkshøll hevur bestu karmar um ráðstevnuna, har fýra áhugaverdir fyrilestrar verða hildnir seinnapartin fríggjadagin, 24. oktober.

 

Stjórin í VRG, Virkisráðgevingini, Símun Hammer, sigur, at samlaða talið av fyritøkum, sum taka lut á FaroExpo í ár, liggur um 65, harav umleið 20 fyritøkur eru útlendskar.

 

FaroExpo byggir á partenariat, har luttakandi fyritøkurnar fundast hvør við aðra eftir fastari skipan.

 

Konseptið er hitt sama í ár, nú stevnan byrjar í morgin, men nú umstøðurnar við Løkin eru so nógv betraðar við nýggju fimleikarhøllini, er eisini høvi hjá luttakandi fyritøkum at hava framsýningarbás aftrat luttøkuni í partenariatinum.

 

Símun Hammer vísir á, at umframt, at partenariatið, sum vanligt verður í gomlu ítróttarhøllini, verða nakrir básar í nýggju fimleikarhøllini, har almenningurin hevur ókeypis atgongd.

 

- Nakrar av fyritøkunum, sum eru við, fara soleiðis at hava framsýningarbásar inni í fimleikarhøllini, og her verður høvi hjá almenninginum fyri fyrstu ferð at vitja ein part av FaroExpo.

 

Hann leggur aftrat, at ein minni kafé eisini verður í fimleikarhøllini, sum Sjókafé’in í Runavík fer at taka sær av.

 

- Tað, sum ræður um á FaroExpo, er, at fyritøkurnar, sum við eru, líka sum ”matcha” hvørja aðra, antin sum keyparar ella seljarar, sigur Símun Hammer, stjóri í VRG, sum skipar fyri FaroExpo.