Farvælferð (Viðmerking til Knút Eysturstein)

Helgi Abrahamsen

Kjakið millum meg og Knút Eysturstein hevur nú vart somikið leingi, (og greinarnar eru blivnar so langar) at tíð skjótt fer at vera at gevast. Men her er tó enn ein grein í røðini

24. mars hevði Knút Eysturstein ta higartil seinastu greinina í kjakinum okkara millum. Men heldur ikki hesa ferð svarar hann spurninginum sum eg setti honum um, hvussu Føroyska fullveldið skal fíggjast, og hann vísir enn einaferð á, at spurningurin er settur skeivum persóni. Tað er í lagi. Men so vil eg spyrja, hvør er rætti persónurin at spyrja? Heilir felagsskapir, politiskir flokkar og samgongur hava arbeitt við fullveldisætlanini nú í nógv ár, so tað kann ikki bera til, at EINGIN skal vera rætti persónur at spyrja, hvussu hetta skal fíggjast.
Ein av umberingunum hjá Knúti, fyri at sleppa undan at svarar mínum spurningi um fígging av fullveldinum hevur verið, at tað er uppgávan hjá serfrøðingum at gera fíggjarlógaruppskot. Eg spurdi í tí sambandinum, um tað ikki var tað, sum vit høvdu politikarar til ? Og Knút svarar, at politikarar kunnu taka serfrøðingar við uppá ráð, áðrenn teir taka avgerðir. ? Jú men, hví gera teir so ikki tað ? Hví spyrja fullveldispolitikarar ikki serfrøðingar um, hvussu eitt føroyskt fullveldi verður fíggjað við føroyskum pengum? So kundu teir aftaná greitt okkum »vanligu« føroyingum frá svarinum. Men sjálvt tað hava teir ikki gjørt !

Hvør bað um danska fígging ?
Í eini fyrri grein vísti eg á, at fullveldislandsstýrið dugdi ikki at vísa á nakra aðra loysn viðvíkjandi fíggingini av fullveldinum, enn at biðja donsku stjórnina geva teimum langa skiftistíð. Men nú sigur Knút, at tað var Nyrup, sum hevði skuldina av hesum.
Men hetta er ikki rætt. Tað var ikki Nyrup, sum bað um 15 ára skiftistíð. Tvørturímóti ! Tað var hann sum NOKTAÐI landsstýrinum tey 15 árini. Og harafturat gangi eg út frá, at samráðingaruppleggið hjá landsstýrinum var skrivað áðrenn samráðingarnar í Keypmannahavn byrjaðu, so tann óhøviska framferðin hjá forsætismálaráðharranum undir samráðingunum hevur einki við tey 15 árini at gera. Nei tað var fullveldislandsstýrið sjálvt, sum bygdi allan tann fíggjarliga partin av fullveldisætlanini á ynskið um langa skiftistíð. Og so vóru teir so smartir, at ístaðin fyri at nevna 15 ár, gjørdu teir eitt innviklað roknistykki, sum sambært fjølmiðlum líka so væl kundi enda við 63 ára skiftistíð.
? Danir skuldu gjalda so leingi sum til bar !

Samfelagið reistist
Eg eri púra samdur, tá Knút sigur, at vit hava eitt blómandi samfelag, ið megnaði at reisa seg eftir eina svára kreppu, og eg haldi, at júst hetta vísir, at orðini um, at einki ber til í heimastýrinum eru ósonn.
Skipanin fekk av fullveldislandsstýrinum skuldina fyri, at kreppan kom í 90-árunum, og kortini so kláraðu vit at reisa samfelagið aftur eftir stuttari tíð undir somu skipan. Tað sigur ikki so lítið um skipanina !


ABC-hugsjónin
Sum eina umbering fyri ikki at svara mínum spurningum vísir Knút nú á, at eg havi heldur ikki svara hansara upprunaligu spurningum. Knút skrivar: »Kjakið byrjaði við grein míni, »Sambandshugsjónin? ABC?«, har eg setti nakrar grundleggjandi spurningar, um hvør hugsjónin var, ið drívur verkið hjá ABC samgonguni.«
Nú var eg ikki komin uppí kjakið, tá hasar reglurnar vóru skrivaðar (og tí tók eg tað av góðum grundum ikki sum spurningar til mín persónliga), men Knút skal ikki hava tað at umbera seg við, so her er svarið:
ABC samgongan er samansett at trimum rættiliga ymiskum flokkum, sum hava líka so ymiskar hugsjónir. Út frá hesum hugsjónunum eru nakrar semjur (kompromis) gjørdar, og hesar eru skrivaðar í samgonguskjalið. Eg fari ikki at endurgeva alt samgonguskjalið her (tað er tað ikki pláss til), men kann nevna hesi økini burturúr rúgvuni:

? samgongan vil betra pensjónsviðurskiftini
? stimbra vinnulívið og klekja haldgóð hugskot um nýggjar vinnumøguleikar
? privatisera almennar fyritøkur, har tað kann gerast við fyrimuni
? útvega betri marknaðaratgongd til ES og onnur lond
? broyta skattaskipanina, so hon verður meira arbeiðs- og búskaparliga vakstrarfremjandi
? fáa størri ávirkan á uttanríkispolitiska økinum o.s.fr.

Ella sagt við øðrum orðum: Vit skulu hava eitt liviligt vælferðarsamfelag, har tað skal vera gott hjá Føroya fólki at búleikast.

Hvørjar hugsjónir hevði fullveldislandsstýrið?
Men so vil eg spyrja, hvørjar hugsjónir hevði fullveldislandsstýrið? Hugsjónin var fullveldi, sigur onkur, men hvat skuldi henda dagin eftir at Føroyar vóru blivnar fullveldi ? Hvørjar vóru hugsjónirnar fyri samfelagið og fólkið? Hvørjar vóru hugsjónirnar á fíggjarliga økinum (annað enn at biðja danir gjalda)? Hvussu nógvar nýggjar vinnur eru settar á stovn, meðan fullveldislandsstýrið hevur tosað um sjálvberandi búskap? Hvussu nógvur fiskur varð fluttur óviðgjørdur av landinum, tá fullveldislandsstýrið tók við, og hvussu nógv verður flutt óviðgjørt av landinum í dag? Hvørji framstig eru gjørd viðvíkjandi marknaðaratgongdini? ? Hvar er sjálvberandi búskapurin? Um tað er sjálvberandi búskapur at biðja um 366 mió. krónur minni í inntøkum, hví bað fullveldislandsstýrið so ikki um at fáa eina milliard minni? (so høvdu teir verið uppaftur meira sjálvberandi ? um eg havi skilt boðskapin rætt) ?
Munurin millum hugsjónirnar er í høvuðsheitum tann, at meðan fullveldislandsstýrið segði, at í Føroyum skulu føroyingar ráða, so sigur nýggja landsstýrið, at í Føroyum skulu føroyingar liva. Og so eru vit aftur har sum vit byrjaðu: Vælferð ella fullveldi! ? Vel annað, tí tú fært ikki bæði!