Farodane, Hans Johannes Clementsen og Fólkavognarnir

Farodane var fyrsta VW-umboð í Føroyum. Hetta var í 1952. Fyrsta Rugbreyðið varð selt til Kollafjarðar í 1952 og fyrsta Boblan til Klaksvíkar í 1953

Magnus Gunnarsson


A/S Farodane P/F varð stovnað í Keypmannahavn 1. oktober 1949. Stovnarar vóru: Poul Als Jensen, Carl Herup Olsen og Børge Husted-Andersen.

Í 1952 fær fyritøkan umboð fyri VW-bilarnar, og avtalað varð gjørd við Hans Johs. Clementsen um at standa fyri tænastum, eykalutum og umvælingum. Hetta samstarvið varð øll árini, meðan Farodane hevði umboð fyri Fólkavognarnar.


Poul Als Jensen

Poul Als Jensen varð føddur í Keypmannahavn tann 20. september 1907. Hann kom til Føroya miðskeiðis í 30?unum, tí hann hevði fingið arbeiði hjá J. F. Kjølbro í Klaksvík. Poul Als, ið var serkønur í roknskaparleiðslu, skuldi umleggja alt bókhaldið hjá Kjølbro til tátíðar nútímans bókhald. Kjølbro fyritøkan var tá størsta fyritøka í landinum. Hann sat í nevndini í Føroya Arbeiðsgevarafelag og umboðaði eisini Klaksvíkar Arbeiðsgevarafelag har.


Carl Herup Olsen

Carl Herup Olsen varð føddur á Eiði 28. desember 1917. Stutt eftir flutti familjan til Vágs at búgva. Liðugur við skúlan fór hann í 1934 í handilslæru hjá firma J. A. Hjelm í Vági. Hetta var ein stór fyritøka, sum átti tvær skonnartir og átta sluppir, turkihús, handil sum seldi matvørur og klæðir, eisini høvdu teir bakarí. Tá lærutíðin var av, fekk Carl Herup í 1941 arbeiði á skrivstovuni hjá J. F. Kjølbro í Klaksvík og var har í átta ár.


Børge Husted-Andersen

Børge Husted-Andersen, landsrættarsakførari, varð føddur 28. september 1905 í Trustrup í Danmark. Hann kom til Føroya í 1934.

Ein dani, Helge G. Simons, hevði sakføraravirkið »Overretssagfører P. E. Effersøes Eftf. ved Helge G. Simons« í Havn. Av persónligum orsøkum vildi Helge G. Simons selja, og Husted-Andersen keypti virkið við teimum treytum, at Simons skuldi plikta seg til at verða í Føroyum sum samánari til 1936, soleiðis at Husted-Andersen kundi fáa høvi til at seta seg inn í føroysk viðurskifti, áðrenn endalig yvirtøka varð gjørd. Hann yvirtók sakføraravirkið, sum síðan nevndist, »B.Husted-Andersen, landsrættarsakførari« Hann flutti úr Føroyum í januar 1950.


Farodane fyritøkan varð stovnað í Keypmannahavn

Á vári 1949 avgjørdu Poul Als Jensen og Carl Herup Olsen at gevast hjá Kjølbro og stovna partafelag saman við Børge Husted-Andersen. Poul Als og Carl Herup fluttu so báðir við familju til Keypmannahavnar, og har bleiv so A/S Farodane P/F stovnað við Poul Als sum stjóra og Carl Herup sum prokuristi. Husted-Andersen varð nevndarformaður.

Teir byrjaðu við at selja ymiskar matvørur til handlar í Føroyum. Fyri at hjálpa uppá søluna ferðaðist Carl Herup fleiri ferðir til Føroyar. Eisini keyptu teir føroyskan saltfisk og fryst rogn, ið varð selt til Danmarkar og aðrastaðni.

Tað sást skjótt, at best mundi verða, at Carl Herup bleiv fastbúgvandi aftur í Føroyum.

Tí varð avgjørt, at hann skuldi flyta heimaftur við familjuni og verða leiðari av eini søludeild her. Hetta varð gjørt, og teir byrjaðu í Bókbindaragøtu 6 í Havn tann 1.september 1950.

Farodane & Co., sum fyritøkan tá nevndist, keypti og seldi nógvar ymiskar vørur. Tó var høvuðsdentur lagdur á at selja matvørur. Rokni- og skrivimaskinur seldu teir eisini, og varð altíð hugsað um at veita best møguliga tænastu. Tað hendi støðugt, at viðskiftafólk bóðu teir útvega ymiskt, sum ikki fekst til keyps frá goymslum í Føroyum, og tað gjørdi, at teir komu í samband við nógvar ymiskar verksmiðjur og aðrar sølufyritøkur uttanlands.

Um hetta mundið hevði fyritøkan A/S Skandinavisk Motor Co. í Keypmannahavn fingið aðalumboðið fyri VW-bilarnar í Danmark, Føroyum og Grønlandi. Deildin hjá Farodane í Keypmannahavn setti seg í samband við Skandinavisk Motor Co. um at lata teir fáa søluumboðið fyri Føroyar. Tað varð teimum játtað í 1952.


Hans Johannes Clementsen

Teir gjørdu so avtalu við Hans Johs. Clementsen, sum tá hevði bilverkstað við Landavegin í Havn, um at standa fyri tænastu, eykalutagoymslu og umvælingum av VW bilunum.

Hans Jóhannes varð føddur í Havn 12. juli 1917. Sum ungur koyrdi hann bil hjá Júst Sivertsen og lærdi seinni til bilsmið hjá John og Poul Joensen. Eina tíð, fyrst í 40-árunum, koyrdi hann hýrukoyring í Havn saman við William Sloan og øðrum. Hann búði við Landavegin, har hann eisini hevði bilverkstað, til hann í 1957 flutti verkstaðin heim í Lucas Debesargøtu. Hann hevði VW-tænastuna alla tíðina, meðan Farodane hevði umboðið. Hans Johannes var ein sera góður lærumeistari hjá teimum, sum lærdu til bilsmið hjá honum. Eisini var hann sýnsmaður hjá tryggingarfelagnum Lloyd´s, har hann millum annað sýnaði nýggjar bilar, sum vóru skaddir undir flutningi til Føroya. Í fleiri ár hevði Farodane bilframsýningarhølir og eykalutagoymslu í húsunum hjá Mikkjal Helmsdal við Hoydalsvegin, har Hans Johannes hevði eykalutagoymsluna um hendur.


Fyrsti Fólkavognurin varð seldur til Kollafjarðar

Fyrsti VW-bilurin varð seldur til Carl August Jensen, keypmann í Kollafirði, tann 27. august í 1952. Tað var ein bussur, ið tók 8 ferðafólk, sum hann koyrdi rutu við millum Kollafjørð og Vestmanna. Tá var eingin Oyggjarvegur komin, men mjólkabátarnir høvdu fasta sigling millum Havnina og Kollafjørð. VW-bussarnir og vørubilarnir, vanliga nevndir »rugbreyð«, vórðu nógv seldir sum rutubilar og vørubilar hjá handlum og fyritøkum.

Fyrsti VW-persónbilur, »Bobla«, varð seldur til Hjalmar Jacobsen, el-verkstjóra, norðuri á Strond í Klaksvík. Hesin bilurin varð skrásettur 17. juli 1953 og nummarið varð Fø 315. Hjalmar Jacobsen hevði hendan bilin í 11 ár, til hann í 1964 keypti ein nýggjan av sama slag.


Nýggjan virkisbygning í 1954

Í 1954 fluttu Farodane í egnan virkisbygning við Tinghúsvegin í Havn. Har kom skrivstovuútgerð, sum fyritøkan selur burturav í dag, inn í myndina. Í byrjanini vóru bert skrivimaskinur og roknimaskinur at fáa, men sum fráleið komu eisini onnur amboð og innbúgv til skrivstovur.

Felagið í Keypmannahavn helt fram til 1965, tá Poul Als Jensen gavst vegna sjúku. Carl Herup yvirtók allan partapeningin í 1976. Síðan hava Anna og Carl Herup saman við elsta soninum Ólavi Herup Olsen staðið fyri felagnum. Ólavur Herup Olsen gjørdist stjóri í Farodane í 1983. Heilsøluvirksemið varð støðugt vaksandi, og í 1980 varð nýtt hús bygt uppi í Hoyvík, Brekkutún 3, har felagið nú húsast.

Fyrst í sjeytiárunum góvust Farodane og Hans Johannes Clementsen sum VW umboð. Eftir tað seldi Føroya Motor Co. í Hornabø VW bilarnar, til Audi og VW bilverksmiðjurnar vóru lagdar saman, og frá 1975 at rokna skuldu seljast av sama umboði. Tá fekk Bilasølan Norrøna v/Beinar Vestergaard umboð fyri bæði bilmerkini. Fyritøkan hevði tá selt m. a. Audi bilarnar í fleiri ár.

Eftir at Hans Johannes var givin við at hava bilverkstað, fekk hann í 1977 arbeiði hjá Beinar Vestergaard sum serkønur í Fólkavognum. Hans Johannes Clementsen andaðist 2. juni í 1995 77 ára gamal.


Keldur:

Carl Herup Olsen

Beinar Vestergaard

Ólavur Herup Olsen

Mogens H. Damkier

Sosialurin 02.09.95

Hans Chr.Clementsen

Børge Jensen