egnaður at hava koyrikort. Tað viðgekk ein ungur maður í rættinum í morgun. Hann er ákærdur fyri skilaleysa koyring og fyri at koma øðrum í vanda í ferðsluni. Hendan koyringin endaði við, at hann misti [...] hetta er ikki í tráð við tað, sum onnur vitni í málinum siga, og tí metti ákærin tað neyðugt at útseta málið, so hini vitnini kunnu kallast inn. Tann ákærdi vildi annars fegin fáa málið avgreitt í dag, men [...] oman eina brekku, men at hann hevði slakað av, áðrenn hann misti tamarhaldið á bilinum, mitt inni í Klaksvík. Hann segði orsøkina til óhappið vera, at ein annar bilur koyrdi út fyri hann, og at hann tí mátti
Virksemið í Mentanarhúsinum í Fuglafirði er økt so mikið nógv, at ein fulltíðar leiðari fyri húsið verður settur í næstum Rættiliga fitt av fjølbroyttum virksemi hevur verið í Mentanarhúsinum í seinastuni [...] undir virkseminum í fleiri ár, hava í farna árið eisini verið sjónleikur, klassiskar konsertir, kjakfundir, stavikapping, umframt ymsar privatar veitslur, skrivar Mentanarhúsið í Fuglafirði í tíðindaskrivi [...] tiltøkunum helst, at Klaksvíkar Sjónleikarfelag, sum ikki hevur hóskandi leikpall í Klaksvík, hevur vant Emil í Lønnibergi í Fuglafirði og spælt hann 25 ferðir fyri fullum húsum. Hetta hevur merkt Mentanarhúsið
og B68 í Vági skal VB/Sumba spæla í Sørvági. Talan er sostatt um tveir lykladystir innan stutta tíð. Hini trý oddaliðini vunnu hesa ferð øll á útivølli. Allan Mørkøre var trífaldur málskjútti í Streymnesi [...] á besta liðnum hjá EB/Streymi, hjálptu til leygardagin. Bæði á Svangaskarði, har TB vitjaði, og í Klaksvík, har 07 Vestur vitjaði, var talan um tættar uppgerðir, sum kortini endaðu við trivaligum sigrum [...] Fótbóltur Nógva heimafólkið á Vágseiði fekk ein skelk fyrstu løtuna, tá ið VB/Sumba í jóansøku dystinum hevði vitjan av teimum næstbestu hjá NSÍ. Pætur Klein á Líknargøtu legði NSÍ á odda, og lítla løtu
hátíðarhaldinum hjá Klaksvíkar kommunu, tá søgurfrøðingurin Hans Andrias Sølvará í gjárkvøldið handaði borgarstjóranum í Klaksvík, Steinbjørn O. Jacobsen fyrsta eintakið av Klaksvíkar søgu. Við útgávuni gjørdist [...] serstaka tøkk fyri arbeiðið, teir hava lagt í at fáa myndtilfarið í bókini til vega. Fólk kunnu gleða seg Býráðshøllin var meir enn fullsett til hátíðarligu løtuna í gjárkvøldið, har klaverspælið hjá Pæturi [...] niðurfyri. Ikki fyrr enn núsitandi ritstjórn í samstarvi við Hans Andrias Sølvará fór undir verkætlanina, spurdist úrslit burturúr. Avtala er nú gjørd um eitt verk í trimum bindum, har tey bæði næstu koma út
sum vórðu fylgd«, stendur orðarætt í hesi váttanini frá Politistøðini í Klaksvík. Somuleiðis váttar Klaksvíkar Kommuna í einari eftirmeting, at almenna trygdin var í lagi á festivalinum. »Vit høvdu nakrar [...] september mánaði 2004, er dagførd í september 2006 og rættað í januar 2007. Fyrireikararnir av Summarfestivalinum hava valt at flýggja fjølmiðlunum skjøl sum vísa, at trygdin var í lagi og góðkend av viðkomandi [...] Dimmalætting hevur í fleiri umførum lagt eftir trygdini á Summarfestivalinum, og hevur í hesum sambandi tosað við fleiri fólk, ið vóru tengd at festivalinum, antin sum vaktir, barrvørar ella á annan hátt
júst nú, at farast skal í gongd við at gera íløgur í Klaksvíkar Kommunu. Trygdarmiðstøðin skal byggjast út. Hví ikki seta skjøtil á nú? Hvørjum verður bíðað eftir? Er tað ikki júst í niðurgangstíðum , tá [...] at vit í Klaksvíkar Kommunu hava brúk fyri, at landið ger íløgur her norðuri. Byrjast kann t.d. við Trygdarmiðstøðini, sum skal útbyggjast. Sum støðan er í løtuni heldur trygdarmiðstøðin til í fleiri støðum [...] ikki stuðul, sum Klaksvíkar Kommuna er mest áhuga í. Nei, harafturímóti er tað íløgur, sum vit hava krav uppá. Klaksvíkin er fiskivinnuhøvuðsstaður í Føroyum. Tað er tí rættast, at alt innan fiskuvinnuna
rættindi, sum heimilað er í Danmark, men ikki í Føroyum. Síðani fýra føroyskir prestar noktaðu tveimum donskum bispum at prædika í Vesturkirkjuni í Havn og í Christianskirkjuni í Klaksvík, hevur mikið rok verið [...] sóknarprestinum í Vesturkirkjuni atgongd til ungdómsmøti í Meinigheitshúsinum í Havn. Heri Joensen hevur kravt umbering fyri hetta, og nú gera hann og níggju aðrir føroyskir prestar støðu sína greiða í hesum máli [...] at liva í tí borgarliga samfelagnum. Øll menniskju hava sama virði. Frávik í átrúnað og siðvenju eru borgarlig rættindi. 5) Í kirkjuna eru øll væl komin at hoyra evangeliið um Guðs fríu frelsu í trúnni
A. Jensen keypmann og bilførara í Kollafirði og fyrsta Boblan bleiv seld til Hjalmar Jacobsen, el-verkstjóra norðuri á Strond í Klaksvík 17. juli 1953. Tað var Farodane í Havn, sum seldi hesar bilarnar [...] bilverksmiðjuni, Volkswagen de Mexico, í Puebla, fara í summarfrí tann 30. juli 2003, fer seinasta VW Boblan av samlibandinum, eftir at bilurin hevur verið framleiddur í næstan 60 ár. VW Type 1, Boblan, er [...] einans gjørdir í tveimum litum, bláum og beige, teir eru útgjørdir við kromaðum pyntilistum, kúfangarum, hjólskálum og speglum, hvítum dekksíðum og felgum í sama liti sum bilurin. Fyrsti VW bilur í Føroyum,
hagar at hugna sær. Og hósdagin skipaðu Eldrabólkurin í norðoyggjum, Dagtilhaldið og Hugni fyri eldrahugna. So í felag hugnaðu børn og pensjónistar sær í øllum hitanum hósdagin. Klokkan var ikki farin langt [...] Klaksvík: Frítíðarplássið úti í Grøv var fult av fólki seinnapartin hósdagin. Serliga tey yngstu og tey elstu vóru vælumboðað. Og tað var ikki so løgið, tí tá slíkt summarveður er, fara børn altíð út hagar [...] fornfrøðingur, fyrilestur um toftirnar úti í Grøv. Og hon byrjaði sín fyrilestur ógvuliga passandi við at hugleiða um, tá hon sum barn plagdi at spæla úti í Grøv uttan at vita, at tað vóru toftir, sum
ikki fyri at ?forsmáa? onnur pláss í landinum, tá vit siga, at fáa staðni í Føroyum hevur eitt fótbóltsfelag havt so stóran týdning fyri heimbygdina sum KÍ fyri Klaksvík og klaksvíkingar. Tað er heldur ikki [...] ikki ov nógv sagt, at KÍ eigur eitt týðandi pláss í hjørtunum hjá klaksvíkingum, hóast Kósavirkið, Føroya Bjór, Christianskirkjanoo. kanska standa fremst í skjaldamerki klaksvíkinga og fyri tað norðoyinga [...] klaksvíkingar. Liðið og felagið er rætt og slætt vorðið ein týðandi partur av samleikanum hjá fólkinum í Norðoyggjum. Lokalpatriotisma ella hvat tað nú verður kallað hevur eisini altíð sermerkt Klaksvíkina