Koyrdi 240 í Klaksvík

Ein ungur maður var í rættinum í morgun ákærdur fyri skilaleysa koyring. Hann hevði sambært løgreglufrágreiðingini koyrt millum 220 og 240 kilometrar um tíman í bygdum øki

- Tit mugu ikki geva mær koyrikortið aftur enn. Eg eri slett ikki egnaður at hava koyrikort.

Tað viðgekk ein ungur maður í rættinum í morgun. Hann er ákærdur fyri skilaleysa koyring og fyri at koma øðrum í vanda í ferðsluni. Hendan koyringin endaði við, at hann misti tamarhaldið á bilinum, sum fleyg tvørtur um ein annan bil, áðrenn hann rullaði fleiri ferðir runt.

Talan er um ein specialbygdan rallybil, ein Subaru Impreza, sum er styrktur við herdaðum stáli.

- Hevði hann ikki verið tað, var hann farin nógv verri, segði ungi bilførarin.

Bilurin gjørdist annars vrak, so helst mundi bilførarin meina við, at hann og hin persónurin í bilinum sluppu betri av tí at bilurin var eyka styrktur.

Ferðin var nógv, tað skerst ikki burtur. Tann ákærdi viðgekk, at hann beint undan óhappið hevði koyrt 240 kilometrar um tíman oman eina brekku, men at hann hevði slakað av, áðrenn hann misti tamarhaldið á bilinum, mitt inni í Klaksvík.

Hann segði orsøkina til óhappið vera, at ein annar bilur koyrdi út fyri hann, og at hann tí mátti snara vinstru um hendan, men av tí at enn ein bilur kom ímóti honum, mátti hann snara út á høgru koyribreyt, og tá var tað at hann misti tamarhaldið á bilinum.

 

Koyrir 280

Men júst hetta er ikki í tráð við tað, sum onnur vitni í málinum siga, og tí metti ákærin tað neyðugt at útseta málið, so hini vitnini kunnu kallast inn.

Tann ákærdi vildi annars fegin fáa málið avgreitt í dag, men ákærin, Linda Hesselberg, helt ikki, at málið longur er eitt játtanarmál.

Verjin, Bjørn á Heygum, spurdi ákærda, hví hann koyrdi so skjótt.

- Tað er tað adrinalinkickið, man fær og tann spenningur sum fylgir við, segði ákærdi, sum samstundis viðgekk, at hann og vinmaður hansara ofta koyrdi so skjótt.

- Men hvussu nógv klárar ein slíkur bilur so at koyra, spurdi verjin.

- 280. Tað havi eg roynt á Viðareiðisvegnum, greiddi ákærdi frá.

Talan er sum nevnt um ein serligan rallybil, við 237 hestum og turboløddur.

Annars angraði hin ákærdi, at hann hevði koyrt so skilaleyst.

- Hevði eg kunnað spola tíðina aftur, hevði eg ikki koyrt so skjótt, segði hin ákærdi, sum altso nú má bíða eftir einari avgerð í málinum.