Tað er nú, at landsins myndugleikar skulu gera íløgur í Klaksvíkar Kommunu

Hvussu ynskja landsins myndugleikar, at Føroyar skulu síggja út í framtíðini? Eri vís í, at teir ynskja lív yvir alt landið og góðtaka ikki, at útjagarin bara spakuliga følnar

Fyri okkara viðkomandi her norðuri er tað júst nú, at farast skal í gongd við at gera íløgur í Klaksvíkar Kommunu.

Trygdarmiðstøðin skal byggjast út. Hví ikki seta skjøtil á nú? Hvørjum verður bíðað eftir? Er tað ikki júst í niðurgangstíðum , tá ið tað privata ikki er so væl fyri , at landið skal traðka til ? Tað sigur okkara búskaparfrøðingur. Tað er ikki stuðul, sum Klaksvíkar Kommuna er mest áhuga í. Nei, harafturímóti er tað íløgur, sum vit hava krav uppá.

Klaksvíkin er fiskivinnuhøvuðsstaður í Føroyum. Tað er tí rættast, at alt innan fiskuvinnuna eigur at liggja her. Nevnast kunnu fiskivinnuumsitingin, fiskiveiðueftirlitið, trygdarmiðstøðin, sjómansskúlin og MRCC sum nátúrliga hoyra heima í fiskivinnuhøvuðsstaðnum. Hettar neyðugt- og eitt krav fyri, at fiskivinnuhøvuðstaðurin skal hava førleika/kompetancu á hesum øki, og ikki bara vera eitt heiti.

Eisini fer allur útflutningur av fiski úr Klaksvík um bryggjukantin hjá Tórshavnar Havn, sum fær ágóðan av hesum. Hetta hóast vit hava Føroya bestu havn her norðuri. Hetta má okkurt gerast við.

Táið vit byrjaðu at tosa um olju og oljuútgerðarhavn í Føroyum vóru fleiri havnir í Føroyum, sum bjóðaðu seg fram til hetta. Minnist meg rætt so vóru Runavík, Tvøroyri og Havnin á bananum. Klaksvíkin kom ongantíð upp á tal og bjóðaði seg mær vitandi heldur ikki fram, tí vit løgdu okkum eftir fiskivinnuni, meðan vit lótu aðrar fáa hendan stóra møguleikan sum oljuútgerðarhavn.

So landsins myndugleikar, tað er nú, at vit í Klaksvíkar Kommunu hava brúk fyri, at landið ger íløgur her norðuri. Byrjast kann t.d. við Trygdarmiðstøðini, sum skal útbyggjast. Sum støðan er í løtuni heldur trygdarmiðstøðin til í fleiri støðum í býnum og er hettar sjálvandi ikki nøktandi. Trygdarmiðstøðin skal mennast og útbyggjast. Og tað hastar.

Havi nevnt tað fyrr, og geri tað aftur, at fólkið í Norðoya valdømið stóðu væl saman um at velja max- antal politikarar frá norðoya valdømi, og tað eydnaðist. Nú vænta vit, at okkara politikarar her norðuri standa saman og lyfta og toga í felag fyri at varðveita og menna verandi arbeiðspláss og gera íløgur, sum kunnu føra til fleiri arbeiðspláss í Norðoyggjum.