Eirikur Lindenskov
Tíggju føroyskir prestar gera nú greitt, at teir ikki góðtaka skásett paralag millum menn ella kvinnur. Teir vísa á, at hjúnalagið millum mann og kvinnu er gudgivið og av Gudi signað.
Teir vísa eisini á, at »skrásett paralag« er rættindi, sum heimilað er í Danmark, men ikki í Føroyum.
Síðani fýra føroyskir prestar noktaðu tveimum donskum bispum at prædika í Vesturkirkjuni í Havn og í Christianskirkjuni í Klaksvík, hevur mikið rok verið innan kirkjuna. Prestar eru beinleiðis skírdir at prædika ranglæru, og herfyri varð noktað sóknarprestinum í Vesturkirkjuni atgongd til ungdómsmøti í Meinigheitshúsinum í Havn.
Heri Joensen hevur kravt umbering fyri hetta, og nú gera hann og níggju aðrir føroyskir prestar støðu sína greiða í hesum máli. Staðfesting teirra er soljóðandi:
Nú vit verða søgd at fara lætt um Guðs heilaga orð og harvið lata dyrnar upp fyri kirkjuligari »markering«/vígslu av skrásettum paralag, er at viðmerkja:
1) Hjúnalagið millum mann og kvinnu er gudgivið og verður av honum signað. Eisini vísir skriftin á møguleikan at liva stakur. Hesir lívshættir eru rættir og sannir.
2) Skrásett paralag eru borgarlgi rættindi t. d. í Danmark. Í Føroyum er ikki lógarheimild fyri skrásettum paralag.
3) »Markering«/vígsla av skrásettum paralag verður høvrki góðtikin ella útint av mær. Ei heldur verða kirkjurnar í prestagjhaldinum, eg varði av, við mínum vilja latnar øðrum til nevndu tænastu.
4) Meti, at minnilutar, ið víkja frá míni egnu fatan, eiga at fáa frið og náðir at liva í tí borgarliga samfelagnum. Øll menniskju hava sama virði. Frávik í átrúnað og siðvenju eru borgarlig rættindi.
5) Í kirkjuna eru øll væl komin at hoyra evangeliið um Guðs fríu frelsu í trúnni á Jesus Krist og fullgjørda verk hansara á Golgata.
6) Ásanni, at eg í trúnni á Jesus Krist livi av náði. Biði lívsins Guð um, at eg sum prestur má vera eitt gott menniskja og vísa Kristi sinnalag. »Tollara og syndarar« eru vælkomnir allar staðir, har eg sjálvur havi nakað at siga.
Skrivað á Gjaranesi hin 30. mai 2000
Heri Joensen
Elsa Funding
Jónsvein Bech
Bjarni Bæk
Jákup R. Hansen
Meinhard Bjartalíð
Dávid Johannesen
Emil Olsen
Uni Næs
Jógvan Fríðriksson