Klaksvík:
Frítíðarplássið úti í Grøv var fult av fólki seinnapartin hósdagin. Serliga tey yngstu og tey elstu vóru vælumboðað. Og tað var ikki so løgið, tí tá slíkt summarveður er, fara børn altíð út hagar at hugna sær. Og hósdagin skipaðu Eldrabólkurin í norðoyggjum, Dagtilhaldið og Hugni fyri eldrahugna. So í felag hugnaðu børn og pensjónistar sær í øllum hitanum hósdagin.
Klokkan var ikki farin langt av hálvgum trý, tá tey fyrstu sóust koma til hugnaløtuna. Stólar vóru settir upp allastaðni fram við Gravaránni og nógva staðni sóust onnur sita á teppum á bønum, sum helst ikki var heilt turrur, tí tað hevur regnað nógv ta seinastu tíðina. Nógv komu til gongu ? bæði eftir gamla vegi og frá Oyravegnum. Tey, sum sótu í koyristóli, vórðu trillað út eftir gamla vegi. Gøtan oman til sjálvt plássið er sera brøtt, men tað stóð ikki á hjá teimum, ið trillaðu at fáa hjálp, so at øll sluppu heilt oman, har alt gekk fyri seg.
Felagssangur var og limir úr Klaksvíkar Hornorkestri spældu.
Síðani helt Anna Katrin Matras, fornfrøðingur, fyrilestur um toftirnar úti í Grøv. Og hon byrjaði sín fyrilestur ógvuliga passandi við at hugleiða um, tá hon sum barn plagdi at spæla úti í Grøv uttan at vita, at tað vóru toftir, sum hon spældi á. Anna Katrin greiddi eitt nú frá gamla Mylluhúsinum og neystatoftunum. Og hóast nógv børn spældu, meðan hon helt fyrilestur, so tyktist tað ikki at vera nakað trupulleiki at hoyra hana.
Tá fyrilesturin var av, var te, kaffi og køkur at fáa, og tað var ein lætti hjá teimum mongu, sum har vóru, at sólin hvarv eina løtu, tí hitin var nógvur.
Ein sera hugnalig løta úti í Grøv, sum tey eldru av sonnum fegnaðust um.
Hetta er fimta árið á rað, at skipað verður fyri eldrahugna úti í Grøv, og fyrireikararnir siga, at tað eydnast betur og betur fyri hvørt ár. Tey hava altíð verið heppin í veðrinum, men í ár má sigast, at hetta helst hevur verið tað besta nakrantíð. Tey skuldu upprunaliga hava hugnaløtuna týsdagin, men útsettu tað vegna veður. Og tað skuldi vísa seg at vera avbera skilagott.










