verið løtt. Oddaliðið eigur ikki at fáa trupulleikar við Fossanesi. Sunnudagin er so møguleiki hjá TB at fáa gongd á aftur. ÍF er mótstøðuliðið, og ilt er at siga hvør fer at vinna tann dystin. Bæði liðini [...] kvinnunum hendi tað gleðiliga seinasta vikuskifti - fyri spenningin í hvussu er - at Dráttur vann á Mjølni. Tað hevur við sær, at kappingin í oddinum er púra jøvn. Hóast tapið er Mjølnir tó væl fyri til dystin [...] liðini hava spælt misjavnt higartil, tó hevur TB kanska leikliga havt munin, og á heimavøllin plagar at liggja væl fyri.
bæði við møguleikanum at eldurin er ásettur og at tað er ein tekniskur ella menniskjaligur feilur, sum er atvoldin til eldsbrunan, sigur hann. Hann sigur tó, at alt bendir á, at eldurin er kyknaður í gongini [...] við Tinghúsvegin, sum brunnu mikukvøldið. Jón Klein Olsen, varapolitiinspektørur, sigur, at mánadagin koma teknikarar frá kriminalteknisku deild at hjálpa teimum. Enn vil hann einki siga um, hvørt eldurin [...] tveir mans renna av staðnum og Jón Klein Olsen sigur, at báðir menninir vóru handtiknir og avhoyrdir. Teir eru tó leyslatnir aftur. Týsnáttina setti onkur eld á tveir skutarar í urtagarðinum á somu húsum.
til tað. Sjónleikarastevnan er fyri ung sum eldri, roynd sum minni roynd, og væntar MáF góða luttøku úr øllum landinum, siga tey úr MáF. Meira fæst annars at vita á telefon 315624. [...] luttakarunum at skapa sjónleik burtur úr spennandi søgunum í Sjúrðarkvæðunum. Alt tiltakið verður í skótahúsinum, har møguleikarnir eru góðir at arbeiða, eta og sova og fara upp á gólv, um onkur far hug til [...] Endamálið við stevnuni er at savna sjónleikarafólk úr øllum landinum saman at umrøða sjónleik, arbeiða við sjónleiki, hugna sær saman, og hæddarpunktið er ein megnar veitsla. Í ár verður ljóskastarin settur
helst koma nøkur línuskip inn at landa síðst í vikuni. Flestu ísfiskalínuskip fiska tosk og hýsu, og onkur fær nakað av longu og brosmu. Um útlitini til útróður verður sagt, at streymurin verður góður, men [...] veðurlíkindini eru ivingarsom. - Tað er tí trupult at siga, hvussu verður við útróðri hesa vikuna, verður lagt aftrat. Í dag er hampiliga gott veður, men sum skilst, sigur hann upp í einar 15-20 m/sek. ein
um hugskotið við t-shirtunum og fyri at siga sum er, so haldi eg hatta vera ótrúliga barnsligt. Soleiðis sigur 55 ára gamli Scott West, ið samskipar arbeiðið, sum fólkini frá Sea Shepherd felagsskapinum [...] skulu gera í Føroyum næstu mánaðirnar í royndini at steðga grindadrápi. Seinastu dagarnar hevur kjak verið um, hvussu føroyingar skulu bera seg at, um so er, at grindir koma í summar. Ymsar áskoðanir og hugskot [...] hugskotinum snýr seg um, at allir grindamenn skulu lata seg í t-shirtir við búmerkinum hjá Sea Shepherd á. Scott West heldur lítið um tað hugskotið. - Tað sigur seg sjálvt, at gongur onkur í eini Sea Shepherd
øll inn at landa í vikuni, sum kemur. Nøkur skip koma mánadagin, og hini koma seinni í vikuni. Men, fiskiskapurin hjá partrolarunum er vánaligur í løtuni. Á Fiskamarknaði Føroya vita tey at siga, at tveir [...] verður aftrat, at eitt garnaskip fiskar svartkalva og kemur inn at landa síðst í næstu viku. Fiskiskapurin er smáligur. Eitt garnaskip fiskar havtasku og hevur brúkiligan fiskiskap. Skipið, sum fiskar havtasku [...] koma báðir inn at landa í næstu viku. - Allir teir smáu trolbátarnir eru eisini til fiskiskap. Fýra eru á Skeivabanka, og fýra eru eystanfyri. Allir royna eftir havtasku. Møguliga landar onkur mánadagin, og
tiltak fram á hesum stað kundi verið spurt! Til tað er at siga, at Regin Vágadal er vorðin ein partur av føroyskari søgu og mentan. At ein lítil tjóð sum tann føroyska skal hava fostrað ein av heimsins sterkastu [...] identitet at gera. Flestu munnu eisini kenna kensluna, tá Merkið verður vundið á stong í útlondum ella tá okkurt, sum hevur við Føroyar og føroyingar at gera, verður tikið fram. Kann vera, at onkur heldur [...] heldur tað vera ov nógv av tí góða, at her er talan um vandamikla nationalismu. LAT okkum hava bæði bein á jørðini og bara viðurkenna, at vit eru glað, tá onkur av okkara egnu klárar seg væl. Og so er eisini
tiltøkum í Føroyum veksur alsamt, og tað er einki at siga til, at onkur kanska villist í øllum nøvnunum. Tó er tað eitt sindur óheppið, tá ein, sum er biðin um at seta eitt tiltak, av misgáum nevnir ella skrivar [...] vangamynd sína á Facebook. Tó so, ein lítil feilur sníkti seg inn í dagføringina. - Her er røða, sum eg fekk høvi at halda, tá ið vit mongu savnaðust til tónleika og summartiltakið "Við Múrin". Gott summar øll [...] øll somul, skrivar fyrrverandi fólkatingsmaðurin á Facebook. Tó so, í sjálvari røðuni letur til, at fyrrverandi løgmaðurin av Oyrarbakka nevndi tiltakið við rætta heitinum, við Brúnna.
síðani, at her var talan um nakrar svakar teknoknassar. Eg haldi ikki, at eg havi sæð nakran forsangara flippa so nógv út, sum hesin. Hann var púra svakur, fyri at siga tað milt. Eitt sindur synd, at fólkið [...] Bólkurin við longsta navninum á G! í ár, Ultra Mega Technobandið Stéfan, slapp at enda hóskvøldið á Spæliplássinum Tey, sum ikki kendu bólkin frammanundan, fingu uttan iva ein hvøkk, tá ið villu teknorútmurnar [...] fólkið ikki heilt var við honum. Onkur dansaði í einum hornið framman fyri pallinum, men tað var ikki meiri enn tað. Sjálvt um forsangarin var í so nógv fyri meg, so vóru sangirnir væl útsettir og ljóðaðu
væl breiðari enn so. Tvey: at tað at vera kritiskur, og tað at vera negativur og eitrandi, sum hon tekur til, er tað sama. Eg meini, at tað er munur á at vera kritiskur, og at vera niðurgerandi og negativur [...] Tað ber ikki til. Eg meini, at søgulig fakta, bæði dáragerðir og mistøk, skula fram til kritiska viðgerð. Annars ber ikki til at ”læra nakað av søguni”, sum man plagar at siga. Um tað er gjørt í tjóðskaparligum [...] eisini uppfatað næstan sum ein skandala, at tað kom fram. Men tað er ein partur av søguni, sum ikki eigur at barberast burtur, kávast útyvir ella ”gloymast”. Tann, sum ikki orkar at síggja søguna í síni