- Eg havi frætt um hugskotið við t-shirtunum og fyri at siga sum er, so haldi eg hatta vera ótrúliga barnsligt.
Soleiðis sigur 55 ára gamli Scott West,ið samskipar arbeiðið, sum fólkini frá Sea Shepherd felagsskapinum skulu gera í Føroyum næstu mánaðirnar í royndini at steðga grindadrápi.
Seinastu dagarnar hevur kjak verið um, hvussu føroyingar skulu bera seg at, um so er, at grindir koma í summar. Ymsar áskoðanir og hugskot eru komnar fram í kjakinum, og eitt av teimum kreativu hugskotinum snýr seg um, at allir grindamenn skulu lata seg í t-shirtir við búmerkinum hjá Sea Shepherd á.
Scott West heldur lítið um tað hugskotið.
- Tað sigur seg sjálvt, at gongur onkur í eini Sea Shepherd blus og samstundis drepur hval, er tað ikki eitt av okkara fólkum. So hatta hevur lítla og onga ávirkan, sigur Scott West.










