Góður streymur - men einki veður

Veðrið verður helst skiftandi hesa vikuna, men kanska verður onkur løta til útróður.

Streymurin verður góður, men veðurlíkindini eru ivingarsom. Mynd: Birgir W. Høgnesen.

Flestu ísfiskalínuskip eru til fiskiskap, og øll eru undir Føroyum. Flestu skipini eru nýliga byrjaði túr.

Á Fiskamarknaði Føroya vænta tey ikki nakra línuskipalanding teir fyrstu dagarnar í vikuni.

- Men, helst koma nøkur línuskip inn at landa síðst í vikuni. Flestu ísfiskalínuskip fiska tosk og hýsu, og onkur fær nakað av longu og brosmu.

Um útlitini til útróður verður sagt, at streymurin verður góður, men veðurlíkindini eru ivingarsom.

- Tað er tí trupult at siga, hvussu verður við útróðri hesa vikuna, verður lagt aftrat.

Í dag er hampiliga gott veður, men sum skilst, sigur hann upp í einar 15-20 m/sek. ein part av morgindegnum.

Mikudagin, hósdagin og fríggjadagin verður eisini skiftandi veður, men eitt nú hósdagin og leygardagin eru útlit til minni vind, einar 5-10 m/sek.